hósdagur 3. oktober 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagin 20. septembur
varð Johanna borin út níti
trý ára gomul. Hon var tann
seinasta av tí eldra liðnum í
familjuni í Toftum í Fugla
firði, sum nú fór undir grønu
torvu. Johanna var ættað úr
Kinn í Oyndarfirði . Mamma
hennara æt Johanna Weihe
(gentunavn) og giftist við
Jógvani Hammer úr Páls
stovu í Elduvík. Hann bygdi
upp í húsini inni í Kinn i
Oyndarfirði, og giftust tey
bæði inn í Kinn. Johanna
varð kallað upp eftir foreld
rum sínum, Johanna Jovina
Hammer. Mamman doyr í
barsilssong 14 dagar eftir at
Johanna var fødd.
Sofía Gaard úr Hálvmørk
var
uppvaksin
í
Kinn.
Mamma
hennara
(Anna
Haraldsen) og Sigga vóru
hálvsystrar úr Tarti. Tá ið
mamma Johannu doyði, tók
Fía húsið upp á seg og varð
verandi har. Hon var nógv
avhildin av húsfólkinum. Tey
vóru 6 systkin - Kala (Karla),
Johan Henrik, Andreas, Har
ald, Edvard og Johanna.
Ættin
Johanna giftist við Petur
Jacob
Johannesen,
pápa
beiggja, úr Toftum í Fugla
firði. Tey fingu 3 børn - Sólva,
Sunrid og Torkil. Petur J. doyr
í 1992, 79 ára gamal. Hann
var sonur Johannu Mariu og
Thomas Johan Johannesen.
Hon var ættað úr Toftum í
Fuglafirði, dóttir Kathrinu
Sofíu og Poul Poulsen. Pápin,
Thomas Johan, var av Hell
unum, sonur Lamba Símun
og Marin Margrethu. Hann
var ættaður av Fløtunum
í Lamba, og hon av Vestur
í Fuglafirði, dóttir Elias á
Vestur. Poul, Gamli Poul og
Elias á Vestur, vóru brøður,
sostatt vóru abbi og omma
systkinabørn.
Àrini vóru mong, og 2.
oktobur hevði Johanna fylt
níti fýra ár. Móðir, sum eisini
æt Johanna, var somuleiðis
ættað úr Oyndarfirði. Hon
var kallað upp eftir pápa
beiggja sínum, Johan And
reasi, sum datt út av “Lalla
Rookh” á Funningsfirði á
summrið 1910 og sást ikki
aftur. Mamma varð doypt
Johanna Andrea, men rópt
Hanna.
Johanna vitjar
á Bakkanum
Ja, tað var mangan rómur,
tá ið Johanna í Toftum kom
Norður í Bú at vitja skyld
konuna. Móðir og Johanna
vóru hálvir trímenningar úr
Tarti. Hesin ljómur av teirra
práti kemur enn fyri oyrað.
Hetta ramliga málið sat væl,
og báðar vóru líka orðaríkar.
Tað hefti einki fyri hugtøkum
teirra um viðurskiftini á
ymsan hátt úr heimbygdini.
Tað var eins og hesin ediligi
staður, Oyndarfjørður, vaks í
sinninum og gjørdist ein po
etiskur frumgróður i einum
ljóði frá kanska Hans Mariusi
Ejdesgaard , sum báðar høvdu
havt til lærara. Men óivað
var gerandisdagurin fyltur
við hugmyndum úr Gamla
Testamenti. Oyndfirðingar
høvdu tað katólska yvir
sær heilt upp í fimmti árini,
og runnu mong orðatøk og
orðafelli um varrakant, sum
bóru dám av einum sniði,
sum livdi í einum religiøsum
spuna heilt aftur til árini fyri
trúbótina.
Í Toftum
Johannusa látur bar boð um
eina kvinnu við ljósum sinni,
og tað besta mamma visti, var,
tá ið Johanna tók í klinkuna.
Antin var tað til at fáa eitt
prát, men kom hon eisini við
stokkum, og somuleiðis varð
ikki so sjáldan farið heim á
Toftagarð, niðan í Trongan at
hitta skyldkonuna. Einki var
sum eftir Guðstænastuna
jólakvøld. Tá var altíð farið
inn á gólvið til Johannu og
Petur Jacob til búgvið borð.
Rullipylsan, sum lá sum ein
skulpturur á borðinum, var
ikki til at forsmáa, so væl
hon smakkaði. Ja, hetta er
gleðiligt at minnast afturá
frá barnaárunum. Her komst
tú inn til tín uppruna. Meg
minnist ikki abba og ommu.
