hósdagur 13. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 90 - 13. mai 2004
Nr. 90 - 13. mai 2004
7
Tey ríku gerast ríkari.
Útlendingarnir skulu
halda seg burtur.
Sjálvmál í Sambands-
flokkinum. Mótsig-
andi viðgerð av Kalls-
berg. Ongar sparingar
í fyrisitingini. Stuð-
ulsmyllan aftur á rull.
Hesi mál hava í stutt-
um myndað fyrstu
100 dagarnar hjá
ABC-samgonguni
SAMGONGAN
100 DAGAR
Heini í Skorini,
heini@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen,
pall@sosialurin.fo
Í dag, hósdagin, hevur
ABC-samgongan sitið við
stjórnarvaldinum í 100
dagar. Samansetingin við
Javnaðarflokkinum, Sam-
bandsflokkinum og Fólka-
flokkinum hevur ongantíð
áður verið í føroyskum
politikki. Hóast greiðir
hugsjónarligir munir eru á
flokkunum, fóru teir and-
bráðir til verka týsdagin 3.
februar.
Tað gekk ikki rúm tíð,
áðrenn fyrstu trupulleikar-
nir gjørdu um seg, og
gjøgnumganga vit her høv-
uðsmálini í ABC-samgong-
uni fyrstu 100 dagarnar.
Vendu verka-
manninum bakið
Tað verður enn betri at vera
múgvandi í Føroyum kom-
andi árini. Ætlaða skattaný-
skipanin hjá ABC-sam-
gonguni er sannur eingla-
songur hjá stjórum, reiðar-
um og øðrum múgvandi í
Føroyum. Nýggja sam-
gongan millum Javnaðar-
flokkin, Sambandsflokkin
og Fólkaflokkin hevur eina
skattanýskipan, sum fyrst
og fremst tænir teimum
múgvandi í føroyska sam-
felagnum.
Dagarnir eftir samgongu-
skjalið
er
undirskrivað
31.januar vakna javnaðar-
menn við kaldan dreym.
Teir hava eftir øllum at
døma skrivað undir eitt
samgonguskjal, har teirra
søguliga bakland, verka-
mannafjøldin, situr eftir við
sviðið soð.
Vorðið sum byrjan hjá
Javnaðarflokkinum, sum
eftir átta ár í kuldanum aft-
ur kann kalla seg fyri sam-
gonguflokk. Gomlu limir-
nir í Verkamannafylkingini,
Kristian Magnussen og
Hans Pauli Strøm, royna av
øllum alvi at bera í bøtu-
flaka fyri brølaran hjá Javn-
aðarflokkinum, men báðir
fáa munnkurv frá løg-
manni.
Nýggi landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum, Bárður
Nielsen, roynir í fjølmiðl-
unum at greiða frá, hvussu
samgongan ætlar at fremja
ein skattalætta fyri 240
milliónir krónur, samstund-
is sum álvarsom niður-
gongd í føroyska búskapi-
num hóttir.
Frágreiðingarnar
hjá
seiga vestmenninginum eru
ikki sannførandi.
Einki ítøkiligt boð kemur
frá landsstýrismanninum
um, hvussu skattalættin
skal fíggjast. Skulu færri
skattapengar í landskassan,
má tað almenna fremja
skerjingar í almennum tæn-
astum. Hesin spurningur
verður heldur ikki svaraður
av Bárði Nielsen.
Versnandi búskaparstøð-
an í Føroyum hevur við
sær, at skattanýskipanin hjá
samgonguni í løtuni er løgd
á ís. Skotbráið gevur Javn-
aðarflokkinum høvi til at
finna eina haldgóða frá-
greiðing til sínar veljarar,
hví flokkurin brádliga vil
geva stjórum, reiðarum og
øðrum múgvandi enn betri
kor, tá flokkurin undir val-
stríðnum hevur prædikað
um samhaldsfastar skatta-
skipanir, har breiðu herðar-
nir skulu bera tyngstu byrð-
arnar.
Fremsta uppgávan hjá
Sambandsflokkinum er at
beina ótryggleikan burtur,
sum hevur eyðmerkt loyni-
liga skattauppskotið hjá
flokkinum. Øll vilja vit
rinda minni í skatti, men vit
hava krav um at vita, hvørj-
ar almennar tænastur verða
skerdar,
tá
skattalættin
verður veruleiki.
Hvussu verður og ikki, so
fara sjógvarnir óivað at
bróta hart inni í samgong-
uni, tá skattanýskipanin aft-
ur kemur fram í ljósmála.
