Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 13. mai 2004 9 Samgongan svíkir við skattanýskipanini fullkomiliga tey lá- og miðal løntu, og hon hevur gjørt alt ov lítið fyri bøta um økjandi arbeiðsloysið. Øll Suðuroyggin liggur í anda- leypi, og heldur ikki á tí økinum hevur samgongan tikið neyðug stig. Vónandi fer samgongan komandi hundrað dagarnar at taka hesi málini í størri álvara. Ingeborg Vinther,forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag Eg havi framvegis ikki sæð veruliga andlitið hjá sam- gonguni. Tað liggja fleiri ætlanir í luftini, men framvegis er einki ítøkiligt stungið út í kortið. Eg havi sæð skuggan av einum vandamiklum vinnu- politikki, har ætlanin er at opna fyri møguleikanum fyri studningi til kreppuraktar vinnur. Hetta er eitt ómetaliga vandamikið tekin at senda vinnuni, sum síðan kreppuna hevur vant seg við at verða stuðulsfrí. Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum Samgongan hevur eina vinglutta bakkingarkós. Aðalmál Tjóðveldisfloksins eru øll skúgvaði til viks. Samgongan bakkar í búskaparpolitikkinum, sjálvsstýrispolitikkinum og mentanarpolitikkinum hjá farnu samgongu. Hetta eru øll øki, sum eiga at peika frameftir, men tey verða full- komiliga niðurprioriterað. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins Eg kann ikki siga annað enn, at vit hava havt eitt gott sam- skifti við teir landsstýrismenn, sum varða av okkara økj- um. Tey uppskot, sum hava verið higartil, hava verið í tráð við ynskini hjá vinnuni, og tað fegnast vit um. Samanum tikið eru vit væl nøgdir við tað arbeiðið, samgongan hev- ur gjørt. Jan Mortensen, stjórin í Vinnuhúsinum Samgongan kom ógvuliga illa frá byrjan við fleiri minni og størri gølum. Eg væntaði tí ikki stórvegis, men seinni parturin av teimum hundrað døgunum boðar frá bata. Tað tykist sum um friður nú valdar í samgonguni, og arbeiðs- lagið í løgtingsnevndunum tykist at vera gott. Ingolf S. Olsen, tíðindamaður í SVF Eg haldi, at fyrstu 100 dagarnir hjá samgonguni hava ver- ið ov nógv merktir av, at ein rópar í eystur og ein rópar í vestur. Eisini tykist tað mær,sum parlamentarisman er viknað. Vit hava upplivað heilar dagar í løgtinginum, har samgongan so at siga ikki hevur tikið orðið. Tú freistast at spyrja, um samgongufólk hava avtalað at samtykkja síni mál - og annars tiga. Men stóra royndin hjá samgonguni er júst á degi nummar 100, nú løgtingið helst samtykkir eina kannkølluta fíggjarlóg. Spurningurin vit seta okkum er, hvussu nógvar eykajáttanarlógir sama løg- ting má samtykkja?! Helgi Jacobsen, tíðindamaður í ÙF Hvat halda tit um samgonguna? Teir sjey landsstýrismenninir hava á ymsan hátt markerað seg bæði politisk og persónliga fyrstu 100 dagarnar RUNDFERÐ Heini í Skorini, Páll Holm Johannesen Jóannes Eidesgaard, løgmaður: Endiliga gjørdist Jóannes løgmaður, men fáur hevur goldið so dýrt loysigjald fyri heita sessin í Tinganesi. Øll stevnu- skráin var alt fyri eitt gloymd, tá Jóannes gjørdist samráðing- arleiðari, og verkamaðurin stóð eftir við Svartaperi. Løg- maður hevur havt nógv um oyruni, men størsta hálið higartil var tó, tá løgmaður í Sosialinum gjørdi bart við rungandi boðum úr Tinganesi: Øll tey gomlu skulu drekka eina kannu av vatni um dagin. Meir av hasum, Jóannes! Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri: Tað var ein tungur biti at gloypa fyri Bjarna, tá hann við tár- um mátti veittra samstarvsfeløgunum úr Tjóðveldisflokki- num farvæl, men eitt smíl var aftur at hóma, tá hann fram- haldandi slapp at klippa snórar og halda setanarrøður sum vinnumálaráðharri. Kollfirðingurin blíðkaðist heilt, tá olju- mál gjørdust hansara, og við hesum fekk Bjarni allar for- treytir at varðveita sína støðu sum kontaktpersónur nr. 1 í fjølmiðlunum. Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri: Upplagda valið til mentan og kirkjuna fall sjálvsagt á bróð- urin úr Fólkaflokkinum, Jógvan á Lakjuni. Fremsta mál Fólkafloksins hevur jú altíð verið at hjúkla um mentan okk- ara, og við støði í útsagnum mentamálaráðharrans á sinni um eitt nú ginurnar eru fólk á einum máli um, at føroysk mentan ikki kundi verið í tryggari hondum. Bispur skal nú eisini lýða harraboð úr brøðrasamkomuni, og higartil hava bispur og lakjumaðurin víst sannan samstarvsvilja og bygt slóðbrót- andi brýr millum trúarbólkarnar. Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri: Bóndin úr Syðradali skuldi brádliga leggja fiskimonnum lag á. Men síðani hevur eingin sæð ella hoyrt til mannin, sum varðar av 98% av føroyska útflutninginum. Leysatíðindi vilja vera við, at fámælti norðoyingurin framvegis sópar undan neytum og undirvísir børnum í Syðradali, tí maðurin er so ikki at finna í pressuni mótvegis ungangongumonnunum Johan Dahl, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen. Jógvan við Keldu, innlendismálaráðharri: Tað tók ikki kórleiðaranum leingi at markera seg: Allir út- lendingar skulu burturvísast, tí nakrir neyðars føroyingar ganga arbeiðsleysir, og so má ítrótturin sigla sín egna sjógv. Jógvan við Keldu slapp framat, tí Kallsberg ikki varð skikk- aður, men hetta leggur fyrrverandi borgarstjórin líka í. Nú manglar honum bert at vinna borgarstjórasessin í Klaksvík aftur. Hans Pauli Strøm, almanna- og heilsumálaráðharri: Tað var sanniliga brúk fyri einum røttum Robin Hood inni á gráu gongunum á Landssjúkráhúsinum, sum berjist fyri verkamanninum og teimum veiku. Fjøðurin var á veg í hattin hjá Hans Paula undir viðgerðini av skattauppskotinum, men ólukkutíð fekk hann munnkurv frá floksformanninum. Næsta vónbrotið var, tá navn hansara ikki var at finna í stór- verkinum hjá Bent Jensen um Hans Paula og kammeratarnar. "Je stóð sgu fremst í mótmælisgongunum í Mjørkadali?" sig- ur Hans Pauli undrandi. Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri: Seigi og seini vestmenningurin megnar als ikki at venja seg við ferðina í føroyskum politikki, og fyrrverandi VÍF mál- verjin skuldi møguliga tikið gogguna við sær í SVF, tá Høgni og Katrin í felag skutu seigliga fíggjarmálaráðharran niður. Avloysarin Bárður stendur ikki undangongumanninum og retoriska meistaranum Karsteni Hansen kurl, hvat talugávum viðvíkur, og saknurin er stórur í hittinorðaða sheriffinum úr Klaksvík. Nú er summarið av álvara við at koma aftur, og útferðir av ymsum slagi byrja aftur. Í Norðoyggjum byrjaði skúlaskipið Dragin at gera útferðir í fjør, og mong eru tey, bæði føroyingar og útlendingar, sum nýta hetta upplagda høvið at síggja vøkur og hugtakandi náttúrustøð FERðAVINNA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Dragin siglir av Klaksvík, og eru veðurlíkindini alt avgerandi fyri, hvar verður siglt. Skiparar eru Poli Mikkelsen og Hans Eli Hansen. Er lágætt verður farið norðurum. Siglt verður fram við Kunoyarlandinum í Kalsoyarfirði norður á Kunoyarnakk, sum er norð- urendin á Kunoynni. Har verður ofta lagt