týsdagur 1. oktober 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
fyri tveimum sporum til frí
tíðarskúla til forskúla, 1. og 2.
flokk í Eysturskúlanum.
Í miðbýnum verður Sank
ta Frans skúli. Har verður
eingin broyting, tí hann
verður framvegis ein tvey
sporaður skúli frá forskúla
til 7. flokk, og frítíðarskúli til
forskúlan verður framvegis í
skúlanum.
Vesturskúlin verður tvey
sporaður frá forskúla til 7.
flokk, og fýra sporaður í 8.
og 9. flokki. Næmingar úr
Sankta Frans skúla fara í 8.
flokk í Vestuskúlan.
Arbeiðsbólkurin
stað
festur, at við hesum fær
Eysturskúlin fær pláss bæði
fyri forskúla og frítíðarskúla
frá forskúla til 2. flokk.
Harafturat verða 8. og
9. flokkur í trimum og fýra
flokkar og tað gevur størri
møguleika fyri fleiri vallæru
greinum og betri fakligum
umhvørvi
Verður tørvur á tí, kann
Vesturskúlin
somuleiðis
byggjast út við einum spori
og tað ber ikki líka væl til í
øðrum skúlum.
Hinvegin er vansin við
hesi loysnini, at Sankta Frans
skúli hevur ikki frítíðarskúla
til 1. og 2. flokk, sigur arbeiðs
bólkurin.
Áki Bertholdsen
Tað er greitt, at skal nýggi
skúlabygnaðurin setast í
verk, verður talan um eitt
ódnartak fyri Kommununa.
Sum tað sæst í hinari
greinini, hevur ein arbeiðs
bólkur hjá Býráðnum kann
tørvin á skúlum í Havnini
hesi næstu 30 árini og sam
stundis
hevur
bólkurin
mælt til kollveltandi broyt
ingar, sum fara at krevja
stórar íløgur og umleggingar
hesi næstu árini.
Tilsamans fer ætlanin
at kosta yvir 200 milliónur
krónur.
Arbeiðsbólkurin
vísur
á, at Eysturskúlin verður
liðugt
høvuðsumvældur
í summar, men skal hann
eisini hýsa frítíðarskúla,
verður neyðugt við smá
vegis útreiðslum afturat til
ymsar tillagingar.
Sankta Frans skúli krevur
eisini eina høvuðsumvæling
og hon er mett at kosta ein
ar 31 millionir krónur.
Hvussu nógv tað fer at
kosta at byggja ein nýggjan
Vesturskúla, veldst sjálvsagt
um, hvussu stórur hann skal
vera.
Verður skúlin tvey spor
aður frá forskúla til 7. flokk
og fýra sporaður í 8. og 9.
flokki, og skal hann har
afturat hava frítíðarskúla,
fer hann at kosta einar 180
milliónir krónur, tá ið sam
mett verður við skúlan á
Argjahamri.
Men
arbeiðsbólkurin
heldur, at tað er rætt at
kanna um tað ikki ber til at
byggja einfaldari og bíligari.
Samstundis
hevur
arbeiðsbólkurin ikki mett
um, hvat kommunan kann
fáa fyri at selja
onkran skúla sum kans
ka verður til avlops í nýggja
skúlabygnaðinum.
Harafturat hava bæði
Argja skúli og Hoyvíkar
skúli, tørv á eini høvuðsum
væling um ikki so langa tíð.
Flytir Nám X flytur út í
Argja skúla, er væntandi, at
tað verður neyðugt við um
vælingum fyri einar 15 til 20
milliónir krónur.
Men flytur Nám X inn
í miðbýin við Kongagøtu,
verður mett, at neyðugt
verður at byggja nýggj
skúlahøli
fyri
einar
25
milliónir krónur.
Skulu skúlarnir í kommu
nuni harafturat fyrireikast
til forskúla og frítíðarskúla,
er væntandi at ávísar út
reiðslur skulu brúkast til
ymsar tillagingar.
Hinvegin er eingin neyv
kostnaðarmeting um, hvat
ein sjálvstøðugur frítíðar
skúli kostar, men prísurin er
tann sami, sum tað kostar at
byggja skúlar og dagstovnar,
sigur arbeiðsbólkurin.
Skúlastýri hoyrast
Arbeiðsbólkurin staðfestur,
at nær ein nýggjur skúla
bygnaður verður settur í
verk, veldst sjálvsagt um,
hvussu frammaliga býráðið
raðfestur spurningin.
Men
staðfest
verður
samstundis, at tað verður
neyðugt at leggja málið fyri
skúlastýrini fyri
Eysturskúlan, Kommu
nuskúlan,
Sankta
Frans
skúla og Venjingarskúlan til
hoyringar.
Hetta eru skúlar, sum
verða ávirkaðir av bygnaði
num og tískil skulu skúla
stýrini hava høvi til at
gera sínar viðmerkingar til
ætlanina.
Av tí at talan verður um
at leggja skúlar saman, verð
ur eisini neyðugt at taka
Mentamálaráðið við upp á
ráð.
- Tá ið skúlarnir í mið
staðarøkinum skulu hava
tveir flokkar færri í hvørjum
árgangi, verður neyðugt at
hava hetta í huga í sambandi
við í innskrivingini í fyrsta
flokk.
- Hetta kann gerast til
næstu innskriving í januar
2014, sigur arbeiðsbólkurin.
Hetta krevur, at hvat
børnum í vesturbýnum við
víkur, er neyðugt, at innskri
vingin verður betri stýrd,
enn hon er nú.
Arbeiðsbólkurin staðfest
ur, at hetta merkir, at frælsi
at velja skúlar verður skert,
tí fleiri børn í vesturbýnum
skulu í skúlan á Argjahamri,
har pláss er fyri nógv fleiri
næmingum.
Somuleiðis verður neyð
ugt at leggja nakrar flokkar
saman.
- Hetta kann gerast við at
upploysa allar flokkar, sum
verða ávirkaðir av skipan
ini, og so blanda kortini av
nýggjum, sigur arbeiðsbólk
urin.
Kostar yvir
200 milliónir
SKÚLAR Í HAVN Tað verður eitt ódnartak hjá Tórshavnar
Kommunu at leggja allan skúlaskapin í Havnini um,
soleiðis sum ein arbeiðsbólkur mælir til
Tískil skulu
skúlastýrini hava
høvi til at gera sínar
viðmerkingar
Sam
stundis
mælir ar
beiðsbólk
urin til, at
Venjingar
skúlin verð
ur seldur
Nógv pláss
Í nýggja skúlanum á Argjahamri er pláss fyri nógv fleiri næmingar og tískil er ætlanin
at fleiri børn í Vesturbýnum skulu út á Hamaran at ganga í skúla
Skúli til avlops
Í framtíðini verður ikki brúk fyri Kommunuskúlanum
í Havn. Tað heldur ein arbeiðsbólkur, sum hevur mett
um tørvin á skúlum í Havnini hesi næstu 30 árini.
Hinvegin hevði tað fingið rættiligt lív í miðbýin at flutt
Nám X úr Eysturskúlanum, heim í hjartað í Havnini