Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Makrelstovnurin – 10 mió. ella 2,5 mió. tons? Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Eru norðulendsku kanning­ arnar rættar og hava norsku fiskifrøðingar rætt? Kanningarnar, sum Før­ oy­ar, Ísland og Norra hava gjørt í ár, vísa allar, at ong­ an­tíð hevur verið so nógvur makrelur í hesum øki­num sum nú. Ja, norskir ser­frøð­ ingar meta, grundað á kann­ ing­arnar hesi 2 seinastu árini, at makrelstovnurin er 8,8 mió. tons og at henda ovur­stóra nøgdin av makreli flytir seg longur norður- og vestur­eftir, enn fyrr. Men, hví er ES ikki við í hes­um kanningum og hví er ES ikki sinnað at gera líkn­andi kanningar í teirra havøki yvirhøvur. Í seinastu viku kundu skip, sum royndu í ES-sjógvi staðfesta, at har var ongin makrelur, men at tað sindri, sum teir fingu, var móti tí føroyska markinum.  Støddin á makrel­ stovninum ICES metir makrelstovnin at vera 2,5 mió. tons og kvot­ urnar eru ásettar eftir hesum, meðan kanningar hjá Norra, Føroyum og Íslandi í ár vísa, at stovnurin er 8,8 mió. tons, og harvið ikki langt frá tí, sum norski havgranskarin Jens Chr. Holst hevur víst á, at makrelstovnurin er 3 til 4 ferðir størri enn serfrøðingar hjá ICES hava hildið hann vera, soleiðis at stovnurin ístaðin fyri at vera 2,5 mió. tons er umleið 10 mió. tons. Eg vóni tí, at ICES, sum í hesum døgum fundast um og viðgerð fiskastovnarnar, ásetur eina kvotu, ið er sam­ svarandi tí støddini á makrel­ stovninum, sum hesar kann­ ingar vísa. Føðin hjá makrel­ stovninum Er tað rætt, sum fiskifrøð­ ing­ar siga, at hesin ovurstóri makrelstovnurin tømir havið fyri føði og er makrelurin, sum hjá okkum hevur staðið “í klettin”  alt summar, ein hótt­an móti verandi fiska­ stovn­um og fuglalívi við Før­ oy­ar? Er tað rætt, at tann stóri makrelstovnurin er orsøk til, at nógv sild er deyð í hungri í norskum sjógvi síð­ an 2009, og at tann veldugi makrelstovnurin nú í stremb­ anini eftir føði, hevur broytt ferðamynstur, so hann kemur longur vestur- og norður­ eftir, orsakað av hitanum og føðini í sjónum, so er hetta í samsvari við tað, sum vit hava upplivað í havøkinum rundan um Føroyar hesi seinastu árini, har alt havið um Føroyar, hevur kókað av makreli og sild. Tá veruleikin nú er hesin í føroyskum havøki, so kunnu vit vænta, at hesin skjótt vaks­andi makrelstovnur kemur at hava við sær, at okk­ara verandi margfalda lív­frøðiliga skipan fer úr spóna­lag­num. Vísandi til tað, sum Norska Havforskningsinstituttet sigur sum fakta um makrelin, at “hann lever av plankton, fiskelarver og småfisk”, so er makrelstovnurin tann veru­ liga hóttanin móti hýsu- og toskastovnunum v.m. undir Føroyum - og ikki verandi veiðitrýst.  Hvat er at gera? Er tað rætt, tá fiskifrøðingur vísur á, at bara tvinnir kostir  eru í at velja, fyri at lívbjarga øðrum fiskastovnum. Annar er at fiska makrelstovnin niður á eitt burðardygt støðið og hin er, at lata standa til og lata skipanina kollapsa, og lata niðurbræðingina av verandi botnfiskastovnum halda fram, og síðani fara undir royndir at byggja fiska­stovnarnar upp aftur av nýggjum. Vit eiga sjálvandi at fiska burðardygt og fiska meira burtur av makrelstovninum enn higartil, og tí eru tað vit føroyingar, sum hava bor­ið okkum rætt at í fiski­ skap­inum eftir makreli, bæði í mun til verandi fiska­ stovn­ar og fyri at halda makrelstovnin á  einum burðardyggum støði, og ikki sum vit verða