Hugsjónarligu
munirnir
millum flokkarnir veitir
vissu fyri einum saman-
bresti millum Javnaðar-
flokkin einumegin og Sam-
bandsflokkin og Fólka-
flokkin hinumegin. Javn-
aðarflokkurin hevur sostatt
enn ein møguleika at bøta
um skaðan og sýna veljar-
unum loyalitet og solidari-
tet.
Klokkureint sjálvmál
5. desember 2003 skrivar
Anfinn Kallsberg út løg-
tingsval. Grækaris Magn-
ussen og Øssur Winthereig
skriva bókina, Skjót Jour-
nalistin, sum millum annað
viðgerð fortíðina hjá An-
finni Kallsberg á Frost-
virkinum í Norðdepli. Av-
dúkingarnar eru ræðandi,
og úrslitið verður nýval.
Sambandsflokkurin hev-
ur eitt vanlukkuval 20. jan-
uar. Beint eftir valið sigur
Lisbeth L. Petersen seg frá
sum formaður í flokkinum,
og harvið missir flokkurin
endaliga møguleikan fyri at
fáa løgmanssessin, áðrenn
samgongusamráðingar
yvirhøvur eru byrjaðar.
3. februar 2004 verður
Johan
Dahl
tilnevndur
nýggjur landsstýrismaður í
fiskivinnumálum. Fortíðin
hjá Johan Dahl sum vinnu-
lívsmaður
hevur
leingi
spøkt, og føroysku fjøl-
miðlarnir fara alt fyri eitt
undir at kanna fortíðina hjá
fyrrverandi skipasmiðju-
stjóranum í Vági.
Nýggi landsstýrismaður-
in í fiskivinnumálum fær
20 dagar í sessinum, áðrenn
løgmaður loysir hann úr
starvi. Grundgevingin er, at
fortíðin hjá Johan Dahl
órógvar arbeiðslagið hjá
nýggju ABC-samgonguni.
Valið
av
fyrrverandi
stjóranum í Vágs Skipa-
smiðju til landsstýrismann í
fiskivinnumálum er enn ein
partur av vanlukkusøguni
hjá
Sambandsflokkinum
um mánaðarskiftið janu-
ar/februar. Talan er um eitt
klokkureint sjálvmál.
Við støði í høvuðsorsøk-
ini til løgtingsvalið 20. jan-
uar, sum júst snýr seg um
eina ov ivasama fortíð, er
tað ófatiligt, at Sambands-
flokkurin endurtekur sama
trupulleikan og setir ein
landsstýrismann við so
tyngjandi fortíð, sum Johan
Dahl hevur.
Ein álvarslig undirmeting
av føroyska fólkinum og
fjølmiðlunum, og vantandi
framskygni og vána tak-
tikkur er hóskandi skoðs-
mál at geva Sambands-
flokkinum viðvíkjandi til-
nevningini av Johan Dahl.
Frágreiðing takk
Undir valstríðnum í januar
mánaði kappast Tjóðveldis-
flokkurin, Sambandsflokk-
urin og Javnaðarflokkurin
um at skriva minningarorð-
ini hjá Anfinni Kallsberg í
føroyskum politikki.
Undir samgongusamráð-
ingunum millum Javnaðar-
flokkin, Sambandsflokkin
og Fólkaflokkin umrøða
flokkarnir møguleikan hjá
Anfinni Kallsberg at gerast
landsstýrismaður í ABC-
samgonguni. Hóast Fólka-
flokkurin streingir á, tví-
halda Javnaðarflokkurin og
Sambandsflokkurin um, at
fyrrverandi bókhaldarin á
Frostvirkinum í Norðdepli
ikki er skikkaður til ein
landsstýrisess.
Anfinn Kallsberg verður
tó ikki svartlistaður av
Javnaðarflokkinum
og
Sambandsflokkinum longri
enn til dyrnar á løgtingi-
num. Tá løgtingsnevndirnar
verða tilnevndar, fær for-
maðurin í Fólkaflokkinum
týdningarmiklasta nevndar-
sessin í løgtinginum. Kom-
andi fýra árini skal Anfinn
Kallsberg røkja formans-
sessin í fíggjarnevndini.
Bæði Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin halda
eftir øllum at døma ikki, at
Anfinn
Kallsberg
skal
røkja nakran landsstýris-
sess, men hann er kortini
væl skikkaður sum formað-
ur í løgtingsnevndini, sum
skal viðgera øll fíggjarupp-
skot, áðrenn tey verða
endaliga løgd fyri tingið.
Formanssessurin hjá An-
finni Kallsberg í fíggjar-
nevndini gevur bæði Javn-
aðarflokkinum og Sam-
bandsflokkinum ein álvar-
saman forkláringstrupul-
leika.
