Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Trupulleikin er so stórur, at vit lata hann liggja. Vit gera onki við hann! Nakað soleiðis plagdi politiovastin í olsenbanda-film­ un­um at taka til, tá talan var um tey heilt stóru brots­ verkini við sjey siffraðum tølum. Tey problemini, ið eru so stór, at tað fyri summi tykist at vera best, at stinga høvdið í sandin eins og strutsurin. Størsti núlivandi fuglurin. Men hóast hann er størsti fuglur, er hann ikki førur fyri at flúgva. Vit eru eitt lítið land, men tað tykist ikki altíð, sum vit síggja tey stóru problemini. Og hóast landið er lítið, er heldur ikki altíð so lætt at finna flogið. Tað er ikki altíð so lætt at vera dómadagsprofetur. Flent varð eftir Nóa, tá hann fór umborð, og bað fólk koma við sær í ørkina. Sum var tað ein amerikanskur katastrofufilmur, við flóðaldum og atomkríggi, sum í roynd og veru eru nógv nærri veruleikanum, enn myndirnar av tveimum flogførum, ið flúgva inn í tvey torn. Ti tað høvdu tey fægstu hugflog at ímynda sær. So stór problem hava vit tíbetur ikki í Føroyum. Men eg haldi meg hoyra alarmklokkur ringja í havsbrúnni, tá gamlir floksfelagar leggja myndir av sínum fittu børnum á facebook við undirtekstinum: Jonas glæder sig til at se mormor igen til jul! Og tá hesi somu føroysku foreldur fara á konsert at lurta eftir Eyðuni Nolsøe og Kára P og syngja Tjóðsangin. Ikki í Havn, men á Amager Strand! Og hví ikki kalla hetta tiltakið á Flatlondum “Mítt land”? Hetta hendi í somu viku sum hagfrøðingar ávaraðu um, at tjóðin kann raka eitt pínumark fyri, hvussu fá einaferð fara at megna at klára eitt skattatrýst, ið skal fíggja mat og mentan og meiningina við yvirhøvur at vera her. Ikki tí. Eg unni teimum tað væl, og eg vóni, at tey fingu eitt gott kvøld á Amager Strand. Men tað tykist, sum globalisering ikki einans merkir, at verðin kemur til okkara. Men at hon eisini hálar okkum til sín. Orsøkin til hetta er helst ikki, at tað er so keðiligt at búgva í Føroyum. Heldur er orsøkin, at tað ikki longur er ein “sjálvfylgja” at flyta til Føroya. Hetta hóast Føroy­ar er eitt land av møguleikum, og at hvørt einstakt menn­ iskja fyllir meira her enn flestu aðrastaðni í verðini. Møguleikarnir fyri at ávirka eru stórir. Tað var samfelagsgranskarin Bendict Anderson, ið vísti á, at sum so ikki er móðurmálið, ið skapar eitt land, men heldur kjakið, ið savnar eina tjóð. Eitt búgvið orða­ skifti. Vit kunnu eisini siga sum kekkiski statsmaðurin Tomas Mazaryk: Fólkaræði er orðaskifti! Og til tað krevst m.a., at vit sígga tey veruligu greiðslu­ evnini, og vit ikki lata tey liggja. Ella vit kunnu umskriva yrkingina hjá Chr. Matras: “Einfeldin í orðum bíðar eftir okkum ið yrkja Finna vit hana?” Kanska eru problemini ikki so einføld. Men vit eiga ikki at lata tey liggja óloyst av tí grund! Theodor Olsen prestur EYGA MÁLIÐ Konsertir og status – nú eisini á donskum kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Fráflytingin steðgar ikki av sær sjálvum Eingin tosar um tað neyðuga í at skapa fleiri arbeiðspláss, um vit vilja hava útisetar at koma heimaftur Dagny Joensen Tá Norðoyatunnilin í síni tíð varð tikin í nýtslu, nevndi ein skemtari har norðuri, at tað yvir tunnilsopinum skuldi standa “Góðu ikki fara..”