Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mammondyrkarar stýra lítla landinum í tí stóra havinum Dagfinnur Danbjørg Í lítla Gudsgivna landinum livdu mong upprunaliga við ymiskum áskoðanum um religiøsar og politiskar spurn­ ingar, men hugsjónarliga breidd­in var rímiliga smøl, so gjáirnar millum fólka­ bólk­arnir vóru smáar og grunn­ar. Við tíðini komu ymiskar hugsjónir inn yvir landið t.d. høgraradikalar og mammon­istiskar - politiskar og religiøsar - sum við tíðini flutu saman –og stýrdu land­ inum saman við øðrum, ið lukt­aðu feitan fong í einum tøttum samstarvi við tey høgrapolitisku og høgrar­ eligiøsu. Tey smáu hava megi­npartin av tíðini staðið uttan­fyri og goldið prísin, so sum tey eisini gera tað dagin i dag. Tey religiøsu (ikki at forveksla við kristni) og tey høgraradikalu ýtaðu av eftir størst møguligum persónligum vinningi fyri tey sjálvi, teirra nærmastu og annars viðhaldsfólk, og síðani vóru línir, trol og annars allur peningafiskireiðskapur nýttur uttan fyrilit. Stóran og skjótan vinning var málið. Og felagssangurin ljómaði: Vertin á hvat annar fær, e g skal nøra mær. Stevið gekk einans umaftur og umaftur til høgru. Eingin reel hugsjón, einans fúl peningagirnd. Mammonistarnir tillag­ aðu og tillaga bíbliuna m.a soleiðis, at teirra næsta­kær­ leiksleysa lív varð og er ein sjálvfylgja, tí tey hildu og halda fast við, at gerningar - sæð í religiøsum høpi - onki hava upp á seg, so tey hava strikað m.a. at elska næstan sum sjálvan seg, og at trúgv uttan gerningar er eins deyð og eitt likam uttan anda. Mammon er bæði hægst og best. Háleíhan. Ei undur í, at tey dyrka Mammon sum guð og draga ósek við í fallið. Og børn míni elskið hvørt annað – hevur verið teimum ein ókendur býur í Ruslandi. Hesu peningagrísku hava gjøgnum árini gjørt alt tað, ið hevur staðið í teirra makt fyri at fremja ójavna, teimum sjálvum til fyrimunar, og hetta hevur tíverri eydnast teimum í stóran mun. Og av tí, at tey høgra­radi­ kalu og mammonistarnir hava sogið hampafólk til sín, tí hesi ikki hava kunnað staðið ímóti persónligum vinningi: størvum og peningi, so eru færri at taka stríðið upp móti kúgarunum og svindl­arunum, tó so - enn eru meira enn nokk av stríðs­ fúsnum monnum og kvinn­ um, ið bæði kunnu og vilja luttaka í komandi stríðum fyri frælsi, javna, rættvísi og solidariteti. Tí enn gongur dansurin um gullkálvin lystiliga. Og í løtuni verður kvøðið: Alle ville herrer være – ingen ville byrder bære. Tað mann vera skemtivísa um tey sjálvi. Á ovastu rókum svimja milliónirnar. Summarhús í Spania. Lystbáturin so vakur í mánalýsinum og dollargrinið sum ein sveimandi állur ljóð­leyst glíðandi gjøgnum bygd og bý, ein fantastiskur dreymur. Men niður gjøgnum røk­ urnar kunnu síggjast tey á niðastu rókunum, ið ikki eiga til dagin og vegin, og mugu fara svong til songar. Ójavnt er býtt. Vit kenna orsøkirnar, men hava higartil einki munagott gjørt við tað. Men tað eiga vit við Guðs hjálp at gera, vælvitandi um, at har Guð er við, kann eingin vera ímóti. Tíðin er yvirbúgvin til eina uppgerð, ið førir við sær, at stóra Guðs gávan til alt fólkið í lítla landinum úti í tí stóra havinum verður givin øllum íbúgvunum til ognar, og ikki bert nøkrum fáum kúgarum og spekulantum, ið hava útvalt seg sjálv m. a. gjøgnum avnoktan av fólk­ sins grundleggjandi skyldum hvør móti øðrum. Um neyðugt eiga mam­ mon­istarnir og tey høgra­ radi­kalu at verða víst vetrar­ vegin. Hjartastartari á føroyskum Dorit Hansen “Frá ongum og til onki, soleiðis