Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tað er ógvuliga fátækt við børn­um í miðbýnum í Havn. Tað vísir ein kanning, Tórs­havnar Kommuna hev­ ur gjørt í sambandi við skúla­ viður­skiftini í Havnini. Í hesum sambandi hevur kom­mun­an sett eina kanning í verk fyri at lýsa tørvin á skúl­um í teimum ymsju økju­num í kommununi. Í tí arbeiðnum hava bæði Hagstovan og Um­hvørvis­ stovan gjørt uppgerðir og fram­rokn­ingar yvir fólkatal og barna­tal. Og tey tølini koma helst óvart á tey flestu og eitt nú segði borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, í grein á www.in.fo herfyri, at hann varð beinleiðis skakkur at síggja,hvussu fá fólk búgva í mið­býnum í Havn. Uppgerðin vísur, at í miðbýnum í Havn eru tað bara 233 børn í aldurs­bólki­ num 0 til 9 ár. Tilsamans eru 1.548 børn í allari Havnini í hesum aldurs­bólki. Í aldursbólkinum 10 til 19 ár, búgva bara 293 børn í mið­ býnum, men í allari Havn­ini búgva tað 1.700 børn í hesum aldurs­bólki. Tá ið tosað verður um mið­býin í hesum føri, er talan er um alt økið innanfyri 500 metr­ar frá Vaglinum í allar ættir. Hvussu vítt økið er, sæst á myndini. Men í kanningini hjá bý­ ráð­num verður sostatt stað­ fest, at næmingatalið í mið­ býn­u­m er á stødd við ein eitt sporaðan skúla, men í dag eru fýra spor tilsamans í Sankta Frans skúla og í Kommunuskúlan. Lagt verður kortini afturat, at hetta er ein løtu­ mynd og sigur einki um, antin talið á børnum í miðbýnum fer at veksa ella at minka. Í umsitingini hjá býráð­ num ivast tey eisini í um akkur­át hendan skil­mark­ ingin av miðbýnum vísir tann veruliga tørvin, tí bú­staðar­ øki liggja beint uttanfyri ringin, eitt nú Gundadalur. - Hinvegin kann tann niðurstøða gerast, at nógv tey flestu børnini í teimum báðum miðbýarskúlunum, Sankta Frans skúla og Kommunu­skúlanum, búgva ikki í sjálvum miðbýnum, so­ leiðis sum hann er skil­mark­ að­ur í hesum føri. Lítil vøkstur Ein framrokning, sum Hag­ stovan hevur gjørt fyri gongdina í Tórshavnar kommunu vísir, at hesi næstu 30 árini fer fólkatalið at veksa eitt lítið sindur Framrokningin vísir, at í 2032 fara 21.000 fólk at búgva í Tórshavnar Kommunu - men vøksturin stavar í høvuðs­heitum frá tí, at talið á pensjónistum hækkar. Framrokningin vísir at gong­d­in heldur fram, har kvinnur­nar fáa 2,5 børn í part, men at tær yvirhøvur vera eitt sindur eldri, tá tær fáa børnini. Hesi seinastu árini hev­ ur gingdin verið tann, at aldursbólkurin frá 0 til 6 ár minkar í talið og tann gongdin heldur fram til 2015. Men so hækkar talið aftur og tað leggur seg í eina fasta legu á 1.900 børn frá 2018 og tað merkir, at tað vera eini 270 børn í hvørjum árgangi. Aldursbólkurin 7 til 15 ár hel­dur fram at minka til 2020, tá ið talið leggur seg støðugt á eini 2.500 børn, ella eini 275 børn í hvørjum árgangi. Hinvegin verður Arbeiðs­ styrk­in, sum er aldurs­bólk­ urin frá 16 til 66 ár, at kalla tann sama, nevniliga 12.800 fólk, fram til 2024, men síðani fer hon at minka spakuliga. Hinvegin fer talið á eldri fólki at veksa 100 pen­ sjónistar um árið fram til 2032 men síðani fer vøksturin at minka aftur. Fram til 2025 fer talið á skúla­børnum í kommununi at liggja ímillum 2.615 og 2.874 børn og tá er roknað við, at 65 prosent av næmingunum fara í Nám X, sum er 10. flokkur Verða øll tey 6 ára gomlu tik­in við, altso forskúlabørn ella 0. flokkur, verður næm­ inga­talið millum 2.890 og 3.156 børn. Ongin børn eftir í miðbýunum í Havn BARNLEYSUR MIÐBÝUR Tað búgva nógv færri børn í miðbýnum í Havn enn í restini av Havnini Ein kaning vísur, at ógvuliga fá børn eru eftir í miðbýnum í Havn. Tá ið tosað verður um miðbýin,, verður hugsað um alt økið innanfyri tann gula ringin á myndini og hann er 500 metrar frá Vaglinum í allar ættir. Sum tað sæst, eru Eysturskúlanum og Venjingarskúlin beint uttanfyri ringin. Hinvegin er Kommunuskúlin innanfyri ringin og Sankta Frans skúli er áraka ringin Stabbi 1 vísir, at lutfalsliga færri børn í aldrinum frá 0 til 9 ár, eru í miðbýnum í Havn enn í restini av landinum, ella Havnini annars og í øllum høvuðsstaðarøkinum Tórshavn, Argir og Hoyvík Stabbi 2 vísur, at eisini í aldursbólkinum frá 10 til 19 ár, eru færri børn og ung í miðbýnum enn í høvuðsstaðarøkinum annars. Stabbarnir 1 til 5, sum fevnir yvir aldursbólkarnar 0 til 49 ár, vísir, at tað eru lutfalsliga færri barnafamiljur í miðbýnum 500 metrar Næmingatalið í mið­ býnum er á stødd við ein eitt sporaðan skúla, men í dag eru fýra spor tilsamans