týsdagur 1. oktober 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Áki Bertholdsen
Tað er ikki skynsamt at gera
Kommunuskúlan aftur til
skúla.
Tað heldur ein arbeiðs
bólkur hjá Tórshavnar Bý
ráði, sum hevur kannað
skúlaviðurskiftini í Havn.
Tað er umsitingin hjá
Tórshavnar
Býráð
hevur
kannað tørvin á skúlum í
Havnini í framtíðini og sam
stundis hevur umsitingin
gjørt nøkur tilmæli um,
hvussu skúlarnir skulu skip
ast í Havn tey næstu 30 árini.
Í høvuðsheitum hevur
arbeiðsbólkurin tvey tilmæli
um, hvussu skúlabygningur
in í kommununi skal verða.
Eftir báðum tilmælunum,
verður víst á, at lutfalsliga
eru tað so fá børn í miðbýn
um, at tað skynsamasta er
at niðurleggja Kommunu
skúlan. Annars verður mett,
at tað fer at kosta 120 millión
ir at gera hann aftur til skúla.
Samstundis skal Nám X
flytast úr Eysturskúlanum,
antin inn í sjálvt hjartað í
Havnini, ella út á Argja skúla.
Harafturat er tað ein
partur í hesum báðum til
mælunum, at ein nýggjur
Vesturskúli verður bygdur í
Vesturbýnum.
Bæði
tilmælini
leggja
eisini upp til, at næmingar
nir úr teimum smáu bygda
skúlunum, og úr Frískúla
num við Hoyvíkstjørn, fara
í Eysturskúlan, tá teir skulu
í 8. flokk.
Í dag eru pláss fyri 14 spor
um frá 1. til 7. flokk í teimum
skúlum, sum eru, men ar
beiðsbólkurin er komin eftir,
at framyvir verður bara
brúk fyri 12 sporum frá 1. til
7. flokk og 13 sporum í 8. Og
9. flokki, fyri at gagnnýta
játtanina sum best.
Tað merkir, at ein tvey
sporaður fólkaskúli frá 1. til
7. flokk kann takast úr byg
naðinum og tað er í sjálvum
miðstaðarøkinum, sigur Ar
beiðsbólkurin.
Hann mælir eisini til, at
fleiri næmingar enn higartil
úr vesturbýnum skulu ganga
í skúla á Argjahamri til tess at
fullnýta høliskapasitetin har,
tí har er pláss fyri nógv fleiri
næmingum. Samstundis
mælir arbeiðsbólkurin til, at
Venjingarskúlin verður seld
ur.
Umframt tey bæði tilmæl
ini, arbeiðsbólkurin heldur
tæna endamálinum best, eru
eisini tvey onnur tilmæli og
í øðrum av teimum er eisini
Kommunuskúlin ein partur.
Legga skúlar saman
Eftir
øðrum
tilmælinum
verða tvey spor í Eystur
skúlanum frá forskúla til
7. flokk og trý spor í 8. og 9.
flokki.
- Samstundis skal Nám X
flyta úr Eysturskúlanum út í
Argja skúla.
- Við hesum verður eisini
pláss fyri tveimum sporum
til frítíðarskúla til forskúla, 1.
og 2. flokk í Eysturskúlanum.
Hinvegin verða Kommun
uskúlin og Sankta Frans
Skúli lagdir saman í ein
Miðbýarskúla, sum verður
í Sankta Frans skúla og í
Kongagøtu.
- Miðbýarskúlin verður
ein tvey sporaður skúli frá
forskúla til 7. flokk. Smá
barnaskúlin
í
Kongagøtu
kann vera til forskúla til 2.
flokk, men hinir flokkarnir
verða so í Sankta Frans skúla.
Arbeiðsbólkurin
sigur,
at við hesi skipanini verður
pláss fyri frítíðarskúla til for
skúla til 2. flokk í Miðbýar
skúlanum, men tó verður
neyðugt at dagføra hølini til
frítíðarskúla.
Harafturat verður Vestur-
skúlin ein tvey sporaður skú
li frá forskúla til 7. flokk, og
fýra sporaður í 8. og 9. flokki.
Samstundis skulu næm
ingar úr Miðbýarskúlanum
fara í 8. flokk í Vesturskúla
num.
Arbeiðsbólkin heldur, at
tað er avgerðandi, at Vestur
skúlin verður bygdur soleiðis,
at tað ber til at byggja hann
út, skuldi fólkatalið aftur
farið at vaksa.
Bólkurin sigur, at fyri
munirnir við hesi skúla
skipanini eru:
- Allir miðstaðarskúlarnir
hava forskúla í skúlanum.
- Allir miðstaðarskúlarnir
hava frítíðarskúla til forskúla
til 2. flokk í skúlanum,
- 8. og 9. flokkur verða
skipaðir í tríggjar og fýra
flokkar og tað gevur størri
møguleika fyri fleiri vallæru
greinum og betri fakligum
umhvørvi.
-
Vesturskúlin
kann
byggjast út við einum spori
um tørvur er á størri skúla
bygnaði, enn framrokningin
vísir. Tað ber ikki eins væl til
í øðrum skúlum.
Hinvegin er vansin tann,
at Miðbýarskúlin verður ikki
í einum skúlabygningi. Tó
kann forskúli til 2. flokk skip
ast fyri seg, og hinir flokkar
nir fyri seg.
Lív í Miðbýin
Eftir hinum uppskotinum
verður Nám X flutt úr Eystur
skúlanum inn í Miðbýin í
skúlan í Kongagøtu.
Nám X verður sostatt ein
miðbýarskúli, sum skal halda
til í smábarnaskúlanum í
Kongagøtu og í Gamla Real
skúlanum.
- Haraftrat verður bygdur
ein nýggjur bygningur í
garðinum hjá Frk. Cohr til
fakhøli og verkstøð.
Arbeiðsbólkurin heldur,
at tað fer at seta sín dám á
miðbýin.
- Her er talan um 175-200
hálvvaksnir næmingar, sum
síggjast aftur í býarmyndini.
Arbeiðsbólkurin
vísir
eisini á, at í miðbýnum liggur
skúlin høgliga fyri, tá ið
hugsað verður um bókasavn,
leikhús, spælistøð, fyritøkur,
stovnar o.s.fr.
- Teirra skúladagur er
eisini meira uttanfyri sjálvan
skúlan, staðfestur arbeiðs
bólkurin.
Annars verða tvey spor í
Eysturskúlanum frá forskúla
til 7. flokk og trý spor í 8. og
9. flokki. Av tí, at Nám X
flytur verður eisini pláss
Nám X verður
sostatt ein miðbýar
skúli, sum skal halda til
í smábarnaskúlanum í
Kongagøtu og í Gamla
Realskúlanum
Hinvegin verða Kommunuskúlin
og Sankta Frans Skúli lagdir saman í
ein Miðbýarskúla, sum verður í Sankta
Frans skúla og í Kongagøtu
Kommunuskúlin
skal niðurleggjast
SKÚLAR Í HAVN Kommunuskúlin skal ikki
verða skúli aftur og Nám X skal flytast úr
Eysturskúlanum, inn í Miðbýin, ella út í Argja Skúla