Abbi doyr 1940 og omma í
1942, men havi eg bara hoyrt
gott um hesi fólk. Tá ið faðir
og móðir giftust í 1937, giftust
tey inn til abbu og ommu
í Toftum. 1939 fluttu tey
Norður á Bakka í Bú, har tey
høvdu bygt hús. 1941 giftust
Hansina fastir og Jógvan
Kambsdal inn í Toftir, og
vóru har til 1947, tá ið Petur
Jacob og Johanna giftust
inn. Hansina og Jógvan
búðu eina tíð Norðuri á
Bakka, áðrenn tey fluttu inn
í húsini, sum tey høvdu bygt
við Morsabrekku, har Heðin
Kambsdal, listamaður býr í
dag. Johanna og Petur Jacob
vóru verandi í Toftum altnar
dagar sínar.
Um Skarðið og gerðið,
Uppi á Brekkum.
Petur Jacob og faðir, Theodor,
vóru brøður. Báðir høvdu
teir verið í uttanlandssigling
sum ungir. Fía, Funnings Fía,
sum var gift við Christiani,
pápabeiggja, skuldi siga: “
Lukka, Theodor hevði verið
víða, so fekk hann sær bara
konu úr Oyndarfirði!” Hetta
var væl sagt. Ja, hvat skal
man siga um brøðurnar?
Hugsi, teimum til heiðurs
var hetta eitt gott val, at
fara tann “líðilanga” veg um
Skarðið til hesa bygd, men
Christian, bróðirin, fór longri
at fáa sær konu, hann fór líka
til Funnings. Ikki so fá eru
komin úr Oyndarfirði , fingu
sær hjúnaðarfelaga hiðani og
settu seg niður í Fuglafirði.
Gerðið, Uppi á Brekkum,
var skift millum systkini í
Toftum. Her varð øll familjan
savnað, tá ið hoyggingin var
fyri. Petur Jacob bygdi sær
fjós omanvert við Torkils
krók. Hetta fjós hevur Heðin
Kambsdal,
listamaður
og
systursonur, málað, sum eina
ímynd av fjósinum í Bethle
hem jólanátt. Hetta er ein
góð flyting at savna ein part
av familjuni i hetta húsið, ið
ber eina kenslu við sær av
tíðini, sum farin er. Oman
fyri fjallagreinirnar bleiktra
stjørnurnar, og livir eitt
rúmdarljós á fjallasíðunum
serliga á Reyðurók, sum veit
ir fjósinum ein serligan dám.
Endi
Eingin ivi er um , at Johanna
situr inni við krubbuna og
rurar tí nýfødda barninum í
tí viðkvæma ljósinum. Heðin
og Hansina fastir sita og kaga
inn í tað gylta ljósið. Petur
Jacob rættir høgra arm út
ímóti durinum og bjóðar inn
undir hesa ljósfyltu lon. Faðir
kemur leiðandi við einum
seyði á veg ímóti fjósinum.
Ein
smádrongur
toyggir
seg ímóti inniljósinum við
vinstra durastav. Hetta er
óivað Torkil, sonur Johannu
og Petur Jacob. Eg má siga,
at hetta er ein góð lýsing av
fólkinum í Tronganum. Tað
var altíð ljós kring Johannu,
og hóast hon ikki sæst á
myndini, so er fjósið fylt við
ljósi, sama ljósi, sum sæst
omanvert við Gjógvarafjall
og dettur niður yvir Reyðu
rók. Hetta himnaljósið fevnir
um allan Fuglafjørð, og ljósið
livir sítt stilla lív í bjørtum
tónum í fjósinum hjá Jó
hannu og Petur Jacob.
Nú eru øll í Toftatúni frá
hesum døgum farin inn í
hetta ævinnar ljós og sein
ast av hesum ættarliði var
Johanna.
Friður veri við minninum
um Johannu.
Frits Johannesen
Johannu Johannesen,
Johannu í Kinn, til minnis
17. september fingu Turið og Eirikur Jacobsen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4480 gram.
27. september fingu Sára Fornagarð og Kenneth
Thorhauge, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3500 gr.
26. september fingu Brynhild Næs Petersen og Bárður
Toftum Petersen, Fuglafjørður, eina dóttur, ið var 55
cm long og vigaði 3780 g. Á myndini sæst stórasysturin,
Unna Billa, trilla nýggju didduna á føðigongini.
Føðingar