Viðgerðin av fyrrverandi
bókhaldaranum á Frost-
virkinum er full við and-
søgnum, tá Javnaðar- og
Sambandsflokkurin veru-
liga royna at billa føroya
fólki inn, at Anfinn ikki er
skikkaður til landsstýrið,
fyri síðani at geva honum
formanssessin í fíggjar-
nevndini. Stóri vinnarin er
Fólkaflokkurin, sum trýstir
Sambandsflokkin og Javn-
aðarflokkin til eina neyð-
semju: Ein siðuligur for-
manssessur
til
Anfinn
Kallsberg í fíggjarnevndini.
Nei takk til
útlendingar
Í apríl mánaða fer ein
nýggjur politiskur kava-
bóltur á rull, tá keldumað-
urin úr Fólkaflokkinum ger
greitt, at útlendsk ítrótta-
fólk ikki fáa nýtt ella
endurnýggjað arbeiðsloyvi
orsakað
av
vaksandi
arbeiðsloysinum. Jógvan
við Keldu vil ikki undir-
skriva upprunaligu avtal-
una, fyrrverandi landsstýr-
ið arbeiddi við, sum skuldi
geva útlendskum ítrótta-
fólki sersømdir við smid-
ligari
avgreiðslu
við
arbeiðs- og uppihaldsloyv-
um. Innlendismálaráðharr-
in vísir miðskeiðis í apríl á,
at hann er noyddur at taka
samfelagslig atlit við støði í
vaksandi arbeiðsloysinum.
Spurningurin er, hvørji
samfelagslig atlit Jógvan
við Keldu tekur, tá hann
bumbar føroyska ítrótta-
heiminum 25 ár aftur í tíð-
ina. Ítrótturin, sum er vorð-
in so ómetaliga stórur part-
ur av føroyskum samfelags-
lívi, og sum heldur lív í
felagsskapinum og frítíðar-
ítrivum í mongum útjaðara-
økjum, verður av Jógvani
við Keldu skúgvaður til
viks orsakað av arbeiðs-
marknaðarligum og vinnu-
ligum orsøkum. Alt meðan
kjakið gerst alsamt fløktari
við fleiri og fleiri sjónar-
miðum um arbeiðsmarkn-
aðin, rasismu, donsk máls-
øki, lóggávu, ítrótt, útjað-
ara o.s.fr., er kjarnan í máli-
num helst, at innlendis-
málaráðharrin velur at ofra
stóra og landsfevnandi øk-
ið, ítrótturin er, tí tað einfalt
ikki tænir vinnuni og arb-
eiðsmarknaðinum. Ítróttar-
ligur førleiki er bara ikki
gott nokk fyri keldumann-
in, tá arbeiðsloyvi skal gev-
ast fremmandafólki, tí tað
ikki tænir áðurnevndu mál-
um. Hetta er hansara sjokk-
erandi raðfesting, og so
kann man spyrja, um "sam-
felagsligu atlit" hansara
ikki eiga at endurskoðast.
Svarið er sjálvsagt..
Hvussu nógva umtalu og
reklamu fær føroyska sam-
felagið ikki gjøgnum før-
oysku ítróttaravrikini úti í
stóru verð? Hóast eingi
neyv tøl fyriliggja, er
óneyðugt at nevna, at hetta
óivað sæst aftur í lands-
kassanum og ikki minst í
mentanarlívi
føroyinga,
sum ikki kann roknast upp í
krónum og oyrum. Hond-
bóltskvinnurnar vinna silv-
ur í Challenge Trophy Cup í
Italia, flogbóltslandsliðið
skal í næstum luttaka í C
bólkinum í EM á fyrsta
sinni, og fótbóltslandsliðið
vann landskassanum stórar
upphæddir í sjónvarpspen-
ingi í EM dysti móti Týsk-
landi.
Felags fyri alt hetta er, at
uttan útlendingarnar í før-
oyskum flogbólti, hond-
bólti og partvís fótbólti
høvdu hesi mál ongantíð
verið rokkin, tí støðið ein-
falt ikki hevði verið nóg
høgt. Ábyrgdin og sam-
felagsligu atlitini hjá Jóg-
vani við Keldu eru tí torfør
at fáa eyga á.
Eitt er so avgerð hansara
um útlendsku ítróttafólkini,
men eitt annað er fram-
ferðarhátturin hjá lands-
stýrismanninum, sum er
eyðkendur av solo uttan
konsensus hvørki í sam-
gongu ella Fólkaflokki-
num, hóast løgmaður held-
ur sína verndarhond yvir
fyrrverandi borgmeistara-
num í Klaksvík. ÍSF forset-
in ger 23. apríl greitt, at tað
"er bara ikki satt", at teir
hava verið við í viðgerðini
um útlendingamálið. Tá
málið verður umrøtt í tingi-
num 20. apríl, siga ting-
menn, at bert ein tinglimur
– Annika Olsen úr Fólka-
flokkinum – stuðlar inn-
lendismálaráðharranum,
meðan høvuðspersónurin
sjálvur sigur seg hava stuð-
ul aftanfyri seg í Føroya
Landsstýri. Jógvan við
Keldu trumlar sín vilja
ígjøgnum uttanum bæði
ting, flokk og samgongu.
