Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stórur áhugi var fyri einum av heimsins mest framkomnu og umhvørvisvinarligu bilum, Toyota Prius, á Copenhagen Motor Show 2004. Bilurin hevur tveir samanbygd- ar motorar, annar bens- in og hin el-drivin BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Toyota Prius hevur verið á marknaðinum síðan 1997, men fyrst nú er hann komin til Danmarkar. Orsøkin er, at danska stjórnin ikki hevur vilja givið hesum umhvørvis- vinarliga bilinum avgjalds- lætta. Á fólkatingi verður nú arbeitt við einum lógarupp- skoti, har umhvørvisvinarlig- ir bilar fáa stóran avgjalds- lætta. Um uppskotið kemur í- gjøgnum, fer ein Prius sum kostar 429.550 krónur í dag einans at kosta 268.825 krón- ur. Spennandi verður um upp- skotið kemur ígjøgnum í fólkatinginum og hvussu før- oysku myndugleikarnir fara at handfara eitt slíkt uppskot, tá bilurin kemur hendan vegin í juni. Toyota Prius er ein bilur við tveimum samanbygdum mot- orum, sum supplera hvønn annan. Bensinmotorurin er ein 4 syl. við 115 hk, meðan el-motorurin hevur 68 hk. Hybridkonseptið virkar so- leiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og um- hvørvisvernd viðvíkur. Battaríini, sum liggja í dúrkinum, geva streym til el- motorin og verða lødd upp av bensinmotorinum. Fyri at bil- urin ikki skal verða ov tungur, er stórur partur av plátulutu- num gjørdir úr aluminium. Prius hevur elektroniskt »start & stop«, t.v.s. at tá bil- urin stendur stillur, steðgar motorurin og startar aftur, tá bilførarin traðkar á spitaran. Girstongin, er eitt lítið elek- troniskt joystick í instrument- borðinum. Bilurin hevur allar tær vanligu elektronisku trygdar- og hjálparskipanir- nar, sum eru í nútímans bil- um. Bæði FDM / Motor og Motor-Magasinet hava roynd- arkoyrt bilin, ið er sera ljóð- leysur at koyra, serliga tá hann koyrir við el-motori- num, men eisini við bensin- motorinum. Toyota er av tí fatan, at hy- bridtøknin er eitt tað mest re- alistiska boðið uppá ein opti- malan umhvørvisvinarligan familjubil. 6 7 Verso eru MPV útgáv- urnar hjá Toyota. Ein nýggjur Corolla Verso var á Copenhagen Mot- or Show í Bella Center. Bilurin, ið serliga er ætlaður til evropeiska marknaðin, kemur á danska og føroyska marknaðin í juni BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Málið hjá Toyota við nýggja Corolla Verso var at gera ein tann mest fleksibla MPV-bil- in í sínum klassa í besta kval- iteti og í evropeiskum stíli. Tað sær út til at hava eydnast teimum at náa sítt mál, tí bil- urin er sera brúkaravinarligur við ikki minni enn 32 ymisk- um kombinatiónsmøguleik- um við setrunum, og at síggja til kundi bilurin fyri tað verið evropeiskur. Talan er um ein MPV við upp til sjey sitiplássum og sera liðiligari innrætting, har øll fimm baksetrini kunnu leggjast niður, soleiðis at við- førisrúmið verður heilt slætt. Bilurin fæst í útgávum við fimm ella sjey sitiplássum og trimum ymiskum motorum: 1,6 litur bensin við 110 hk, 1,8 litur bensin við 129, og ein 2,0 litur D-4D diesel við 116 hk. Hann fæst eisini við M-MT girkassa, sum eisini virkar sum automatgir. Instrumentini eru í Lexus stíli, og alt innan er í nýggj- asta móta og í gjøgnumførd- um kvaliteti. Bilførarin situr høgt og útsýnið er gott allar vegir. Rattið kann stillast allar vegir, og skjótt er finna seg væl til rættis í bilinum. Við- víkjandi útgerð fæst bilurin í útgávunum Terra og Sol. Toyota hava stórar ætlanir við bilinum, sum serliga er ætlaður til evropeiska markn- aðin. Teir rokna við at selja yvir 60.000 Corolla Verso í Evropa í 2004. Bilurin er teknaður á de- signteknistovuni hjá Toyota í Suðurfraklandi og kemur á føroyska marknaðin í juni. Sjey persóna Corolla Verso í juni Toyota Corolla Verso 1,8 Motorurin 1,8 litur VVT-i bensin 129 hk 0-100 km/t 10,8 sek Bensinnýtsla 13,0 km/l Dekkstødd 205/55-16 Stødd og vekt Longd 436,0 cm Breidd 177,0 cm Hædd 162,0 cm Eginvekt 1325kg Prísur umleið kr. 250.000 Søluumboð Reyni Service Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 353040 www.reyniservice.fo Toyota Corolla Verso er ein elegantur MPV við upp til sjey sitiplássum og sera liðiligari innrætting Toyota Prius II: Hybridbilur við tveimum motorum Toyota Orius II Hybrid Motorur I 1,5 litur 4 syl bensin 78 hk Motorur II El-motorur við 68 hk 0-100 km/t 10,9 sek Bensinnýtsla 23,3 km/l (blandað koyring) Stødd og vekt Longd 445,0 cm Breidd 173,0 cm Hædd 149,0 cm Eginvekt 1300 kg Prísur umleið kr. 330.000,- Søluumboð: Reyni Service Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 353040 www. reyniservice.fo Stórur áhugi var fyri Toyota Prius, ið er ein av heimsins mest framkomnu og umhvørv- isvinarligu bilum Mynd: Álvur Haraldsen Toyota Prius er ein bilur við tveimum samanbygdum motorum, sum supplera hvønn annan. Bensin- motorurin er ein 4 syl. við 115 hk, meðan el-motorurin hevur 68 hk Mynd. Álvur Haraldsen Á instrumentborðinum er ein skíggi, sum t.d. vísir hvør av motoru- num er í brúk Mynd: Álvur Haraldsen Bilurin er sera brúkaravinarlig- ur við nógvum ymiskum kom- binatiónsmøguleikum við inn- rættingini Mynd: Álvur Haraldsen Instrumentini eru í Lexus stíli, og alt innan er í nýggjasta móta og í gjøgnumførdum kvaliteti Mynd: Álvur Haraldsen Smart design. Málið hjá Toyota við nýggja Corolla Verso var at gera ein tann mest fleksibla MPV-bilin í sínum klassa Mynd: Álvur Haraldsen