hósdagur 3. oktober 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Opið bræv til Boga Andreasen
býráðslim í Tórshavnar kommunu, umboð í skúlastýrinum fyri Venjingarskúlan
Jørgin M. Á.
við Úlvsá
Vegna lærararnar á
Venjingarskúlanum
Tann 29. september 2013 var
Tórshavnar Kommunuskúli
enn eina ferð umrøddur í
miðlunum, og har kom tín
hugsan um Kommunuskúl
an fram, hvørt skúlin skuldi
halda fram, har hann stend
ur ella ikki. Undirritaðu
lærarar í Venjingarskúlanum
fara ikki at leggja okkum út í
hetta kjak.
Vit heftu okkum við, at tú
ikki nevnir Venjingarskúlan,
ella hvørjar avleiðingar ein
slík avgerð hevur fyri Venj
ingarskúlan. Av tí at skúlar
nir í kommununi so ella so
eru samantvinnaðir, hevur
lagnan hjá Kommunuskúla
num eisini ávirkan á Venjing
arskúlan. Vit saknaðu at fáa
greitt at vita, hvørja støðu
tú sum býráðslimur og sum
skúlastýrislimur fyri Venj
ingarskúlan hevur um Venj
ingarskúlan nú og framyvir.
Børn í kommununi eiga
øll at hava somu kor, sømdir
og somu tilboð til undirvís
ing. Somuleiðis eiga øll børn
rættin til nøktandi skúlakar
mar.
Øll foreldur at børnum
gjalda skatt til skúlaverk
ið. Soleiðis eisini foreldur at
børnum í Venjingarskúla
num.
Fysisku karmarnir í Venj
ingarskúlanum eru út av
lagi vánaligir. Teir eru stutt
sagt óvirðiligir hjá børnum,
lærarum og øðrum starvs
fólkum, sum hava sína dag
ligu gongd á skúlanum – og
í síðsta enda eisini hjá Tórs
havnar kommunu.
Vit heita á teg sum bý
ráðslim og skúlastýrislim
fyri
Venjingarskúlan
at
koma fram við tínari støðu
viðvíkjandi Venjingarskúla
num.
Og til hinar býráðslimir
nar í Tórshavnar kommunu:
Vit ynskja eisini at frætta
alment frá tykkum, hvørja
støðu tit hava til framtíðina
hjá Venjingarskúlanum.
Fáast tablettir móti ovurformyndarí?
Thomas Arabo
Nú vóru formyndaraføroyar
aftur úti við einum forboði
sum einki annað endamál
hevur, enn at Palliba og
Marsanna mugu verjast frá
sær sjálvum.
Í Danmark hevur man
avgjørt at behandla vanliga
borgaran sum býttling, og tað
velja so okkara myndugleikar
eisini at gera við vanliga
føroyingin. Tað tykist sum
um at okkara embætisfólk í
Tinganesi og aðrastaðni seta
ein heiður í at undirmeta
vanliga borgaran mest møgu
ligt.
Forboð uttan endamál
Eg tosi sjálvandi um nýggja
forboðið móti at selja pínu
tablettir í íløtum við meir
enn 20 tablettum í uttan
recept. Hvat er endamálið?
At minka um talið av álvar
somum
eitranum
sigur
Apoteksverkið.
Hvussu akkurát skal man
forða fyri at fólk, sum av
einari ella aðrari orsøk vilja
eitra seg við Panodil, ikki
keypa fleiri pakkar ella koma
á gátt á Apotekinum hvønn
dag í eina viku og keypa
pakkar við 20 tablettum í,
fyri at fáa neyðuga talið av
tablettum?
Staturin skal ikki viðfara
fólk sum býttlingar
Vit hava høg forberg og
djúpt hav allastaðni rund
anum okkum. Vit koyra í
vandamiklum bilum og hava
hvassar knívar við hús. Lívið
er vandamikið, og farast má
altíð fram við viti og skili,
men máti skal vera við at
pakka fólk í vatt. Munnu vit
vanligu fólk ikki duga at ansa
okkum við pínutablettum,
hóast vit sleppa at keypa
meir enn 20 í senn?
