týsdagur 1. oktober 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 2. oktober 2013 · Nr. 113
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í gjár, týsdagin 1. oktober,
vóru tað 70 ár síðani, at Janus
Jacobsen varð borin í heim.
Janus er klaksvíkingur, og
hann hevur alla sína tíð búð
í føðistaðnum.
Hann vaks upp á Stong
unum. Foreldrini vóru Hjørd
is, sum var ættað av Trølla
nesi, og Alexander, sum var
ættaður av Húsum. Janus er
elstur av trimum brøðrum.
Hinir eru John (1945) og Árni
(1951). Allir tríggir brøðurnir
búgva í Klaksvík.
Minnið er sjáldsama gott,
og Janus hevur framúr evni
at siga frá og lýsa í smálutir,
hvussu tað var at vaksa upp
á Stongunum og í Klaksvík.
Barnaárini
vaks
bygdin
nógv
og
avbjóðingarnar
hjá
myndugleikunum
vóru margfaldar og stórar.
Skúlagarðurin var alt Eiðið,
og norðuri á Stongunum
vuksu børnini upp í vinnu–
liga meldrinum á Kósini, á
bedingini og heimi á Stong
unum og Varpinum, og tað
var so mangan, at Janus og
hinir vóru at síggja á vágni
á flakum og í bátum og í
Ravnagili á veg niðan á ella
oman av Kjølinum.
Alexander var skipstimbr
ari, og tá ið Janus sum 14 ára
gamal hevði sagt skúlanum
farvæl, var tað so nátúrligt,
at hann fór í læru á beding
ini, har maðurin í grannahús
unum var meistari.
Ofta at hava hoyrt og sæð
Janus lýsa arbeiðsumhvørvi,
uppgávur og avbjóðingar og
arbeiðsfelagar og kundar
á bedingini ger, at tú næst
an kennir teg at hava verið
partur í hesum. Umframt
uppgávurnar hjá meistara og
formonnum, skipstimbrar
um, maskinmonnum, dúkk
ara
og
skrivstovufólkum
og so mongum øðrum var
so mangt annað á skránni.
Lærlingarnir vóru nógvir,
og hugflogið var stórt, so
har varð funnið upp á nógv,
og lærlingarnir mannaðu
Klaksvíking, sum var stinn
ur fyrrapartin av seksti áru
num.
Í skiftum koyrdi Janus
hýruvogn hjá John á Gørðum,
og miðskeiðis í sjeyti árunum
tók hann skiparaprógv. Jan
us sigldi í nøkur ár sum stýri
maður við eitt nú Mýlingi
og Borgini. Seinni fór hann
aftur á bedingina, og seinastu
arbeiðsárini var hann einasti
lærdi skipstimbrarin.
Áhugamálini hava verið
og eru nógv. Janus fylgir væl
við KÍ og øllum ítróttinum
í heimbygdini. Hann hevur
lisið nógv, er meistari í at
loysa krossorð, og stóra
almenna
vitanin
ger,
at
hann er førur fyri at geva sítt
íkast í práti um alt møguligt.
Skeiðið á háskúlanum, har
Marius Johannesen, ið var
giftur Jónu, mostur Janusar,
var stjóri, setir hann stóran
prís uppá.
Songrøddin er góð, og
Janus var í nógv ár stórur
stuðul millum tenorarnar í
sangkórinum, og viðhvørt
sang hann solo í Betesda,
har hann kennir seg eiga sítt
andaliga heim.
Í 1978 giftist Janus Hanni
lenu fødd Isaksen og eisini
ættað av Stongunum. Tá
ið dótturin kom, varð hon
uppkallað
eftir
ommuni,
og Hjørdis og hennara eru
sjálvandi
eygnasteinarnir
hjá foreldrunum. Hjørdis
er gift Holgari Johannesen
úr Leirvík. Tey eiga tríggjar
dreingir – Janus, André og
Dánjal – og ommuni og abb
anum dáma væl at vitja í
Leirvík og at fáa vitjan úr
Leirvík.
