týsdagur 1. oktober 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113
34
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagin 25. september fylti
tvøramaðurin, Pauli Nolsøe,
75 ár. Pauli er sonur Jógvan
Nolsøe,
vanliga
nevndur
Jógvan á Posthúsinum, sum
umframt at vera postfulltrúi,
var bankagrannskoðari, bio
grafeigari, meinigheitsráðs
limur og skipstryggingar
maður í Suderø Gensidige
Skibsforsikring. Eisini var
hann yrkjari og kendur frá
bókini “Streingir” frá 1963, og
hann eigur millum annað 13
sálmar í sálmabókini. Pápin
doyði í 1966 á Tvøroyri 82
ára gamal. Mamman Sanna
var dóttir Niclas Djurhuus,
skúlalærara í Sumba.
Sanna og Jógvan fingu
tríggjar synir. Andrias, sum
hevur verið løgfrøðingur í
Grønlandi og Danmark, og
sum nú er 86 ára gamal, og
Arni – vanliga nevndur Arni
á Posthúsinum – ið var post
avgreiðslumaður á Tvøroyri.
Arni gjørdi vart við seg sum
ein góður fótbóltsleikari við
TB, og kom eisini á landsliðið.
Hann leikti fimm landsdystir
og skoraði líka so nógv mál.
Arni doyði í 2002.
Yngsti sonurin, nú 75 ára
føðingardagsbarnið,
Pauli
Nolsøe, var eisini góður fót
bóltsleikari. Hann leikti á
besta liði hjá TB frá 1958 til 65,
men var nógv burturstaddur
í uttanlandssigling tey árini.
Pauli leikti vanliga innari
høgri vongur ella miðfram
herji, sum tað fyrr kallaðist.
Á landsliðnum var Pauli
eyðsýndur, hevði góð skot,
var likamliga stinnur og
ágrýtin á vøllinum. Hann
leikti tríggjar landsdystir
fyri Føroyar. Millum annað
saman við beiggja sínum,
Arna, móti Íslandi í 1959, har
Pauli skoraði seinasta málið í
dystinum. Tvær vikur seinni
skeyt hann tvey mál mót
Hetlandi, har Føroyar við
fýra TB-leikarum á liðnum
vunnu 4-1.
Seinasti
landsdysturin
var eisini móti Hetlandi í
Havn í 1961, har føroyingar
vunnu heili 6-1. Ein dystur,
har Eivin Dam, ið leikti
centerforward, og sum hevði
lænt Paula hvítar buksur til
dystin móti Íslandi tvey ár
frammanundan, skeyt heili
fimm av málunum. Hesaferð
vunnu føroyingar sonevnda
“Sir Adam-skjøldrið” til ogn
ar.
Lærari og fjarritari
Pauli Nolsøe, sum fekk preli
minærprógv á Tvøroyri í 1955,
tók tvey ár seinni prógv sum
fjarritari í Keypmannahavn.
Síðani kom hann á Loran
støðina í Vági, har hann var
til 1960, og tvey tey næstu
árini á Tórshavn Radio.
Árini
á
Loranstøðini
súkklaði hann av Tvøroyri
til Øravíkar og gekk síðani
yvir fjøllini til Vágs, har hann
møtti klokkan 8 á morgni. Ein
jeepur koyrdi síðani teir fýra
menninar niðan á støðina at
avloysa aðrar fýra mans á
eini 24 tíma vakt.
Loranstøðin á Skúlanesi
í Vági var ein sokallað “Long
Range” støð, og var miðstøð
saman við eini á Hebrid
unum og somuleiðis eini
í Íslandi. Hetta vóru allar
støðir, sum bretar bygdu
undir Seinna heimsbardaga.
Allar sendu sterk radiosignal
út samstundis, so flogfør og
skip við røttum móttakara
altíð nágreiniliga vistu, hvar
tey vóru stødd. Onglendingar
brúktu eisini loran, tá teir
bumbaðu í Týsklandi.
Umframt fótbólt í frítíðini,
sum vardi tvey samdøgur um
vikuna, passaði Pauli films
framvísaran í biohøllini á
Tvøroyri, eins og at boksa
á klaver í klubbanum við
danskibólkinium, Stjørnuni.
Hinir í bólkinum vóru Groth
Larsen og Heini Nygaard á
harmoniku, beiggin Arni á
saksofon og violin, meðan
Sólbjørn Olsen sat handan
trummurnar.
Bólkurin
spældi dansiløg frá fýrati-,
fimti- og seksti-árunum.
Pauli sigldi eisini sum
fjarritari við DFDS-skipum
í Miðalhavinum og yviri við
Amerika. Í 1960 gekk leiðin
heilt til Argentina við “MS
Ecuador” hjá DFDS, har teir
lastaðu hveitikorn í Rosario. Í
býnum Santos í Brasiliu kom
kaffi umborð og í Vittoria og
Recife bananir. Hesin túr
urin vardi tríggjar vikur úr
og aftur til Rotterdam, har
hveitið fór av, meðan kaffi
og bananir skuldu til Keyp
mannahavnar.
Næsti túrur var til Stettin
í kommunistiska Póllandi,
har vápnaðir hermenn stóðu
á vakt við landgongdina. Her
varð skipið fylt við saltpeter,
ið skuldi til Egyptalands. Tað
tók 14 dagar at lasta skipið
í Stettin, meðan eini 200
mans við spann nýttu fimm
dagar til at tøma tað aftur í
Alexandria. Í Egyptalandi
slapp Pauli ein túr við hinum
yvirmonnunum
ígjøgnum
Sahara,
har
teir
millum
annað sóu pyramidurnar og
tjóðarsavnið í Kairo.