Væsignaði avlýsið hasa
kunngerðina
ella
handa
regulin við brestin. Hatta
er pínligt. Fyri tí at danskir
myndugleikar
velja
at
behandla vanliga fólkið sum
hjálparloysingar, so merkir
tað ikki at vit skulu gera tað
sama í Føroyum.
Palliba rukka fyri
egnu rokning
Tað mest skelkandi sum
borgari at vita er, at tað í
hesum tíðum við einum
fíggjarlógarhalli uppá fleiri
hundrað milliónir sita vaksin
fólk fyri høga almenna løn,
sum einki annað gera enn at
royna at finna uppá, hvussu
vit borgarar stigvíst skulu
ómynduggerast meir og meir
av einum ekspertveldi.
Eitt
kontrollsamfelag,
har ekspertar koma inn í øll
lívsins viðurskifti er ikki eitt
vælferðarsamfelag,
hóast
henda misskiljingin er kom
in í seinastu árini.
Vælferðarsamfelagið
handlar um tilboð – ikki for
boð.
Sjúkrarøktarfrøðingar alt ov illa løntir!
Sólrun Foldbo
sjúkrarøktarfrøðingur /
heilsufrøðingur
Tað hevur mangan undrað
meg, at sjúkrarøktarfrøðing
ar ikki verða betri løntir, enn
teir vera. Vit hava eina 4 ára
langa útbúgving, hava stóra
arbeiðsábyrgd og arbeiða
ofta, tá hini hava frí. Tað
man vera fáur, sum vil vera
okkara arbeiði fyri uttan,
tá tørvurin vísir seg uppá
egnan kropp ella hjá einum
av teimum næstu.
Ein løn, sum ber til at liva
fyri, meti eg, er eitt rímiligt
krav, vit kunnu seta í dagsins
samfelagi. Um vit hyggja at
lønini hjá starvsbólkum, vit
vanliga samanbera okkum
við, er lønarmunurin sera
stórur. Niðanfyri vísi eg á
munin á byrjunarløn og
endaløn hjá nøkrum starvs
bólkum, sum verða mettir at
hava nøkulunda javnsettar
útbúgvingar.
Hetta
eru
starvsbólkar, sum allir eru
alment løntir, arbeiða við
fólki og hava somu longd á
útbúgving.
1. Sjúkrarøktarfrøðingar:
byrjunarløn
23.804 kr
(24.114 kr)*
endaløn
25.940 kr
(28.295 kr)*
2. Pedagogar:
byrjunarløn
23.604 kr
endaløn
26.899 kr
3. Lærarar
byrjunarløn
23.669 kr
endaløn
30.744 kr
Sjúkrarøktarfrøðingar
og lærarar
Ein lærari við somu longd av
útbúgving sum ein sjúkra
røktarfrøðingur fær 4.804 kr
(2.449 kr)* meira í endaløn um
mánaðin, ella 57.648 kr (29.388
kr)* meira um árið. Hóast
ein
sjúkrarøktarfrøðingur
kann fáa onkrar viðbøtur,
stendur tað ikki mát við løn
armunin á hesum annars
javnsettu
fakbólkum.
Tá
hava vit onki sagt um stóra
munin á arbeiðstíðum. At
arbeiða í skiftandi vaktum
er so mikið krevjandi í sær
sjálvum, at tað eru fáir
sjúkrarøktarfrøðingar, sum
arbeiða fulla tíð. Samanbor
ið við t.d. lærarar, eru nógv
fleiri sjúkrarøktarfrøðingar,
sum arbeiða niðursetta tíð.
Eisini um vit bara saman
bera kvinnuligar lærarar og
sjúkrarøktarfrøðingar.
