Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hann hevur roynt mangt og hvat, bæði sum vertur á Rás2, verið saman við myndamanni og annars tikist við ymiskt á redaktiónini. Hann hevur hitt nakrar aðrar av næmingunum, sum í hesum døgum eru í starvsvenjing Næmingar í starvsvenjing Í hesum døgum er Fannhard Skora­dal úr Gøtu, sum gongur í fót­bólts­flokk­i­num í Kommu­nu­skúl­ anum í Havn, í starvsvenjing í Miðla­húsinum Adrian Mouritsen Hvar ert tú í praktik? Eg eri á El/talvvirkinum í Norðragøtu. Hví hevur tú valt at fara á El/talvirkið? Eg havi valt hetta staðið, tí gubbanir hjá mær hava arbeitt her, og tað var nokkso lætt at sleppa inn her. Eg dugi ikki so væl at skriva og tosa, tí eg eri deyvur, so at gera ting við hond. Mær dámar væl at prøva alis/ evnafrøðilig ting. Eg venji eisini fótbólt, og eg hugsaði eisini um, at eg skuldi klára at venja, tí liggur tað so væl fyri hjá mær at hava praktikina í Gøtu. Hevur tú ætlanir um at arbeiða har í framtíðini? Ja, eg havi ætlanir fyri at arbeiða her, tá eg eri liðugur við skúlan. Mær dámar væl at vera her og gera tað, sum skal gerast her. Hvat gert tú á El/ talvvirkinum? Eg byggi ymisk ting og royni at fáa ting at rigga. Annars skifti eg eisini sikringar og perur, um tað er farið. Hevur tú lært nakað ímeðan tú hevur verið har? Eg haldi at eg havi lært tað allar mesta í skúlanum, men tað er okkurt sum eg ikki dugi. Tá fái eg hjálp frá menninum sum eru har. Magnus Skoradal Hvar er tú í praktik? Hjá Selmari Nielsen Arkitekti. Hví hevur tú valt praktikpláss hjá einum arkitekti? Mær dámar væl at byggja ting, og eg haldi, tað er tað mest spennandi at fara í praktikk hjá. Eg haldi sjálvur, at eg dugi væl at tekna, so arkitektur er akkurát eg. Hevur tú ætlanir um at nakrantíð at arbeiða sum ein arkitektur? Tað kemur ann uppá, hvussu pratikkin gongur. Lønin sum arkitektur er góð, men um eg fari at arbeiða sum arkitektur, tað fer tíðin at vísa. Um eg tími tað væl, so er tað møguligt, at eg fari at arbeiða sum arkitektur. Hvat gert tú har? Higartil havi eg skorið landmodel. Hvat ger man, tá man sker landmodel? Man sker plátur eftir eini tekning, so man fær fleiri løg av plátum, ið eru skorin øðrvísi, so teir byggja upp til, hvat man vil hava. Hvat hevur tú lært, ímeðan tú hevur verið har? Higartil havi eg lært um arkitektur og um, hvussu man sker model. Bjarni Petersen Hvar ert tú í praktik? Eg eri praktik sum timburmaður hjá Byggingsnikkarvirkinum. Hví hevur tú valt at arbeiða sum timburmaður í praktiktíð tínari? Eg havi valt hetta staðið, tí eg havi altíð ætlað mær at blíva timburmaður, tá eg blívi stórur. Hvat gert tú, tá ið tit arbeiða? Eg smíði, skrúvi og beri alt møguligt, eg geri akkurát sum teir, eg arbeiði saman við í løtuni. Hvat hevur tú lært higartil, ímeðan tú hevur verið í praktik? Skrúva, tað dugdi eg ikki frammanundan. Eg havi bara verið her í tríggjar dagar, og eg fari heilt sikkurt at hava lært nógv meir, tá mín praktikktíð er liðug 11. oktober. – Tvørrandi áhugin mill­um læknar at søkja vara­stjóra­ starvið á Landssjúkrahúsinum reis­ir sjálvsagt spurningin um leiðslubygnaðurin er hin rætti. Tí fari eg nú saman við av­varð­ andi pørtum gjølla at viðgera hendan spurningin. Tað sigur Karsten Han­sen, landsstýrismaður í heilsu­ málum. Hann vísir á, at í tveim­um umførum hevur Heilsu­mál­a­ráð­ ið lýst leyst starv­ið sum lækna­ stjóri á Lands­sjúkra­húsinum. Sum vanlig mannagongd er, so hev­ur setanarnevnd mett um um­sókn­ir­nar og gjørt tilmæli til lands­stýris­mannin at taka støðu til. – Bert ein umsøkjari hevur verið til starvið, og metti ein meiri­luti í nevndini ikki, at umsøkjarin var skikkaður. Eg valdi at fylgja tilmælinum frá meirilutanum. Lítli áhugin fyri starvinum reisir fleiri spurn­ ingar, sum eg ynski at fáa lýstar og svaraðar, áðrenn onnur stig vera tikin. – Eg fari tí nú saman við Heilsu­málaráðnum undir at við­gera leiðslubygnaðin á Lands­sjúkrahúsinum. Sum eg segði við útvarpið, so snýr tað seg um at finna fram eina loysn, sum er minst líka góð ella betri fyri tænastuna til sjúk­lingarnar, sigur Karsten Han­sen. Hann leggur dent á, at eingin avgerð verður tikin í óð­ um verkum. – Sum vanligt er í málum sum hesum fari eg at viðgera spurn­ ingin grundiga og gjølla sam­an við avvarðandi pørtum, eitt nú sjúkrahúsleiðsluni, Lækna­ felag­num, Serlæknafelagnum, Felag­num føroyskir sjúkra­ røktar­frøðingar, Felagnum Yngri læknar og øllum øðrum fak­bólkum, sum starvast á Lands­sjúkrahúsinum, sigur Kar­sten Hansen. Fyrsti fundurin í hesum høpi verð­ur í dag seinnapartin. Ein umsøkjari sum ikki var skikkaður Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum siugr, at einasti umsøkjarin til starvið sum læknastjóri ikki var skikkaður