hósdagur 3. oktober 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hole in one á Glyvursnesi!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Eitt leigugjald uppá 5.000
krónur um árið og so nakrar
100.000 krónur í endurgjaldi
fyri mist vetrarbit í sambandi
við lendið, sum kommunan
skal leiga frá Búnaðarstovuni
til golfvøll á Glyvursnesi. Tað
ljóðar gott, løgmaður!
Tí hetta var sanniliga
greið tala frá løgmanni, nú
hann í útvarpstíðindunum
í gjárkvøldið greiddi frá
avtaluni millum landsstýrið
og kommununa um lendið
til golfvøll á Glyvursnesi.
Hetta var ein boðskapur
í fullum samsvari við viljan
hjá vinnunevnd løgtingsins,
tá hon í vár viðgjørdi broyt
ingaruppskot til lógina um
landsjørð, ið skuldi geva
kommunum møguleika at
leiga festijørð til almentgagn
lig endamál.
Tórshavnar kommununa
er ikki smálig, hatta skulu vit
finna út av, løgmaður.
Men hetta er í himmal
rópandi andsøgn við krav
boðini
frá
Búnaðarstov
uni um fyrst at avgreiða
endurgjøld fyri fleiri enn
10 milliónir til festararnar á
Glyvursnesi, áðrenn nakað
leigumál kemur uppá tal.
Endurgjald
Búnaðarstovan
fekk
ikki
tað lógaruppskot í gjøg
num
tingið,
sum
hesin
landsstovnur hevði ætlað.
Har varð lagt upp til, at
endurgjøld skuldu fella til
festararnar sjálvar og ikki
til festið. Hetta lat upp fyri
óhepnari spekulatión eftir
pengum frá kommununum
fyri leigu av landsjørð.
Vinnunevnd løgtingsins
legði uppí og steðgaði hesum.
Sambært
lógini
er
end
urgjaldið fyri mist vetrarbit
og mista fóðurframleiðslu.
Vinnunevndin legði eisini
áherðslu
á,
at
avtalur
framhaldandi skulu gerast
millum Búnaðarstovuna og
kommununa, og tað tí ikki
er einstaki festarin, sum skal
samráðast við kommununa
um endurgjald.
Men tað heldur Búnað
arstovan ikki. Tvørturímóti,
so
hevur
Búnaðarstovan
beinleiðis ráðgivið sínum
festarum um sjálvir at sam
ráðast við kommununa um
endurgjøld, og har lagt upp
til krøv um endurgjøld langt
út yvir bit og fóður.
Tað er so, at tað er Búnað
arstovan, sum ger inntrivið
í festið, tvs., tekur aftur
nýtslurættin frá festarunum.
Búnaðarstovan leigar síðan
lendið til kommununa.
Eru endurgjøld út yvir
vetrarbit og fóðurframleiðslu,
so framganga tey ikki av
nýggju § 7a í lógini um
landsjørð. Í álitinum frá
vinnunevndini kemur held
ur ikki slík fatan fram, tí
nevndin legði dent á skipaði
viðurskifti.
Og tá so er, so má tað
vera tann, ið ger inntrivið,
t.e. Búnaðarstovan, sum ber
møgulig onnur endurgjald
skrøv til festararnar.
Hole in one!
Kommunan
hevur
fund
við
landsstýrismannin
í
landbúnaðarmálum í næstu
viku. Við støði í greiðu út
søgnunum
frá
løgmanni
verður hetta helst ein stuttur
fundur, og tað er gleðiligt.
Landsstýrið og kommun
an hava drigið eina línu at fáa
oyggjaleikir aftur til Føroya,
og báðir partar hava vitað,
at serlig tøk skuldu takast í
mun til krøvini um golfvøll.
Hesum málið røkka vit, nú
lendisspurningurin verður
greiddur,
og
kommunan
kann fara undir arbeiðið av
byggja golfvøllin.
Ríkisveitingin – ein fíggjarligur hornasteinur
Kaj Leo Holm
Johannesen
Formaður
Sambandsfloksins
Landsstýrið og Løgtingið
royna í hesum døgnum at
gera eina fíggjarlóg fyri
2014, sum kann gagna sam
felagnum mest møguligt.
