Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Talið av verksmiðjuskipum er minkað við einum skipi í tíðarskeiðnum 2008 til 2012. - Hyggja vit at nettosøluni og taka árið 2009 burtur úr, hevur sølan ligið ógvuliga støðug millum 280 og slakar 300 miljónir krónur. Fróði Sivertsen vísti á, at posturin “annar kostnaður” hevur sveiggjað nakað, men vit síggja eisini eitt stórt sveiggj frá 20011 til 2012 á 25%, tó at nettosølan hetta árið bert vaks við 1%. Hetta ávirkar úrslitið í 2012, sum soleiðis ikki verður eins gott og í 2011. - Hetta er eisini tann einasti bólkurin, har starvs­ fólka­kostnaðurin er øktur meiri í prosentum enn netto­ sølan. Hann segði í síni framløgu, at fíggjarkostnaðirnir hjá hesum partinum av flota­ num eru nógv minkaðir, og or­søk­in er, at skipini eru nógv niðurgoldin hesi árini. - Veiðinøgdin er økt í tíðar­skeiðnum. Vit skulu eisini hava í huga, at Føroyar í parti av hesum tíðarskeiði ikki hava havt sáttmála við Noreg, men í staðin hava Før­oy­ar fingi størri kvotur í russisk­um sjógvi. Hesi skip hava eisini partvís luttikið í makrel­fiskis­kapi í føroyskum sjóg­vi. Fróði vísti á, at miðal­ prísurin hevur verið lækk­ andi í hesum 5-ára skeiði, og sæð yvir alt tíðarskeiðið er hann lækkaður við 22%, eins og hann er lækkaður við 8% ár­ini 2011 til 2012. - Onkrar ábendingar eru um, at miðalprísurin fer at ver­ða enn lægri í 2013. Fróði segði, at øll verk­ smiðju­skipini hava megnað at hava eitt positivt ebidta, eisi­ni tey truplu árini í 2008 og 2009, og í árunum 2010, 2011 og 2012 hava eisini øll verk­smiðju­skipini havt eitt posi­tivt ebidta. - Hyggja vit eftir fíggjar­ støðu­ni hjá hesum parti­num av flotanum yvir nevnda 5-áraskeið, er hon økt við 6%. Eginognin í verk­smiðju­ flotanum er økt við 7,4% hesi árini, og langfreistaða skuld­in hjá skipunum er fallin munandi. Hinvegin er samlaða skuldin kortini økt við 7%. Gjaldførið hjá verk­ smiðu­skipum er eisini gott. Hann segði, at árini 2010 til 2012 vísa lyklatølini eisini, at gongdin hevur verið góð. Niðurstøða Í síni niðurstøðu um verk­ smiðju­trolararnar, segði Fróði Sivertsen, at hesir sam­an­lagt høvdu hall í 2008 og 2009, men síðan 2010 hava teir havt avlop í rakstrinum. Tó er úrslitið aftur fallið mun­andi árini 2011 til 2012. - Verksmiðjutrolararnir hava eitt gott gjaldføri í 2012, men soliditeturin er óbroytt­ ur í 2012 í mun til í 2008. Tað hevur ikki eydnast grann­skoðaravirkinum Janu­ ar at fáa neyv hagtøl yvir miðal­prís og veiðinøgd fyri fyrs­tu átta mánaðirnar í 2013, men greitt er, at prísirnir eru faln­ir í 2013 í mun til í fjør. At enda verður sagt, at av tí, at umvælingar og út­skift­ ingar eru farnar fram í hesum parti­num av flotanum í ár, er vænt­andi, at árið 2013 verður nak­að lakari enn 2012. Góð gongd hjá verksmiðjutrolarum - Hyggja vit eftir fíggjarstøðuni hjá verksmiðjutrolarum yvir eitt 5-áraskeið, er hon økt við 6%, og eginognin er økt við 7,4%. Gjaldførið hjá verksmiðuskipum er eisini gott, sigur grannskoðaravirkið Januar Lyklatøl yvir gongdina hjá verksmiðjuflotanum Kelda: Januar Samanlagt høvdu verksmiðjutrolararnir hall í 2008 og 2009, men síðan 2010 hava teir havt avlop í rakstrinum. Tó er úrslitið aftur fallið munandi árini 2011 til 2012. Skipini hava tó eitt gott gjaldføri í 2012