hósdagur 3. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Øktar kvotur
kunnu loysa upp
Hóast føroyska samráðingartoymið setir fult fokus á býtislykilin, so kunnu øktu nøgdirnar í ICES-tilmælinum
mýkja samráðingar um býtið av makrelinum í Norðuratlantshavi, metir føroyskur samráðingarleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
Uppáhaldið um at havið
kókar av makreli verður
undirbygt av nýggjasta til
mælinum frá ICES. Hav
granskingarstovnurin
ger
ikki mætari enn at mæla til at
økja fiskiskapin eftir makreli
heili 64 prosent næsta ár,
sammett við kvoturnar í ár.
Í tonsum merkir tað, at ICES
mælir til at makrelkvotan
fer úr 542 000 tonsum upp í
890.000 tons.
Men tølini hjá ICES sam
svara tó ikki við tey tøl, sum
einstøku londini sjálvi ar
beiða við. Strandalondini
eru ikki samd um býtið av
makrelinum, og áseta sær tí
sínar egnar kvotur, sum til
samans eru nógv hægri enn
tilmælið frá ICES. Tað merkir,
at í ár hava Norra, ES, Ísland
og Føroyar ásett sær sjálvum
makrelkvotur á tilsamans
905.000 tons. Harumframt
hevur eisini Grønland, sum
ikki verður roknað sum eitt
strandaland í hesum høpi,
ásett sær makrelkvotu á
50.000 tons.
Strandalondini
hittast
aftur til samráðingar um
makrelin seinni í oktober.
Tær samráðingarnar vera í
London, undir leiðslu av ES.
Loysir upp
Higartil hava strandalondini
havt sera trupult við at finna
semju um, hvussu makrelurin
í
Norðuratlantshavi
skal
býtast. Men jaliga tilmælið
frá
ICES
kann
mýkja
støðuna,
metir
føroyski
samráðingarleiðarin.
- Man hevur áður sæð
dømi um, at økt tonsatal
kann gera tað lættari at
svølgja eitt lægri prosenttal
av eini heildarkvotu, sigur
Herluf Sigvaldsson.
Føroyski samráðingarleið
arin leggur dent á, at Føroyar
eru grundleggjandi ónøgd við
gamla býtislykilin. Meira av
makreli er í føroyskum sjógvi,
og tí eiga Føroyar størri part
av samlaðu kvotuni. Og skulu
Føroyar hava meira, so skulu
hini londini lata burturav.
- Tað kann væl hugsast, at
tann missjónin gerst lættari,
um hini londini kunnu kom
pensera við tonsatali, tá
heildarkvotan økist, sigur
Herluf Sigvaldsson.
Hann er annars varin við
at gera tær stóru viðmerk
ingarnar til ICES-tilmælið,
nú tað styttist til samráðing
arnar í London.
- Eg vil treyðugt føra sam
ráðingar í fjølmiðlunum. Men
sum sagt, so kann tað væl
hugsast, at eitt økt tonsatal
kann vera við til at loysa upp,
sigur Herluf Sigvaldsson.
Makrelsamráðingarnar
í London 23. til 25. oktober
vera serligar á tann hátt, at
hesaferð fer Grønland vænt
andi at vera til staðar. Ikki
við samráðingarborðið, men
sum
eygleiðari.
Stranda
landafundurin í Reykjavík
í september gloppaði dyrn
ar fyri grønlendingum, sum
tevja pengarnar í makrelfiski
skapinum. Landið vísir á, at
makrelurin í vaksandi mun
er í grønlendskum sjógvi, og
tí eigur Grønland sín part av
stovninum og harvið kvotuni.
Norðhavssildin
Meðan makrelstovnurin er
sera væl fyri, sambært ICES,
so stendur sum væntað verri
til við norðhavssildini. ICES
mælir til at skerja fiskiskapin
eftir norðhavssild heili 32
prosent næsta ár, sammett
við í ár. Í tonsum merkir tað,
at samlaði fiskiskapurin skal
fara úr 619.000 tonsum niður
í 419.000 tons næsta ár. Men
eins og við makrelinum, so
klára strandalondini heldur
ikki at semjast um at býta
norðhavssildina. Tí hava ES,
Norra, Russland, Ísland og
Føroyar ásett sær sjálvum
kvotur á tilsamans 692.000
tons í ár. Her er tað serliga
Føroyar, ið hava havt trupult
við at góðtaka gamla býtis
lykilin, ið gav 5,1 prosent av
heildarkvotuni í føroyska
partin. Hinvegin hava hini
strandalondini hava hildið
seg til gamla leistin.
Men eins og við makreli
num, so hevur Grønland
eisini ligið framvið eftir norð
havssildini, hóast landið ikki
er at rokna sum strandaland
í hesum samanhangi. Grøn
land hevur ásett sær sjálvum
15.000 tons av norðhavssild,
sum landið ætlar at fiska í
altjóða sjógvi í ár.
Strandalandasamráðing
ar um norðhavssildina vera
í London 16. til 18. oktober,
undir leiðslu av Íslandi. Á
síðsta fundi samdust londini
um at lata ein serfrøðinga
bólk arbeiða við at lýsa stovn
in, soleiðis at londini hava
eitt betri, fakligt grundarlag
at arbeiða út frá.
Fleiri av strandalondunum
vilja tí varðveita gamla býtis
lykilin, meðan serfrøðinga
bólkurin arbeiðir, men tað
vilja Føroyar ikki. Tí er líkt til,
at Føroyar fara at áseta sær
sína egna sildakvotu, eisini
næsta ár.
Svartkjafturin
Eins ov við makrelinum, so
er ICES rættuliga bjartskygt
í sínum metingum av svart
kjaftastovninum. ICES mælir
tí til, at samlaða svartkjafta
kvotan fer úr 643 000 tonsum
upp í 949 000 tons næsta ár.
Talan er um eina øking í saml
aðu kvotuni á 48 prosent.
ICES byggir sítt tilmæli á, at
fiskiskapurin hevur verið lítil
seinastu árini, samstundis
sum tilgongdin seinastu árini
hevur verið góð. Tað hevur
ført við sær, at stóra niður
gongdin í stovninum síðani
2004 er støðgað, og stovnurin
er í støðugari menning, metir
ICES.
Meðan
strandalondini
stríðast um býtið av bæði
makreli og norðhavssild, so
tykist verandi býtislykil av
svartkjaftinum at vera kom
in í eina fasta og trygga legu,
sum londini eru nøgd við.
ICES mælir til at økja makrelfiskiskapin munandi næst ár