Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Hon helt, at tað var ikki á hvørjum degi, at eg vann eina millión, so tí skuldi eg sleppa við i býin, greiðir Astrid Eiriks­dóttir Reynheim frá. Familjan fær pengar Hóast tað er gott at vita, at tú ikki manglar pengar, so er ikki heilt lætt at vera 17 ár og vinna eina millión. – Eg haldi, tað er eitt sindur ringt, tí eg veit ikki, hvat eg skal brúka pengarnar til. Eg seti nokk bara tað mesta inn í bankan á eina stongda kontu, soleiðis at eg ikki bara brúki allar pengarnar til okkurt tvætl, sigur Astrid Eiriks­dóttir Reynheim. Hon ætlar sær tó at brúka ein part av milliónini beinan­ vegin. – Tað fyrsta eg fari at keypa er ein iPhone 5s. Tað havi eg ynskt mær leingi, men havi ikki havt ráð. Men ann­ars havi eg sjálv avgjørt, at tær fýra systrarnar hjá mær skulu hava 50.000 hvør, og so fær mamma 100.000 krón­ur. Vit hava øll brúk fyri pengum, og tá eg gevi teimum hatta burturav, so havi eg hóast alt 700.000 krónur eftir, og tað er framvegis nógv­ir pengar, sigur Astrid Eiriks­dóttir Reynheim. Nakað, sum gekkavinnarin er serliga fegin um, er, at hon nú ikki skal hugsa um at sleppa sær av við ryssuna, sum hon fekk frá pápanum, Eirikki Reynheim, í november í fjør. – Babba doyði av krabba­ mein í januar, og tí hevur tað bara verið ein inntøka í húsinum, og tað er ikki nógv, tá mamma hevur hús, bil, fjós og annað at betala. Men nú skulu vit ikki hugsa um tað, sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum sigur, at tey hava hugsað nógv um pápan sein­astu dagarnar. – Honum dámdi væl at spæla eitt nú Lotto og V4, og tá stórir vinningar vóru á skránni, var hann altíð klárur at spæla. Eg rokni við, at hann hevði verið nakað glaður, um hann hevði verið her nú og upplivað hetta, sigur Astrid Eiriksdóttir Reyn­heim. Tá Gekkurin aftur er á skránni fríggjakvøldið, er hann á 100.000 krónum. Hóast tað ikki er ein millión, heldur Astrid Eiriksdóttir Reyn­heim, at tað eisini eru nógvir pengar at vinna, men hon væntar ikki, at hon fer at spæla við. – Eg havi ongantíð verið tann, sum hevur tímað at spælt hesi ymsu spølini, og nú vann eg seinasta fríggja­ kvøld, so eg rokni ikki við, at eg fari at spæla við aftur hesaferð. rannva@sosialurin.fo Millióningur – Hetta er so óveruligt enn, at eg fái meg ikki ordi­liga at trúgva, at eg eigi eina millión., sigur Astrid Eiriksdóttir Reynheim Mynd: Álvur Haraldsen