Fíggjarlógin
verður
m.a.
gjørd við tí útgangsstøði,
sum samfelagið er í og útfrá
teimum avbjóðingum, sum
eru fyri framman.
Í sambandi við, at fíggj
arlógin fyri 2014 er løgd fyri
Løgtingið, hevur Landsstýrið
lagt upp til eina trý ára av
talu við donsku stjónina
um at prístalsviðgera rík
isveitingina, tvs. fyri tíðar
skeiðið 2014, 2015 og 2016.
Til valið í oktober 2011
legði
Sambandsflokkurin
upp til, at ríkisveitingin
varð prístalsviðgjørd við aft
urvirkandi kraft frá 2002.
Seinni fór samgongan und
ir samráðingar við donsku
stjørnina um hesa prís
talsviðgerð
o.a.
Danska
stjørnin vildi ikki gera hesar
prístalsviðgerðir langt aftur
í tíðina, men partarnir komu
ásamt um, at hetta skuldi
gerast fyrstu ferð frá 2012.
Hækkingar í
ríkisveitingini
Sambandsflokkurin er tann
einasti flokkur, sum hevur
arbeitt fyri at prístalsviðgera
ríkisveitingina og gera okk
ara búskaparligu krøv gald
andi í Ríkisfelagsskapinum.
Á
myndini
niðanfyri
er
gjørd ein lýsing av gongdini
í ríkisveitingini higartil og
teimum hækkingum, sum
kunnu væntast fram til
ávikavist 2016 og 2021.
Myndin vísir m.a., at
higartil 2014, fer ríkisveiting
in at hækka við tilsamans
19,9 mió.kr. og við 47,5 mió.
kr. í 2016. Tað, sum er serliga
áhugavert er, at framskriva
vit ríkisveitingina við einum
prístali uppá 2% árliga, so vil
veitingin verða hækkað við
116,5 mió.kr. í 2021 ella koma
uppá 732 mió.kr. tilsamans -
eftir 10 árum.
Prístalsviðgerðin
er
ein kompensatión ella eitt
endurgjald fyri príshækk
ingar.
Hækkingarnar
í
ríkisveitingini hava tí við
sær, at vit m.a. sleppa undan
at skerja í okkara vælferð
artænastum, men kunnu
halda eitt høgt dygdarstøðið
og kunna kappast við onnur
lond um okkara borgarar.
Viðmerkjast
kann,
at
hesar
hækkingar
kunnu
síggjast í mun til tær 5-6
mia.kr., sum Føroyar hava
mist í ríkisveiting síðan 2002.
Inntøkur, sum knappliga/
over night vórðu tiknar úr
inntøkurenslinum hjá lands
kassanum - og ongar settar í
staðin! Ein politisk avgerð um
skjeringar í ríkisveitingini,
sum frá tí, at kreppa tók seg
upp í 2008, hevur lagt sera
stórt trýst á landskassan.
Framtíðin í
Ríksfelagsskapinum
Føroyar
hava
eina
ljósa
framtíð í Ríkisfelagsskapi
num. Ríkisfelagsskapurin er
við til at menna okkara sam
felag og vit hava allar møgu
leikar fyri at skipa okkum
sum vit vilja.
Tað er ongin, sum forð
ar okkum í at menna sam
felagsbúskapin og at gerast
meira sjálvbjargin búskap
arliga, men tað skal gerast við
skili og uttan, at vit á nakran
hátt seta okkara vælferð í
vanda – lægri vælferð merk
ir fólkafráflyting.
Eg eri persónliga glaður
fyri, at Sambandsflokkurin
megnaði at taka prístalsvið
gerðina av ríkisveitingini upp
til nýggja viðgerð í 2012 – ein
avgerð, sum vit í dag síggja
hevur eina jaliga ávirkan á
møguleikarnar at fáa javnvág
á FL. Ikki minst sleppa vit
undan tilsvarandi at fremja
sparingar á vælferðarøkinum
ella noyðast at halda aftur
við at menna samfelagið
uppá ymiskar mátar.
Við Sambandsflokkinum
í landsins leiðslu komandi
árini, vilja vit skapa eitt trygt
Føroyar at liva og virka í.
Kelda:
Fíggjarlógaruppskot 2014.
Uppseting og framskriving,
Sambandsflokkurin