hósdagur 13. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
Í ár eru liðin 50 ár síð-
an fyrsti Subaru kom á
marknaðin í februar
1954, og Subaru Legacy
kemur nú í fjórðu gene-
ratión. Bilurin verður
gjørdur sum sedan,
stationcar og sum Out-
back. Subaru Legacy
AWD er kosin ársins
bilur í 2004 í Japan
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað at Subaru eru kendir sum
álítandi og slitsterkir bilar,
hevur gjørt japanska bilmerki
heimskent.
Subaru
vóru
fyrstir og hava áralangar
royndir við fýrahjólsdrivnum
bilum.
Subaru Legacy 2004 er ein
heilt nýggjur bilur, sum er 55
kg lættari enn forgangarin og
meira økonomiskur. Bensin-
nýtslan er 18 prosent lægri og
effektin er økt við 10 prosen-
tum.
Øll Subaru modellini hava
AWD (All Wheel Drive). Fyri
at fáa tyngdipunktið longur
niður, situr motorurin nú 2,2
cm longri niðri enn á for-
gangaranum. Koyrieginleik-
arnir eru eisini merktir av at
motorurin er so niðarliga í
motorrúminum, hetta ger bil-
in hevur fast vegtak og er sera
góður at koyra, bæði á vanlig-
um koyrivegi, á ósløttum, í
brattlendi og ikki minst í
kava.
Sedan, Wagon og
Outback
Allir Subaru hava »Hill-hold-
er«, sum er ein góð hjálp hjá
bilføraranum,
tá
bilurin
stendur í mótbrekku. Bilurin
fer ikki eftir hæli, um bilfør-
arin sleppur bremsuni. Lega-
cy
hevur
skivubremsur
framman og aftan, sum geva
bilinum 50 prosent betri
bremsueffekt enn forgangar-
in.
Legacy fæst við trimum
ymiskum motorum: 2,0 litur
við 138 hk, 2,5 litur við 165
hk, og 3,0 litur 6. syl. við 245
hk.
Legacy 3,0 GL við auto-
matgirum og leðursetrum
v.m. er ein sannur luksusbilur.
Legacy fæst í útgávunum:
Legacy Sedan, Legacy Wa-
gon og Legacy Outback, sum
bert verða framleiddir sum
stationcar.
Allar útgávurnar hava ster-
eo/CD, alufelgur, forbrúks-
mátara, klimaanlegg, aktivar
nakkapútur framman, ABS
bremsuskipan við EBD, 4 air-
bag v.m. sum standard. 3,0
litur útgávan hevur eisini
eyka gardinairbag.
Derek Brockie, frá D.B.
Bilum væntar at Subaru Leg-
acy 2.0 AWD Stationcar 2004
kemur síðst í mai.
Nýggjur Subaru Legacy All Wheel Drive
Situr tú uttan trygdarbelti,
kanst tú gerast orsøkin til, at
onnur í bilinum doyggja,
hóast tey eru íbundin
TRYGDARBELTI
Ein kanning, sum bretski ferðslu-
granskingarstovnurin TRL hevur
gjørt, vísir, at vandin hjá bilføraranum
at doyggja í eini bilvanlukku økist við
nærum tí dupulta, um tey, ið sita aftan
ikki eru í trygdarbelti.
Kanningin vísir eisini, at vandin hjá
bilførarnum fyri at láta lív er størri, tá
bilførarin sjálvur er íbundin, meðan
tey, sum sita aftan ikki eru bundin.
Tey, ið sita leys, verða tá slongd fram
á tey, ið sita bundin. Sostatt kunnu tey
gerast orsøkin til, at tann, ið situr í
belti brýtur hálsin og doyr.
Kelda: TRL (Transport Research Laboratory)
rs
Uttan belti kanst tú drepa annan
Bilurin - vinur
og fíggindi
Í 1922 kom fyrsti bilurin til
Føroya, og hann hevur eyðvitað
verið okkum føroyingum hentur
á sama hátt, sum hann hevur
verið tað fyri fólk í øðrum
londum.
Men bilurin hevur eisini kravt
síni offur og ger tað framvegis.
Bara í Evropa doyggja fleiri enn
40.000
fólk
hvørt
ár
av
ferðsluvanlukku. Og hóast tað
hava verið nógv kríggj síðan
Seinna heimsbardaga, so hevur
bilaferðslan í sama tíðarskeiði tó
kravt fleiri mannalív enn øll hesi
kríggj tilsamans.
Fyrsta
ferðsluvanlukkan
í
Føroyum, sum kravdi mannalív,
hendi 2. september í 1928, og til
og við 2003 hava 248 fólk látið
lív í ferðsluni. Frá 1997-2003
hava 27 látið lív í ferðsluni, av
teimum vóru 16 millum 15 og 24
ár.
Tað finnast tíverri ikki nóg góð
tøl viðvíkjandi fólki, sum hava
fingið skaða í ferðlsuni, og
hvussu álvarsligir skaðarnir hava
verið.
Kelda: Ávegis til Nullhugsjónina.
rs
Subaru Legacy AWD 2004 er ein heilt nýggjur bilur, sum kemur á marknaðin, júst 50 ár eftir at fyrsti Subaru kom á gøtuna í Japan í 1954
Subaru Legacy Wagon kemur
til Føroya síðst í mai
Legacy innan. Smart innrætt-
ing og ein væl koyrandi bilur í
allar mátar
Subaru Legacy 2,0
AWD sedan
Motorurin
2,0 litur 4. syl. bensin 138 hk
0-100 km/t
11,2 sek
Bensinnýtsla
13,0 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
466,5 cm
Breidd
173,0 cm
Hædd
142,5 cm
Eginvekt
1410 kg
Prísur
kr. 317.800,-
Søluumboð
P/F D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel. 310 600
www.dbbilar.fo
Leys fólk á baksetrinum kunnu verða
orsøk til, at bilførari doyr, hóast hann
situr íbundin. Fólkini, sum ikki eru
íbundin, verða slongd á bilføraran, sum
t. d. kann bróta hálsin, vísir kanningin
Síðani fyrsti bilurin kom til Før-
oya 6. mai í 1922, hava um 250
fólk látið lív í ferðsluni Fleri enn
40.000 fólk doyggja hvørt ár av
ferðsluvanlukku í Evropa…