er lívsins gongd,” hugsar Ólavur. Konan liggur við ringum verkum, og Ólavur hugsar um lívið: “sjálvt um tað kann hugsast soleiðis, frá ong­ um og til onki, so er tað ikki soleiðis kortini, tað er jú so nógv meira enn tað, men hvat er alt hitt? tann blái himmalin, trøini sum fáa leyv? Orðini sum vóru har í byrjanini, soleiðis sum tað stendur í Skriftini, og sum ger at ein skilir, bæði væl og virðiliga, hvat er alt hitt? nei sig tað, nei hvør kann siga tað?” Fyri kortum gav forlagið Sprotin norsku bókina morgun og kvøld út í føroyskari týðing eftir Marnu Jacobsen. Jon Fosse hevur skrivað bókina, sum kom út á norskum í 2000. Norski rithøvundurin hevur fingið bæði norskar og altjóða virðis­lønir, og morgun og kvøld var tilnevnd Bókmentavirðisløn Norð­ ur­landaráðsins. Bókin er einans 94 blaðsíður, hon er skjótt lisin og snýr seg bara um tveir dagar í lívinum (í breiðastu merking) hjá Jóhannesi, syni Ólavs. Hetta eru tó ikki tveir vanligir dagar. Onkuntíð kunnu heil lív liggja í lítlum løtum og fá­ um orðum. Tað gera tey í hesari bók­ini. Jóhannes kemur til verðina í ein­ ari bók uttan punktum, ein­ari bók, har markið millum setn­ing­arnar er eins kámt og markið mill­um lív og deyða. Tað kennist beinanvegin natúrligt, tí pallurin í søguni er, tá lívið byrjar, og tá lívið endar. Hevði bókin verið illa týdd, hevði setningsleysi bygnaðurin bein­an­ vegin dottið sundur, men føroyska málið í týðingini flýtur sum mjólkin hjá bróstakonu. Málið andar sum livandi mannamál, ikki turrisligt bókamál Eg má viðganga, at eg sakni veru­lig prát í føroyskum bókum. Kanska eru tað bara míni bókaval, sum hava verið óheppin í seinastuni, men tað er, sum ber tað ikki til at tosa saman á føroyskum, í hvussu so er ikki á skrift. Føroysku søgurnar, sum eg havi lisið í ár, hava antin verið full­ ar í innara monologum, ella tær hava havt samrøður, sum hava kenst stirvnar og konstrueraðar. Jóhannes og vinmaður hansara Pætur tosa hinvegin sum tveir sprell­livandi persónar. Teir bróta hvønn annan av, hugsa hart og tosa um alt og einki í senn. Soleiðis sum vit gera uttanfyri bøkurnar. “Nei nú má eg fara mær ein túr heim til tín, so skal eg klippa tær, sigur Jóhannes Ja tað kanst tú gera, sigur Pætur Eg kann kanska hyggja inn á gólvið seinnapartin, sigur Jóhannes Ja tað mást tú gera, sigur Pætur Men fyrst má eg fara at hyggja mær at rúsunum, sigur hann” Gerandislig orð og grunnar sam­ røður, men er tað ikki tað, sum lívið er fult av? Prát, sum altíð rúma nógv meira enn tað, vit í fyrsta umfari halda. Jóhannes hevur livað eitt langt lív sum útróðrarmaður, hann er einkjumaður, hevur vaksin børn og fleiri ommubørn. Vinur hansara Pætur doyði fyri fleiri árum síðani, men seinna dagin í bókini hittir Jóhannes Pætur niðri á lendingini, og teir fara ein túr á flot. Teir tøma rúsur og sigla um sundið. Bókin eitur morgun og kvøld, og snýr seg sjálvandi um lívsins morg­un og lívsins kvøld, men hóast eg bæði fekk klump í hálsin og ilt fyri hjarta, so er hetta ikki sentimentalur lesnaður. Útróðrar­ menninir báðir taka ikki munnin ov fullan, og stutta søgan frá jarðar­móður til himmalbróður fer ongan­tíð upp at flákra. Tú verður spaku­liga drigin við, og tá mørkini millum tíð og stað so líðandi fjara burt, og kærleikin er tað einasta, sum heldur øllum saman, so er alt skrivað so snildisliga, at tú flytur teg millum kroppar og eygu uttan at blunka. Hetta er fyrsta bókin eftir Jon Fosse, sum er týdd til føroyskt , men vónandi ikki tann seinasta. bókaummæli