stilt, so ferðafólk kunnu njóta sjónina av ríka fuglalívin- um í Nakkinum og Heyst- múlanum. Eisini verður farið undir Enniberg, sum er hægsta forberg í Føroyum. Tað tek- ur ein lítlan tíma at sigla úr Nakkinum undir Enniberg, og er tann stórsligna náttúr- an heilivágur fyri sinnið. Siglt verður fram við Dranginum og Seyðtorv- uni. Í Seyðtorvuni hava viðoyingar smáttu stand- andi, sum teir plaga at sova í, tá teir fleyga lunda. Ein annar møguleiki er at fara úr Nakkinum vestur undir Kallin, sum er norð- urendin á Kalsoynni. Siglt verður vestur um Kallin og lagt verður stilt á Kalsvík, sum er eitt tað størsta ritu- bergi í Føroyum. Á ferðini aftur til Klaks- víkar verður siglt suður gjøgnum Djúpini og Leir- víksfjørð. Túrur suðurum Ein annar møguleiki er at fara av Klaksvík og suður- um. Tá verður siglt fram við Borðoyarlandinum suð- ur á Borðoyarnes. Síðani eystur undir Skorðuna og Lisshøvda og haðani frá eru so fleiri møguleikar. Til ber at fara inn á Gøtuvík ella kann farast inn á Svín-oyar- vík. Aftur til Klaksvíkar verður siglt somu leið. Hetta eru einastandandi góðir og vakrir túrar, og ein staðilig áminning um, hvussu stórsligin tann før- oyska náttúran er. Og sam- an við ríka fuglalívinum verður ein slíkur túrur eitt satt upplivilsi fyri ein og hvønn. Heitan munn á túrinum Ein tílíkur túrur varar sum sagt einar fýra tímar. Um- borð á Draganum fæst te ella kaffi og smákøkur. Og á heimleiðini verður borð- reitt við heitari suppu, sum man koma ógvuliga væl við eftir ein túr við nógvari frískari luft. Dragin sigldi so gott sum hvønn dag síðsta summar. – Um veðurlíkindini eru til vildar, og nóg nógv ferðafólk, so sigla vit hvønn dag gjøgnum summ- arið, sigur Hans Eli og leggur afturat, at teir eisini gera leigutúrar. Hann greiðir frá einum leigutúri, sum teir hava gjørt. Tá sigldu teir av Klaksvík til Eiðis. Gjøgn- um Kalsoyarfjørð og norð- ur fyri bjørg, fram við Ris- anum og Kellingini og løgdu so at inni á Eiði. – Hetta var ein flottur túr- ur ein góðan dag, sigur Hans Eli Hansen. Hann fer aftur at tosa um, hvussu avgerandi veðurlík- indini eru. Tað kemur so ofta fyri, at fólk hava til- rættislagt ein túr, men or- sakað av veðrinum, so slepst ikki hagar, men so er tað upp til fólkini sjálvi, um tey avlýsa túrin, ella tey gera av at fara onkrastaðni, har tað viðrar. Tí tað er rættuliga ofta so, at fyri tað um tað ikki viðrar eina- staðni, so kann tað ofta viðra eina aðra staðni, greiðir Hans Eli Hansen frá. Kostnaðurin fyri ein tílík- an túr við Draganum er 220 krónur fyri hvønn við øll- um. Teir hava sett 12 fólk sum minsta mark fyri, at túrurin verður, men Dragin kann taka 30 fólk hvørja- ferð. Eisini ber til at gera leigutúrar. Einstaklingar ella feløg kunnu fáa leigutúrar um- vegis Norðoya Kunningar- stovu í Klaksvík. Í 1982 var Mikkjal Olsen úr Klaksvík skipari á Sigurfar- inum við til at bjarga lívinum hjá fimm russarum í havsneyð. Mikumorgunin kundi hann taka ímóti tveimum teirra á flog- vøllinum í Vágunum SAMEINING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Eitt russiskt ferðalag kom til landið mikudagin. Ferðalagið taldi sjey fólk. Tveir mans og teirra av- varðandi, sum kunnu takka manningini á Sigurfarinum fyri, at teir eru á lívi enn tann dag í dag. Í 1982 kom eitt russiskt fiskiskip, Mechanik Tara- sov, í havsneyð í ódnarveðri við Flemish Cap. Manning- in taldi 37 mans, og einans fimm teirra yvirlivdu. Manningin á Sigurfarin- um