Teimum báðum, Hanni
lenu og Janusi, hevur dámað
væl at ferðast, og viðhvørt
hava tey verið í fleiri mán
aðir í Keypmannahavn, har
Hannilena
hevur
arbeitt
sum økonoma. Soleiðis var
eisini í summar. Tað var,
meðan tey hesa ferð vóru
í danska høvuðsstaðnum,
at Janus brádliga gjørdist
ógvuliga illa sjúkur. Tíbetur
varð hann innlagdur á Ríkis
sjúkrahúsinum, har bestu
serfrøðingar tóku sær av
honum. Sjúkan bar við sær,
at likamligi førleikin er nógv
avmarkaður. Nú er Janus
aftur í Klaksvík, har hann
við áræði er farin undir at
læra seg at liva uttan føtur
og fingrar.
Í gjár helt Janus 70 ára
føðingardagin í Betesda, har
mong nýttu høvið at heilsa
upp á hann, og tað var sjón
fyri søgn, at Janus er takk
samur.
Hóast
illa
raktur
av
sjúku og við vitanini um, at
likamligi førleikin ongan
tíð aftur verður, sum hann
hevur verið, segði hann á
sjúkraleguni í Keypmanna
havn, hvussu fegin hann
var um lívið, og hvussu
takksamur hann var fyri, at
hann var spardur og aftur
fekk
møguleika
at
vera
saman við sínum næstu. Í
práti við starvsfólkini, sum
vóru um hann, høvdu tey
á orði, hvussu lívsjáttandi
og glaður Janus var. Tað
var í sær sjálvum stórur
vitnisburður, og Janus fjaldi
ikki, hvar styrkin at taka
avbjóðingarnar var at finna,
og at tað hevði alstóran
týdning fyri Hannilenu og
hann og teirra, at tey vóru so
mong – heima og burturi –
sum mintust tey í bønum og
heilsanum.
Hannilena hevur verið
honum dyggur stuðul, og
tá ið stormarnir í summar
skolaðu
omanyvir
Janus,
hevði tað alstóran týdning, at
hon stóð saman við honum
sum drangur í brimi.
Hjartaliga til lukku á 70
ára føðingardegnum skyld
maðurin og vinmaðurin!
Jóannes Hansen
Janus Jacobsen 70 ár
Johanna Jovina & Petur Jacob
Johannesen in memoriam
*02.10.1919 – †16.09.2013 – *25.07.1912 - †12.07.1992
Í Toftum, nú tømist í túni,
her titan var fyrr millum dyr,
nú skiftur er gerandis búni,
og onki fæst svar, um tú spyr.
Nú Hanna í Kinn hirdi grúgvu,
er endað eitt ættarlið,
sum vælgerðir gjørdi í rúgvu
og livdi við granna í frið.
Nú kvirt er um lonina alla,
nú minnir tey kaga úr krók,
har lívið hjá teimum sæst halla,
sum fyrst festu bústað á rók.
Hon var fyri okkum hin vísa,
sum bar okkum øllum sítt vit,
ið fróðskap til lív kundi hýsa
við mildleika eins væl og bit.
Ja, eydnusamt reiður tey áttu
við soni og døtrunum tveim,
í teirra heimi og smáttu
tey býttu við øll teirra eim.
Vit takka for løturnar góðu,
vit áttu við teirra lið,
sum varðar tey fyri oss stóðu,
ið vístu oss ríkari mið.
Har Petur Jacob hann veiddi,
og Hanna við eldstaðin stóð,
og matin av grúgvuni reiddi,
so lívsgleðin gávumild gróð’
----
Nú hvíla tit still undir moldum,
nú liggja tit lið undir lið
eftir lív og gleði á foldum,
tit finni í grøvini frið.
pmp