Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Fríggjakvøldið sótu nógvir før­oy­ingar spentir framman fyri sjónvarpsskíggjanum, tá Gekkurin var á skránni. Tey, sum spældu við, høvdu møgu­leika at vinna eina millión skattafrítt, um tey fingu fulla plátu í fjórða spælinum. Millum teir mongu Gekka­ spælararnar hetta kvøldið var eisini 17 ára gamla Astrid Eiriksdóttir Reynheim úr Havn. Fríggjakvøldið var hon saman við familjuni í Sør­vági, har tey vóru boðin til døgurða hjá systrini. Og so skuldu tey eisini spæla Gekk. – Eg plagi ongantíð at spæla Gekk ella onnur spøl yvir­høvur, men seinastu tíðina havi eg saman við fam­ iljuni sitið og spælt Gekk, nú tá upphæddin nærk­aðist einari millión, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim og ristir eitt sindur við høvd­ inum. – Hetta er so óveruligt enn, at eg fái meg ikki ordi­ liga at trúgva, at eg eigi eina millión. Mundu gloymt tølini Tá Gekkarnir blivu keyptir á veg úr Havn til Vágar, hugs­aði Astrid Eiriksdóttir Reynheim als ikki um høgu upp­hæddina, sum Gekkurin var á. – Tá vit koyrdu vestur segði mamma, at hon trúði ikki, at vit nakrantíð fóru at vinna. Hon segði, at tað kann mann ikki loyva sær, tí mann verður bara so vónbrotin, og so tosaðu vit ikki meir um Gekkin ella milliónina, ið var upp á spæl, greiðir Astrid Eiriksdóttir Reynheim frá. Tá Gekkurin byrjaði, sat Astrid Eiriksdóttir Reynheim við tveimum Gekkum. Á tí eina stóð hennara navn á, og á hinum navnið hjá mamm­ uni, Laila Reynheim. – Í triðja spælinum fekk eg fult rað, og eg ringdi inn men kom ikki ígjøgnum, og tá var eg nokkso vónbrotin, men hugsaði bara, at tað gjørd­ist ikki við, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim. Ein beiggi mammuna ringdi í somu løtu og spurdi í skemti, hvussu ein skuldi bera seg at, um mann fekk fulla plátu. – Tá hevði eg fingið fult rað og kom ikki ígjøgnum, so vit vóru eitt sindur ørkymlað, júst tá hann ringdi, og tí vóru vit bangin fyri, at vit kanska ikki høvdu fingið øll tølini við, fortelur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum brád­liga undir fjórða spæli fekk fulla plátu. – Systir mín sat og taldi tøl og hevði bara fýra eftir, meðan eg sat og manglaði sjey tøl. Tá var eg ikki spent ella nakað. Men knappliga komu øll tølini bara, og so hevði eg fulla plátu, greiðir Astrid frá. Ongar pengar á telefonini Tá seinasta talið, sum Astrid Eiriksdóttir Reynheim mangl­aði, kom fram á skíggj­ an, fóru øll, ið vóru til staðar, at ringja inn. – Eg hevði ikki pengar á telefonini, so eg sat bara púra rólig. Eg hugsaði heldur ikki um, at eg hevði møguleika at vinna eina millión. Men eg minnist, at eg hugsaði, at tað ikki hevði verið so galið at vunnið eini 15.000 ella 20.000 krónur, fortelur Astrid Eiriksdóttir Reynheim. Tað eydnaðist mammuni at koma ígjøgnum, og hóast hon var tann, sum tosaði, so var tað Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum trýsti fyri at fáa Gekkahjólið at snara og steðga aftur. – Fyrstu ferð komu vit á 15.000 og fóru beinanvegin víðari. Tá endaðu vit á gula leypinum, men fóru eisini víðari. Omma segði tá við meg, at eg skuldi trýsta á, tá tað kom á tann reyða. Og tað royndi eg so at gera, sigur Astrid Eiriksdóttir Reyn­ heim, sum hesaferð kom á milliónina. – Vit fóru øll upp at rópa og flenna, og eg haldi eisini, at vit grótu, tí vit vóru so glað. Grannar komu inn at ynskja tillukku, og tá vit vóru komin til Havnar aftur um midnáttarleitið, komu fam­ ilja, vinir og kenningar heim til okkum. Eitt løgið vikuskiftið Fyri unga Gekkavinnaran hev­ur vikuskiftið verður held­ur annarleiðis. – Tað hevur alt verið eitt sindur løgið, tí eingin av okk­ um skilir ordiliga, at eg vann. Eg skilji tað ikki heilt sjálv, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum bleiv vakt leygar­morgunin, tá ein rúgva av familju og vinum komu á gátt at ynskja henni til­ lukku. – Tað var fult hús heima hjá okkum, og eg veit ikki, hvussu nógv rundstykkir og franskt­breyð vit høvdu á borðinum, men tað var í hvussu so er nógv. Øll vóru glað, at eg hevði vunnið og ynsktu mær tilllukku, for­ telur Astrid Eiriksdóttir Reyn­heim, sum seinni tann dagin fór út við systrini at hátíðar­halda, at hon nú kann kalla seg millioner. – Vit fóru í býin leygar­ kvøldið, og har vóru nógv, sum komu yvir til mín at heilsa uppá og ynskja til­ lukku, sigur Astrid Eiriks­ dóttir Reynheim og leggur skemtiliga afturat: – Eg brúkti ikki eina krónu í býnum, tí eg eri undir 18, so tað var systirin, sum bjóðaði. Astrid vann milliónina – Vit hava stúrt fyri, at eg kanska mátti selja ryssuna, sum eg fekk frá babba, tí eg hevði ikki ráð at hava hana. Men nú er ryssan bjargað, og tað er tað besta. Tað sigur 17 ára gamla Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum fríggjakvøldið gjørdist eina millión ríkari, tá hon vann í Gekkinum