Eg meti, at sjúkrarøktar
frøðingar hava eitt ábyrgd
arfult og krevjandi starv.
Hetta eigur at síggjast aftur
á lønarseðlinum, eins og hjá
m.a. lærarum.
Sjúkrarøktarfrøðingar
og pedagogar
Vit hava hoyrt, at pedagog
arnir ikki vilja finna seg í
teirra lágu løn meira, sum
eg eisini vil geva teimum
rætt í, er alt ov lág. Men í
veruleikanum fáa vit sum
sjúkrarøktarfrøðingar
enn
minni í løn. Sum tað sæst á
talvuni omanfyri, fáa pedag
ogar næstan 1000 kr meira
í endaløn um mánaðin enn
2/3
av
sjúkrarøktarfrøð
ingunum.
Sjúkrarøktarfrøðingar
við bachelorútbúgving
Sum tað sæst á talvuni
omanfyri eru sjúkrarøktar
frøðingarnir við bachelor
útbúgving væl betri løntir,
enn teir, sum vóru útbúnir,
áðrenn
hendan
skipanin
varð sett í verk í 2003. Sam
bært formanninum í Felag
num fyri Føroyskar Sjúk
rarøktarføðingar er talan
um uml. 1/3 av øllum sjúk-
rarøktarfrøðingum í Føro
yum. Tvs. at tað er nógv
tann størsti parturin, sum
er alt ov illa løntur, og eigur
hesin mismunur at verða
burturbeindur.
Mismunurin má burtur
Søguliga er sjúkrarøktar
yrkið eitt kvinnuyrki, og
fyrr var talan meira um eitt
kall enn um løn. Men tíðin
er langt síðani farin frá
hesari hugsan. Hóast yrkið
enn er eitt kvinnuyrkið, eiga
sjúkrarøktarfrøðingar at fáa
virðiliga løn, sum tað sømir
seg í einum framkomnum
samfelagi.
Til almennar lønarsam
ráðingar verður oftast sami
prosentvøkstur latin til allar
fakbólkarnar. Men um hesin
lønarmismunur skal javnast,
má fíggjarmálaráðið diff
erentiera hendan prosent
vøksturin, so øll kunnu fáa
eina rættvísa løn. Tað sigur
seg sjálvt, at 2% av lønini
hjá einum lærara er nógv
meira enn 2% av lønini hjá
einum sjúkrarøktarfrøðingi.
Um lønarbýtið er rættvíst
ímillum starvsbólkarnar, er
í lagi at sami prosentvøkstur
verður latin øllum, men tað
er tað ikki í hesum føri.
Landsins politikara eiga
at hava hetta í huga og hava
virðing fyri okkara arbeiði
sum sjúkrarøktarfrøðingar,
eisini hóast okkara søguligu
bakgrund sum kvinnuyrki.
Sum gongdin hevur verið
undir teimum nógvu seinastu
lønarsamráðingunum, er løn
armunurin í krónum bara
vaksin.
Fíggjarmálaráðið
má umsíðir skilja, at tað
ikki er í lagið, at halda fast
um hendan lønarmismunin
og enntá økja um hann til
hvørjar lønarsamráðingar.
Eftir míni metan eigur
felagið Føroyskir Sjúkrarøkt
arfrøðingar hesaferð at seta
hart ímóti hørðum og taka
neyðug stig, líka til hesin
mismunur er útjavnaður.
Sjálvandi má vera samsvar
ímillum starvsbólkar, sum
hava somu longd av útbúgv
ing, arbeiða við menniskjum
og eru lønt hjá tí almenna!
Vit eiga at fáa munandi
meira í løn. Eina løn, sum ber
til at liva fyri – eisini sum
sjúkrarøktarfrøðingur!
*Tølini í klombrum eru
galdandi
fyri
sjúkrarøkt
arfrøðingar, sum hava bach
elorútbúgving. Talan er um
uml. 1/3 av limunum.