fekk eisini 14 lík upp úr ófantaliga sjónum við Fle- mish Cap. Sostatt hvurvu 18 russar- ar í illveðrinum, men sum sagt komu fimm teirra frá hesum tilburðinum við lív- inum. Og mikudagin, eftir tógv- ið stríð við at finna teir all- ar, komu nakrir av teimum við familju til Føroyar at vitja táverandi skiparan á Sigurfarinum, Mikkjal Olsen. Tað var ein kensluborin og sera spentur Mikkjal, sum saman við konuni, kundi fara vestur á flog- vøllin eftir stýrimanninum við konu, maskinmeistar- anum við konu, dóttir og abbasoni og einkjuni eftir tann eina, sum ikki longur er á lívi. Tað vóru sum sagt fimm mans, sum manningin Sigurfarinum lívbjargaði, men einans tveir teirra kundu koma. Ein bar seg undan vegna elli, einum barst frá og tann seinasti doyði fyri nøkrum árum síðani. Havt samband Mikkjal greiðir frá, at hann øll hesi árini hevur havt samband við stýrimannin umborð á russiska fiski- skipinum, men hinar fýra hevur hann ikki sæð síðani lagnuløtuna við Flemish Cap í 1982. – Tað er kona mín, sum hevur verið primus motor í leitiarbeiðinum eftir teim- um fýra russarunum, greið- ir hann frá. Tey hava nýtt nærum fýra ár at finna teir og at fáa teir hendanvegin. Og tað er Mikkjal sum vera man ovurfegin um, hóast tað ikki eydnaðist at fáa teir allar til Føroyar á hesum sinni. Hitta landsstýrismannin Russarnir komu til landið mikudagin, og í dag verður farið suður til Havnar í fiskimálaráðið at vitja fiskimálaráðharran, Bjørn Kalsø. Leygarmorgunin verður so samkoma á nýggja Kryvjivirkinum í Klaksvík, har øll manningin á Sigur- farinum lagnutúrin í 1982 fer at hitta russararnar. Mikkjal væntar, at tað fer at verða ein sera kensluborin sameining, tá menn hittast aftur eftir 22 ár. – Manningin hjá okkum hendan túrin taldi 26 mans í aldrinum 16-20 ár, so hetta var fyrsti túrur hjá fleiri av teimum, greiðir Mikkjal frá. Ódnarveður Tað var tann 16. februar í 1982, at Sigurfari kom fram á russiska skipið í havsneyð. Manningin vildi illa fara av skipinum, og tískil endaðu teir allir 37 í ísakalda havinum við Fle- mish Cap. Mikkjal greiðir frá, at tað var av allar ring- asta veðri, og tí sera torført at fáa menninar upp úr sjónum. Men tað eydnaðist sum sagt at fáa 19 av teim- um umborð á Sigurfari. Fimm av teimum 19 á lívi. Mikkjal greiðir frá, at stutt harfrá, sum teir komu fram á russiska skipið, sakk ein boripallur í sama ódnar- veðri, og 84 mans komu ikki afturíaftur. Í hesum sambandinum var Mikkjal í Russlandi til avhoyringar um teirra tilburð, har hann greiddi frá, hvussu teir høvdu borið seg at við at fáa 19 mans upp úr ófantal- iga sjónum. Seinni vórðu allir 26 menninir umborð á Sigur- farinum heiðraðir av russ- arum. Teir fingu allir heið- urstekin fyri tað stóra bragdið, sum teir framdu í New Foundlandi. Og nú – 22 ár seinni sleppa hesir menn aftur at hittast. Í Klaksvík. Steðgurin í Føroyum verður tó ikki so langur. Leiðin gongur av aftur landinum mánadagin. Útferðartíðin aftur í nánd Mikkjal Olsen imillum tveir av teimum fimm russarunum, sum manningin á Sigurfarinum lívbjargaði á Flemish Cap í 1982 Mynd: Edvard Joensen Mikkjal Olsen og konan, Hanna, avmyndað saman við russarunum á flogvøllinum beint eftir, at flogfarið hevði sett seg í Vágum Mynd: Edvard Joensen Kensluborin sameining Hans Eli Hansen og aðrir menn arbeiddu í tíggju ár við at gera Dragan siglikláran. Í dag verður hann nýttursum skúlaskip og útferðarskip Mynd: Jens K. Vang C M Y K 9 8