Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa - Í september og oktober eru apotekini í Føroyum farin undir eitt átak, har vit venda sjóneykuni móti tær, sum hevur ilt við at minnast ella hevur trupult við at taka heilivágin, sum tú eigur. Tað siga apotekini í Føroyum í tíðindaskrivi. Lagt verður aftrat, at tað er av stórum týdningi, at tú tekur heilivágin sum fyriskrivað, tí bara á tann hátt virkar heilivágurin, sum hann skal. Tá fært tú fulla nyttu av honum og harvið bestu viðgerðina. - Royndir vísa, siga apotekini, at jú betri tú kennir tín heilivág, jú, betri minnist tú til at taka hann rætt og rættstundis. Tú eigur at kenna navnið og styrkina á heiliváginum, og nær hann skal takast. Eisini er týdningarmikið at vita, hvussu heilivágurin skal takast, hvussu nógv tú skalt taka, og hvussu leingi tú skalt taka hann. Nøvn skifta Veruleikin er, at nógvur heilivágur verður tikin skeivt. Summi byrja ongantíð ella gevast heilt at taka heilivágin, tí tey líta ikki á hann, ella tí tey stúra fyri hjáárini. Onnur taka ikki heilivágin sum fyriskrivað, tí tey kenna seg ikki sjúk og halda tískil, at heilivágurin er óneyðugur. Apotekini vísa á, at nógv fólk taka fleiri sløg av heilivági til ymiskar tíðir á degnum, og nøvnini skifta ofta. - Hetta økir eisini vandan fyri mistøkum. Her eru skamtanareskjurnar góðar, tí har verður alt skipað eftir nøgd, tøkutíð og vikudegi. Annar møguleiki er at fáa heilivágin skamtaðan. Spyr á apotekunum eftir hesum tilboðnum. Lagt verður aftrat, at tað hevur týdning at fáa sær til vana at taka heilvágin ávísar tíðir, soleiðis sum tað hóskar seg í gerandisdegnum hjá tær. - Onkur heilvágur skal takast aftur við máltíðum, annar ikki, men spyr á apotekunum, nær og hvussu tín heilivágir skal takast. Góð ráðgeving Á apotekunum í Føroyum starvast útbúgvin starvsfólk, ið kenna til avbjóðingina at taka heilvág rætt og rættstundis. - Vit vilja fegin veita tær góð ráð hesum viðvíkjandi. Set teg í samband við okkum, og vit vegleiða teg. Tað siga Tjaldurs Apotek (tlf. 341100), Eysturoyar Apotek (471200), Norðoya Apotek (455055) og Suðuroyar Apotek (371076). Bert 20 tablettir í handkeypi Frá mánadegnum 30. september 2013 verður bert møguligt at keypa smáu pakkarnar - ella í mesta lagi 20 tablettir - av pínustillandi heilivági í handkeypi á apotekunum og handkeypssølunum. - Er tørvur á størri pakka, er neyðugt at venda sær til lækna. Orsøkin til broytingina er, sigur Apoteksverkið, at mett verður, at avmarkaða atgongdin til stórar pakkar av pínustillandi heilivági, minkar um talið av álvarsomum eitranum. - Tey, sum vilja hava meira at vita um hetta, kunnu venda sær til apotekini kring landið, sigur Apoteksverkið. Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen Týdningarmikið at minnast til heilivág Nógv fólk hava ilt við at minnast til at taka heilivágin, sum tey eiga. Nógvar orsøkir kunnu vera til hetta. Tí eru apotekini nú farin undir eitt átak at fáa fólk at minnast til at taka heilivágin Fjórði hvør dani kennir ikki árin­ini av lungnakrabba. Tað vísir ein nýggj kann­ ing. Hetta kann kosta lív, halda læknar, ið arbeiða við lungna­krabba. Lungnakrabbi er just tann krabba­sjúka, sum tekur lívið av flestu dønum - oftast tí, at funn­ið verður ov seint fram til sjúku­na. Sjúklingafelagið Lungna­ krabbi hevur við stuðli frá lækn­um, sum arbeiða við lungna­krabba, sjósett eitt átak, sum skal læra danir at ansa eftir sínum lungum - og at fara til lækna nóg tíðliga, um illgruni er um sjúku. Hvørt ár fáa fleiri enn 4.000 danir staðfest lungna­ krabba, og henda sjúka hevur seinastu árini yvirhálað bróst­krabba sum tann krabba­sjúka, sum tekur lívið av flestu donskum kvinnum. Hóast hesi tøl, kennur fjórði hvør dani ikki árini av lungna­krabba. Tað vísir ein kanning, sum greiningarstovnurin You­Gov hevur gjørt fyri Sjúk­linga­ felagið Lungna­krabbi, har fleiri enn 1000 danir vóru við. - Tú merkir ikki eitt knút í lungunum, eins og tú kanst merkja hann í eitt nú bróstu­ num. Tí eru tað onnur árin, tú eigur at hugsa um, tá ræður um lungnakrabba, sigu­r yvirlæknin, Peter Meld­ gaard, sum starvast hjá Aar­ hus Universitetshospital. Endamálið við átakinum, sum nú fer í gongd, er at fáa fólk at ansa eftir sínum lung­um - bæði, tá ræður um heilsu­góðan lívsstíl, men eisini við at gáa eftir árinum, sum kunnu merkja, at talan er um lungnakrabba. - Tað er jú slett ikki vist, at tað er lungnakrabbi, men tað er betri at fara einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið til lækna, sigur Alice Skjold Braae, sum er forkvinna í Sjúkl­inga­felagnum Lungna­ krabbi. Mælt verður til, at um fólk hava pínu í akslum og ørmum, spýta blóð, eru hás í fleiri dagar, hava ofta lungna­bruna, andaneyð, pínu í bryngu ella hosta í vik­ u­r, so er rætt at venda sær til lækna. - Tað er als ikki vist, at hesi árin merkja, at tú hevur lungna­krabba, men tað er - sum sagt - betri at fara til læ­ k­na ­eina ferð ov nógv enn at fara ov seint, er tilmælið hjá átakinum. Kelda: helse.dk Átak móti lungnakrabba Tað er als ikki vist, at kendu árinini merkja, at tú hevur lungnakrabba, men tað er betri at fara til lækna eina ferð ov nógv - enn at fara ov seint, er tilmælið hjá átakinum móti lungnakrabba Á apotekunum í Føroyum starvast útbúgvin starvsfólk, ið fegin vilja veita góð ráð um heilivág