skuldsettir fyri, at ovurfiska og harvið oyða makrelstovnin. Revsitiltøk móti Føroyum Er tað rætt, at ICES við einari skeivari stovnsmeting og harvið skeivari ráðgeving viðv. kvotuni av makrelinum, hevur fingið londini rundan um okkum at stempla Føroyar sum teir, ið  ovurfiska og harvið oyða makrelstovnin, tá veruleikin er, at Føroyar við at gera tað, sum er rætt í okkara sjóøki, rætt er móti okkara fiskiflota og sum er bæði rætt og neyðugt fyri at verja og varðveita øko- skipanina, nevnliga at fiska eina størri nøgd av makreli, nú verða boykottaðir av ES og Norra, so er tað alneyðugt, at fáa hetta broytt. Tí skulu vit brúka alla okkara orku og vitan uppá at prógva yvir fyri okkara granna-londum og ICES, at veruleikin er ein annar enn ICES higartil hevur hildið, bæði tá talan er um støddina á makrelstovninum og tá talan er um ferðingarmynstri hjá makrelinum, tí allar kann­ingar vísa, at tann stóri makrelstovnurin hevur broytt ferðamynstur vestur­ eftir til Føroyskt, Íslendskt og Grønlendskt sjóøki og norður­eftir til Norskahavið  og Barents­havið. Vónandi  verður stað­ fest­ingin av broytta ferða­ mynstrinum og úrslitini av teimum kanningum, sum norðanlond hava  gjørt viðv. makrelstovninum, funda­ mentið fyri eini áseting av heildarkvotuni. Síðani kann hetta skapa grundarlag fyri eini semju millum øll stranda­londini um eina av­ talu um makrelin og sildina, sum øll eru nøgd við og sum vónandi kann hava við sær, at revsitiltøkini móti Før­oy­ um verða avtikin. Vassula Ryden: Boðberi av Guðs orði í okkara tíð? Tíðindaskriv Leygardagin 5. okt. heldur Heidi Kyhl fyrilestur um Vassulu, hennara profetiir og samskifti við Guð. Vassula Ryden, boðberi av Guðs orði í okkara tíð við heitinum, ”Satt lív í Guði,” boðskapunum. Hvør er Vassula? Vassula Rydén varð fødd tann 18. januar 1942 í Egyptalandi. Familja hennara, sum er griksk ortodoks, hevur gjøg­ num fýra ættarlið búð í Egypta­landi. Vassula var ein gávurík kvinna, sum ferðaðist í hægru samfelagsløgum; ein hugvekjandi listamálari, full­nøgd í vertskapi, tennis­ meistari og mótamodell í høv­uðsstaðnum Bangladesh. Eins og nógv fólk nú á døg­ um hevði hon ongantíð lagt nakað í Guð ella tað anda­ liga lívið. Hon hevði ongan­ tíð ímyndað sær, at Guð ein dagin í 1985 óvæntað opinberaði seg fyri henni, tá hon enn búði í Bangladesh við svenska manni sínum og tveimum synum. Í byrjanini av hesum opinberingum varð Vassula førd gjøgnum eina fyrireiking av sínum verndareingli Dánjal. Hann fyrireikaði hana til seinni at taka ímóti boðskapum frá Guði sjálvum. Hví Vassula? Ein kundi spurt, hví Guð kallaði ein, ið var so avmarkað og hevði so lítlan áhuga og vitan innan kirkju og trúgv, sum ongantíð hevði tráað eftir Guði. Vassula spurdi sjálv Guð hesar spurningar, og svar Hansara var fylgj­ andi: "Eg valdi teg vegna tína neyðarstøðu; gjøgnum tína neyðarstøðu vil Eg vísa Mítt miskunnsemi, gjøgnum tín einkisleika vil Eg vísa Mín myndugleika og Mína megi og at Eg Eri, so verð verandi eitt einki." Í byrjanini var hon full­ komiliga ørkymlað og bar ótta fyri, at hon varð villleitt; henda óvissa var av sonnum hennara størsti krossur, av tí at hon ongantíð fyrr hevði hoyrt, at Guð í roynd og veru orðber Seg sjálvan til fólk í okkara egnu tíð. Av hesi orsøk óttaðist hon og royndi at berja burtur hesa uppliving, men ístaðin fyri at linka um, vendi Guð sær til hennara við enn størri styrki. So við og við sum tað