Píl niður til innlendismála-
ráðharran.
Ongar sparingar
í fyrisitingini
Eitt høvuðsvallyfti í val-
stríðnum hjá øllum flokk-
um er at skerja aðalráðini,
fyrst og fremst við sparing-
um fyri eyga. Javnaðar-
flokkurin kemur til valdið,
og samgongutelvingin end-
ar við, at skerjingin er frá
níggju niður í sjey aðalráð.
Men sparingar eru ongar
at síggja, í øllum førum
ikki enn. Hóast ein kundi
væntað, at dupultfunktiónir
og uppsagnir standast av
samanleggingunum,
eru
ongar uppsagnir og harvið
ongar sparingar at síggja í
fyrisitingini. Tvær lands-
stýrismannalønir eru spard-
ar, og tað er fyribils tað,
sum er av vallyftunum um
sparingar í miðfyrisitingini
í hesi syftu. Løgmaður sig-
ur í viðmerking seint í febr-
uar, at fleiri broytingar
verða ikki gjørdar í hesum
valskeiði, og sostatt hálv-
gum punkterar hetta val-
lyftið samgongunnar. Nakr-
ar rokeringar í miðfyrisit-
ingini fara fram uttan stór-
vegis broytingar, sum á
ongan hátt síggjast aftur á
nakrari fíggjarlóg. Tó kann
skerjingin sambært løg-
manni uppá longri sikt hava
sparingar við sær. Livst, so
spyrst.
Almanna- og heilsumála-
ráðið eigur ein triðing av
samlaðu fíggjarlógini, og
núverandi samgonga heldur
tað vera klókari, at EIN
landsstýrismaður umsitir
risastóra málsøkið mótveg-
is undanfarnu samgongu,
har økið varð býtt í tvey.
Hans Pauli skal einsamallur
sløkkja mongu eldarnar, og
samgongan hevur ongar
grundgevingar fyri saman-
leggingini. Orsøkin til av-
gerðina tykist vera, at val-
lyftini skulu haldast.
Oljumálaráðið
verður
síðani avtikið og oljumál
lagt undir Vinnumálaráðið.
Hetta er ein skilagóð av-
gerð, eftir at euforiska olju-
kjakið hevur lagt seg uttan
at fólk veruliga vita, hvussu
verður við oljuævintýri før-
oyinga. Hóast møguleikin
fyri jackpot framvegis er til
staðar, er oljan fyribils í
dvala, og tí er eingin orsøk
at halda fast um ein nýggj-
an oljumaskot eftir Eyðun
Elttør. Bjarni Djurholm fær
oljuna, men hann er tó ikki
eins undirhaldandi sum
entertainarin úr Klaksvík.
Undirhaldsvirðið fer í øll-
um førum niður í føroysk-
um politikki, hóast sjálvur
politikkurin ikki verður fyri
størri broytingum hesum
viðvíkjandi.
Studningsmyllan
melur aftur
Vinnupolitikkurin hjá ABC-
samgonguni ber avgjørt brá
av vinnupolitikkinum, sum í
síni tíð legði lunnar undir
sváru
búskaparkreppuna
fyrst í nítiárunum.
Eingin av flokkunum í
samgonguni mutar ímóti at
veita bæði alivinnuni og
rækjuvinnuni tíðaravmark-
aðan almennan stuðul. Hes-
in politikkur stríðir ímóti
politisku semjuni um ein
greiðan skilna millum tað
almenna og vinnulívið,
sum hevur verið eyðsýndi
vinnupolitikkurin
síðani
kreppuárini.
Fáa fyrst ali- og rækju-
vinnan stuðul, verður hart
trongda flakavinnan skjót
at pikka á dyrnar um stuð-
ul, og so er skjótt, at tokið
við almennum stuðuli í før-
oyska vinnulívinum aftur
koyrir við fullari ferð. Al-
mennur peningur í vinnu-
lívinum fær kaldasveittan
hjá mongum føroyingi at
spríkja, og Føroya Lands-
stýrið kann koma út á djúpt
vatn. Er veruliga ætlanin at
opna dyrnar aftur fyri tí
vinnupolitikki, sum legði
lunnar
undir
svárastu
kreppu Føroya í nýggjari
tíð?
Johan Dahl og útlendingarnir stjólu yvirskriftirnar
C
M
Y
K
7
6