Fyrr í New York
enn í Sandvík
Tá føroyingar høvdu leikt
landsdyst í Hetlandi í 1959,
búðu Pauli og bróðurin Arni
hjá skipsreiðaranum, Garri
ock, og har gjørdist Pauli
væl við dóttrina í húsinum.
Hetta kom tó ikki at vara so
leingi, tí á Sjómansheiminum
í Havn, har Pauli ein góðan
dag var farin at keypa sær
reyðar pylsur, kom hann at
sita við síðuna av donsku
sjúkrasystrini, Minnu Lar
sen, ið var bóndadóttir úr
Bjergsted á Sælandi. Hon
hevði leikt hondbólt við
tvørágentum í Havn, og tað
rann tá saman millum tey
bæði.
Árið var 1961, og tey fluttu
skjótt
til
Danmarkar
at
búgva, men arbeiddu fyrst
tvey ár í Nuuk í Grønlandi.
Hann sum fjarritari, og hon
sum sjúkrasystir. Umleið
fýra ár seinni – á 27 ára føð
ingardegi sínum tann 25.
september 1965 – giftist Pauli
við síni Minnu í Bjergsted
Kirkju.
Árini 1965-66 var hann
aftur fjarritari við DFDS
umborð á “MS Borreby”, ið
tá sigldi við amerikansku
strendurnar. Lagt varð inn
í New York, Houston, Galve
ston, New Orleans og aðra
staðni í USA.
Tá Pauli í 1968 koyrdi
ígjøgnum tunlarnar til Hval
biar og Sandvíkar og møtti
vinfólkum har, kundi hann
skemtiliga greiða teimum
frá, at hann hevði verið fleiri
ferðir í New York, men at
hetta var fyrsta ferð hansara
í Sandvík.
Seinni fór Pauli á lærara
skúla í Haslev, har hann tók
prógv í 1971. Konan, Minna,
fekk skipað tað soleiðis, at
Pauli fekk lestrarpláss á
Haslev Seminarium, meðan
hann sigldi.
Vitjar oftani í Føroyum
Minna og Pauli Nolsøe bú
settust fyrst í Næstved, har
tey keyptu hús og búðu í
tvey ár, áðrenn tey fluttu til
Kalundborg. Her arbeiddi
Minna sum sjúkrasystir, og
hann kom at vera lærari har
í mong ár. Tey fingu tríggjar
døtur og ein son, ið øll hava
klárað seg væl.
Eitt skifti kom Pauli aftur
til Føroya at starvast sum
lærari. Fyrst í Sandavági frá
1988-89 og frá 89-90 í skúl
anum í Nólsoy, har langabbi
hansara – Nólsoyar Jógv
an – varð føddur í 1820. Í
Sandavági sang hann tenor í
Vágakórinum, og somuleiðis
í kórinum í Nólsoy tað árið,
hann starvaðist har. Eisini
luttók Pauli á kórstevnum
hesi árini.
Sangurin
hevur
eisini
fylt nógv í Danmark, har
Pauli í mong ár hevur verið
kirkjusangari í 3-tornaðu
kirkjuni í Kalundborg. Frá
1991 hevur hann sungið bass í
Fólkakórinum í somu kirkju,
og seinastu tvey árini í eldra
kórinum,
Regnbuekoret.
Sjálvan føðingardagin sang
hann við hesum kóri á Valde
mar Slotti á oynni Tåsinge
við Svendborg, og dagin eftir
á Langelandi.
Pauli vitjar oftani aftur í
heimbygdini, tí tá Jóansøka
er á Tvøroyri, kemur hann
altíð heim og fer á gott hjá
teimum, sum hann framvegis
kennir. Ikki minst tey á Røkt
arheiminum, eins og nógv
onnur eldri í bygdini fáa
vitjan av útisetanum. Tað
kemur eisini fyri, at Pauli er
til onkra Jóansøku í Vági og
á Ólavsøku í Havn.
Grannalagið
á
Lærke
bakken í Kalundborg, sum
liggur bert hálvthundrað
metrar frá havinum, er av
tí besta. Tá Pauli er úti og
ferðast, halda grannarnir
eygað við húsunum, meðan
nú 10 ára gamla tíkin, Molly,
fer til dóttrina í Værløse, sum
sjálv eigur tveir hundar.
Paula dámar væl at ferð
ast. Umframt at hava verið
heima á Jóansøku í ár, var
hann fyri fáum vikum síðani
nakrar dagar í Assisi í Italiu,
har hann vitjaði “Frans” og
búði í nonnuklostri.
Í sambandi við føðingar
dagin sigur Pauli, at hann er
takksamur fyri at hava havt
eitt gott og hendingarríkt lív
og sendir eina kærleiksheilsu
til allar suðuroyingar og að
rar føroyingar, hann kennir.
Føðingardagurin varð hild
in við nærmastu familjuni
leygardagin 28. september á
Gisseløre Restaurant.
Kári Mikkelsen
(við ymsum keldum og í samrøðu við
føðingardagsbarnið)
Fyrrverandi fjarritari, lærari og landsliðs
leikari av Tvøroyri fyllir sjeytifimm
Pauli Nolsøe
Pauli sum fjarritari
... sum TB-ari
.. og á landsliðnum