heilaga samskifti mentist, fór týðilig broyting fram, har Vassula vaks í trúgv, vitan og kærleika til Guð. Hvat siga boðskapirnir? Boðskapirnir, ið eru frá Heilagu Tríeindini og Jomfrú Mariu, fortelja aftur og aftur, at Guð eksisterar, og at hann elskar menniskjuni, at hann syrgir yvir menniskjaskapta skilnaðin av kristnu kirkj­ unum, soleiðis sum tað er í dag. Í boðskapunum kallar Gud menniskjuni at angra synd­irnar, og at venda aft­ur til Guð og sameina okk­um við hann. Friður, kær­leiki og sameining eru aftur­ vendandi evni. Vassula sigur, at Jesus sigur: at tá vit lesa boðskapirnar, skulu vit taka navnið ”Vassula” burtur, og seta okkara egna navn ístaðin. Í boðskapunum eru eisini fleiri profetiir, har summi eru gingin út, eitt nú tá tvíburatornini í World Trade rapaðu, hevði Vassula fingið henda boðskap júst 10 ár frammanundan tann 11. sept. Í 1991. Eisini hevði Guð opinberað tsunamiuna í Asia fyri henni. Satt lív í Gudi Í fylgi Vassulu er tað Guð sjálv­ur, ið hevur valt at nevna hesar guddómligu boð­ skapir: fyri ”Satt lív í Guði.” Boðskapirnir hava rørt menn­iskju kring allan heim­ in. Bæði teologar, biskupp­ar, prestar og bíbliu­køn trúgva, at hennara boð­skapir eru autentskir og ektaðir, at Guð gjøgnum hana, vendir sær til hvønn einstakan – óansæð trúgv. Higartil hevur hon talað meira enn 1000 ferðir í 79 londum, og eru boðskapirnir komnir út á 42 tungumálum. Teir eru skrivaðir í slíkum greiðum og beinleiðis máli, at ein og hvør í lesi-aldri kann skilja teir. Samstundis er innihaldið ríkt og djúphugsið. Líkamikið hvagar hon er boðin, hvørt hetta er í Asia, Amerika, Australia, Afrika ella Evropa, verður hon mót­ tik­in av mannamúgvum úr øllum aldursbólkum og frá øllum hugsandi sosialum bólk­um og umhvørvum, bæði kristnum og ikki-kristnum. Millum tey sum koma at hoyra hennara vitnisburð eru ikki einans leikfólk, men eisini teirra andaligu leið­arar: prestar, munkar, nunnur, bispar, erkabispar, kardi­nalar, sendiharrar páv­ans og kleysturovastar. Eisini aðrir átrúnaðir, so sum ísraelskir jødar og budd­ histiskir munkar frá Hiro­ shima, hava boðið henni at vitna. Áhoyrarafjøldirnar á hennara møtum hava ver­ ið upp í 150.000 fólk, og í summum londum vóru eisini nógvir muslimar, hinduar, buddhistar og jødar. Tann sannroynd at Vassula er før fyri at skriva um slík djúp­ tøkin andalig evni uttan at mistaka seg, hóast hon ongan­tíð hevur fingið nakra undir­vísing í kristni og ei heldur teo­logiska útbúgving, er í sjálvum sær ein máttmikil sann­kenning av trúvirðinum í boð­skapunum. Beth Myriam Vassula fær ongan fíggjar­ ligan ágóða. Øll inntøka av bókunum fer til at hjálpa fátøkum og til vælgerðar­ húsini Beth Myriam (Hús Mariu). Undir einum píla­ grím­túri í Betlahem jólanátt í 1998 opinberaði Jomfrú Maria seg fyri henni og segði: Lurtað eftir Mær og skriv­að hesi orð: stovnað Okk­ara Beth Myriam alla­ staðni tú kanst. Lætt um hjá teimum kúgaðu og hjálp tí for­eldraleysa. Verj Meg, bjargað Mær úr vesalakorum, hýs Mær og gev Mær at eta. Lætt um Mína byrðu og møði; styðjað Mær og hjálp Mær upp undan aftur. Alt sum tú gert ímóti tí minsta av Mínum brøðrum gert tú ímóti Mær... Eg vælsigni tey, sum lívbjarga Mær. Mátti tey verði verandi dygdug og full í kærleika. Eg eri við tykkum. Beth Myriam finnist nú í 16 londum. Alt arbeiði er ólønt. Fyrilsesturin verð­ur í skúla­høllini í Eystur­skúlan­ um leygardagin 5. okt. kl. 17.30. Vassula Ryden