Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Einaferð var Sjúrður Skaale á bredda­num, tí hann var tann av løg­tingsfólkunum, sum hevði mist flest tingfundir. Tá varð eisini brikslað hon­ um, at hann trekti ting­ manna­løn meðan hann røkti fólka­tings­starvið fyri Høgna Hoydal. Tingmenn hava lagað sær viðurskiftini soleiðis, at teir kunnu fáa farloyvi við løn, tá teir fara í fólkating- ið, har teir eisini fáa fulla løn. Men hesum vísti Sjúrður Skaale aftur. Hann hevði fingið at vita frá løg­tings­ stjór­anum, at hann kundi taka farloyvi við løn fyri at røkja fólkatingsstarvið. Men Sjúrður Skaale vildi ikki hava løgtingsløn og fólkatingsløn samstundis. Fólkatingslønina ber ikki til at siga frá sær, men stjórin í løgtinginum, Súsanna Danielsen, váttaði fyri Sjúrði, at hann kundi frásiga sær løgtingslønina, og tað gjørdi Sjúrður Skaale so. Enn hevur Kári P. Højgaard ikki gjørt tað sama, hóast tað er gjørligt, eins og vit skriva tað aðrastaðni á hes­um síðum. rolant@sosialurin.fo Sjúrður segði nei Vildi avtaka dupultlønir Rólant Waag Dam Men nú Kaj Leo Holm Johannesen er løgmaður, ynsk­ir hann ikki at broyta hesa skipanina, sum tryggj­ ar honum eina kvarta millión, tá hann fer frá sum løg­maður og kemur aftur á ting. Tað vóru øðrvísi tónar tann 22. februr 2008, tá ting­maðurin Kaj Leo Holm Johannesen saman við parta­manninum Magna Laksáfoss og sjálv­stýris­ monn­unum Kára á Rógvi og Kára P. Højgaard legði fram »Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn lands­stýrismanan«. Tá setti tingmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen sína undirskrift á skjalið, hvørs viðmerkingar vóru millum annað vóru soljóðandi: »Landsstýrismenn fáa uppsagnarløn í upp til hálvt ár. Hetta kann sigast vera rímilig skipan, tó at mong eru, ið ikki hava so góðar treytir. Rímiligt er hinvegin ikki, at landsstýrismenn fáa uppsagnarløn afturat aðr­ ari almennari løn«. Tingmaðurin Kaj Leo Holm Johannesen metti altso, at skipanin var so órímiliga, at hon mátti broyt­ ast. Og í viðmerking­unum í broytingaruppskotinum varð grundgivið soleiðis: »Tí verður skotin upp tann einfalda broyting, at onn­ur almenn løn í sama tíðar­skeiði verður mótroknað. Hetta merk­ ir, at bert tann hægra lønin verður útgoldin«. Soleiðis ynsktu ting­ menn­inir Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard, at tað skuldi broytast tann 22. februar 2008 – tí teir ikki hildu tað vera rímiligt, at lands­stýris­ menn fáa uppsagnarløn aftur­at aðrari almennari løn, sum tað ljóðaði. Síðani er Kári P. Højgaard vorðin fyrst lands­stýris­ maður og síðani fyrrverandi landsstýrismaður. Tað merkir, at hann nú fær dupulta løn frá tí almenna, slakar 90.000 krónur um mán­aðin, fyri at røkja eitt alment starv. Tað sama verður galdandi fyri løg­ mann Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann fer frá sum løg­maður og tekur sæti á tingi aftur. Jørgen, Jacob og Annika Tey hava øll verið lands­ stýrisfólk undir Kaj Leo Holm Johannesen einaferð fyrr, og hava tískil fingið dupultløn einaferð áður. Sostatt verður tað onnur ferðin, at tey fáa dupulta løn, tá tey fara frá sum landsstýrisfólk næstu ferð. politikkur DUPULTLØN Tá Kaj Leo Holm Johannesen var meinigur tingmaður legði hann sjálvur fjórði uppskot fyri Løgtingð, um at »onnur almenn løn« skuldi mótroknast, tá ein lands­ stýrismaður fór úr starvi fatað sum um, at tað er bara fyri at tekkjast veljarunum, segði Kári P. Højgaard. Sostatt sigur formaður Sjálvstýrisfloksins, at hann heldur vil hava dupulta løn frá tí almenna, enn at verða skýrdur populist. So mikið fyri ta politisku korrekt­ heit­ina. Kaj Leo ger heldur einki Tá Kári P. Højgaard, í bangilsi fyri at verða skýrd­ ur populist, ikki ger meira við, at hann fær tvær al­ menn­ar lønir, hóast hann bara røkir eitt alment starv, so er nærliggjandi at spyrja løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, um hann fer at gera nakað fyri at broyta hesar órímiligheitir? – Eg havi ikki arbeitt við málinum, og tað fari eg heldur ikki at gera. Eg havi onnur og størri mál at arbeiða við, sigur løg­mað­ ur. Kaj Leo Holm Johanne­ sen vísir á, at hann mill­um annað arbeiðir við sam­sýn­ ing­um og eftirløn hjá lands­ stýris­monnum. Somuleiðis er hann farin at hyggja upp á nevndarsamsýningar, men hann hvørki hevur gjørt ella fer at gera nakað við dupultu lønirnar, sum Kári P. Højgaard og fleiri við hon­ um fáa og hava fingið. – Eg fái heldur ikki meiri­ luta fyri einum slíkum upp­skoti, leggur Kaj Leo Holm Johannesen aftrat. Við øðrum orðum sigur løg­maður, at meirilutin av Føroya Løgtingi ikki ynskir at avtaka hesa lukrativu frá­ faringar­avtalu, sum løg­tings­ fólk hava samtykt skulu vera galdandi fyri tey, um tey gerast landsstýrisfólk og so koma aftur í tingið. rolant@sosialurin.fo ANNAÐ AT GERA Eg havi onnur og størri mál at arbeiða við, sigur løgmaður Mynd: Álvur Haraldsen