týsdagur 1. oktober 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað eru bara tvey rækjuskip
eftir í skipabólkinum rækju
skip.
- Hyggja vit eftir gongdini
hjá hesum skipum, serliga í
2011 og 2012, er vend komin í,
soleiðis rækjuskipini saman
lagt hava givið eitt positivt
avkast. Um hetta avkast er
nøktandi ella ikki, mugu teir,
sum eiga skipini, meta um.
Tað segði Fróði Sivertsen,
tá hann á framløgufundi
herfyri vegna grannskoðara
virkið
Januar
greinaði
gongdina í føroyska fiski
skipaflotanum.
Hann segði, at í 2008 vóru
skipini trý í tali, og tá lá netto
sølan á 116,3 miljónum krón
um - og í 2012 lá hon á sløkum
100 miljónum krónum. Hetta
er eitt fall á 14% í mun til 2008,
tá skipini vóru trý í tali.
Fróði segði, at ein vøkstur
hevur verið í nettosøluni á
16% árini 2011 til 2012, sam
stundis sum annar kostnaður
er øktur við umleið 13 miljón
um krónum.
- Óvanligar útreiðslur hjá
øðrum skipinum sláa ógvus
liga út fyri allan bólkin, legði
hann aftrat.
Betri miðalprísur
Tað er serliga miðalprísurin,
sum hevur gjørt, at gongdin
hjá rækjuskipum er vend.
- Í 2008 høvdu skipini
ein miðalprís, sum var nið
ri á 12 krónum fyri kilo.
Prísurin hevur verið støð
ugt hækkandi øll árini og er
fyri árið 2012 á 20,46 krónum
fyri kilo. Tað er ein hækking
í hesum 5-áraskeiði á 65% -
og árini 2011 til 2012 er miðal
prísurin øktur við sløkum
27%.
Hann
segði,
at
økti
rækjuprísurin er høvuðs
orsøkin til betraðu gongdina,
tí talið av tonsum er nærum
farið niður í helvt í sama
5-áraskeiði.
Ymisk gongd
- Ebidta hjá báðum rækju
skipunum er rættiliga ymiskt.
Í tíðarskeiðnum 2008 til 2012
hevur annað skipið øll árini
havt eitt positivt ebidta, og
í 2011 hava bæði skipini eitt
positivt ebidta.
Fróði Sivertsen segði, at
rækjuskipini standa í umleið
60 miljónum krónum í virði
við loyvum.
- Um vit høvdu hugt long
ur aftur, høvdu vit sæð, at
gongdin hjá rækjuflotanum
øll árini undan vóru vánalig,
og skip fóru eisini úr flota
num. Við árslok 2008 var
eginognin hjá rækjuskipum
faktiskt negativ. Úrslitini ser
liga hesi seinastu árini hava
gjørt, at eginognin aftur er
vorðin positiv, men fram
haldandi er soliditeturin í
lægra lagi. Skuldin er minkað
við 46%.
Sær betri út
Samanumtikið helt Fróði, at
tað sær betri út hjá rækju
flotanum, enn tað hevur
gjørt í fleiri ár.
- Lyklatølini vísa tað sama,
serliga tølini yvir gjaldføri,
sum als ikki vóru nøktandi í
2008 og 2009. Men, árini 2010,
2011 og 2012 eru tey komin
upp á eitt nøktandi støði.
Í síni niðurstøðu um
rækjuflotan, segði hann, at
gongdin er vend í tíðarskeið
num frá 2008 til 2012, og at
rækjuskipini hava nøktandi
úrslit í 2011 og 2012. Gjaldførið
er batnað munandi, men
soliditeturin er framvegis ov
lágur við árslok 2012.
- Veiðinøgd og prísir hava
hildið sær nøkulunda higar
til í 2013, og væntandi er, at
rækjuskipini aftur fara at
hava eitt positivt úrslit í 2013,
segði Fróði Sivertsen.
Rækjuflotin er
komin aftur á beint
- Gongdin hjá rækjuflotanum er vend í tíðarskeiðnum 2008 til
2012, og rækjuskipini hava nøktandi úrslit árini 2011 og 2012.
Gjaldførið er batnað munandi, men soliditeturin er framvegis ov
lágur við árslok 2012. Væntandi er, at rækjuskipini fara at hava eitt
positivt úrslit aftur í 2013, heldur grannskoðaravirkið Januar
Uppsjóvarflotin
fiskaði
341.647 tons í 2008. Tá høv
du vit eina svartkjafta
kvotu sum var oman fyri
200.000 tons. Nakað lótu
vit russum, men skipini
fiskaðu eisini nógv. Tí var
veiðan hetta árið ógvuliga
høg.
- Í 2009 fingu vit eitt
stórt fall, tí svartkjafta
kvotan minkaði niður í
nærum einki. Síðan hevur
veiðan ligið rundan um
hesi 200.000 tonsini um
árið. Fróði Sivertsen hjá
grannskoðaravirkinum
Januar segði á framløgu
fundi um fiskiskipaflotan,
at tað, sum kanska er mest
áhugavert, er gongdin í
miðalprísinum hjá nóta
flotanum, sum hon hevur
verið hesi árini.
- Her síggja vit eina
hækking frá miðalprísi
num í 2008, sum var 1,61
krónur fyri kilo, til hann
við árslok 2012 var 5,10
krónur fyri kilo. Hækkaði
miðalprísurin gevur eisini
eina sølu fyri hvønn fiski
dag, sum hevur verið
hækkandi heilt fram til
2011. Miðalprísurin fellur
so aftur í 2012.
Hann visti á, at dag
arnir á fiskileið hava
sveiggjað nakað, men sum
heild hava teir verið hæk
kandi.
Ymisk úrslit
Úrslitið hjá uppsjóvar
skipunum eru ymisk.
- Hyggja vit eftir ebid
ta fyri tíðarskeiðið 2008
til 2012, síggja vit, at hóast
gongdin hjá hesum part
inum av flotanum hevur
verið góð, er tað kortini
øll árini onkur skip, sum
hava eitt negativt ebidta,
meðan onnur hava eitt
rímiliga
høgt
ebidta.
Skulu
vit
siga
nakað
generelt um bólkin, so er
tað ídnaðarskipini, sum
liggja í tí lakara endanum
– og nótaskipini í tí ovara
endanum.
At ebidta er negativt,
merkir, at felagið ella
skipið hevur eitt negativt
úrslit fyri rentur og av
skrivingar.
- Hyggja vit at fíggjar
støðuni hjá uppsjóvar
flotanum, eru samlaðu
aktivini økt við 22,1%.
Hetta kemst av eini øk
ing í støðisognini, segði
Fróði Sivertsen hjá grann
skoðaravirkinum Januar.
Miðalprísuri hjá
uppsjóvarskipum
nógv øktur
- Prísirnir hava verið
hækkandi fram til 2011
og fella so aftur í 2012
Í 2008 høvdu rækjuskipini ein miðalprís á 12 krónum fyri kilo. Miðalprísurin hevur verið støðugt hækkandi øll
árini og er fyri árið 2012 á 20,46 krónum fyri kilo. Tað er ein hækking í hesum 5-áraskeiði á heili 65%