. Fólk vóru bangin fyri, at tá fyrst var lati­ð upp fyri at norðoyingar kundu fara burtur, komu teir ikki afturí­ aftur harheima. Hetta kom mær til hugs, tá eg hoyrdi Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, nevna millum fleiri jalig mál, at fólka­flytingin varð steðgað! Hvussu í allar víðu verð kann ein landsstýrismaður siga slíkt. Tað næsta verður helst, at Jørgen Niclasen pro­kla­merar, at tilflytingin er byrjað! Tá evsti myndugleikin á henda hátt lýsir landsins støðu í samband við fíggjar­ lógar­uppskotið, verður tað ikki av øllum fatað sum veru­ leiki, men bara okkurt hissini, sum kann sigast í eini givnari vending. Tað hevði nú verið super, um fólk uttanlands kundu komið heimaftur og fingið lut í arbeiðsmarknaðinum og kundu njóta tað góða lívið herheima, sum ivaleyst nógvir útisetar droyma um. Veruleikin er, at tey, sum eru strandað í útlandinum, vegna vantandi arbeiðstilboð í Føroyum, einki hava at koma heim til. Harnæst at tey ikki kunnu tryggja sær mat í munnin, um tey av sín­ um eintingum komu heim at leita eftir arbeiði. ALS er als ikki til fyri teimum. Í samband við fíggjar­ lógar­uppskotið, varð eisini nevnt tað jaliga, at meira pen­ ingur var avsettur til hægri útbúgvingar. Tað er í fínasta lagi, men hví tosar eingin um at skapa arbeiðspláss? Tað er, ið hvussu er, tað hægst neyð­ uga í løtuni. Eisini fyri tey, sum nú fara undir útbúgving, at tey kunnu hava nakað at koma til eftir loknan lestur. Fyri ikki at tosa um, at meiri peningur kemur inn í skatta­ skipanina. Kom heim.. kom heim.. Tað nyttar lítið at siga við fólk, sum hava fing­ið út­búgving á hægri læru­ stovnum uttanlands, at nú noyðast tey at koma heim­ aftur, tí okkum tørvar fólk, sum kunnu gjalda fyri, at tey gomlu skulu hava tað gott. Seinast var kjakið um tey lesandi í øðrum londum uttan fyri Norðurlond, sum skulu gjalda stuðulin aftur, um tey ikki koma heim at arbeiða. Hava myndugleikarnir, sum koma við slíkum uppskotum, hugsað um, hvørt tað er ar­ beiði til teirra her á landi? Álvaratos, er tað “agnið” fyri nýútklakt, sum fús vilja sleppa til verka, at tey hava skyldu at taka um end­an, tá tað almenna ikki orkar meir? So er hugsandi at seta spurningin, um tað almenna hevur røkt sínar skyldur, tá tað er so statt, at sjálvt pensionistar flyta av landinum. Vit hava fingið oyruni fylt við makreli og sild, sum svimur í havinum rundan um okkum. Hvat er komið burtur úr áralanga kjakinum? Og hvussu tað hevur hylnast myndugleikunum, havi eg ikki skil fyri at meta um. Bert at tað ikki førir til annað enn kjak – og als ikki til nakrir nýggj­ar vinnuvegir, sum kundu ført landið víðari fram í nútíðina. Eitt frával heldur enn tilval Ístaðin at brúka heilar árs­ fjórðingar at kjakast um tunnil her og har, og sum endar við, at eingin niður­ støða verður funnin, kundi hátt­virda tingið kanska far­ ið undir at smíða uppskot um lógir, sum kunnu gera tað møgu­ligt at skapa nýggj arbeiðs­pláss. Tað er møguligt, at vit liva av fiski, men tað forðar ikki fyri, at fólk, sum hava hug og hegni at royna nýggjar leiðir, fáa møgu­leik­ an til tess. Fyri at enda sum eg byrjaði: Hvørki fíggjarmálaráðharrin ella nakar annar kann siga, um fólkaflytingin er steðgað. Fólk hava sín fría vilja (enn) til at virka og liva har tey sjálvi ynskja tað – eisini at flyta av landinum, um tað er besta loysn fyri tann ein­ staka. So setningurin “Góðu ikki fara..” kann vendast til tað jaliga við at skipa so fyri, at tað besta fyri okkum, sum vilja verða verandi her á landi, er, at tey ráðandi smíða karm­arnar, og fólkið fær góðar umstøður, so góðar, at talan ikki verður um frával, heldur eitt tilval at búgva í Føroyum. Einki at grenja um Tórunn G. Isfeldt Fólkapensjónistur Í blaðnum 27. september læs eg um ein, ið ikki kundi klára seg við hægstu fyri­ tíðarpensjón og sum millum annað segði, at mánaðarliga, tí ið alt var goldið – hevði hann bert eftir 163,80 krón­ ur. Hetta er loddrøtt lygn, tí hann fær 14.000 krónur um mánaðin – hvat hevur hann at grenja um, tív it fólka­ pensjónsitar mugu noyðast við hægstu pensjón – sum er 9.000 krónur mán­aðarliga, og vit hava arbeitt líka til vit eru 67 ár. Tú hin gamli mín, tú fært 5.000 krónur meira enn fólka­ pensjónistarnir við fullum stuðuli, tú burdi tongt teg alvorliga um – áðrenn tú fórt í bløðini við hesum. So fært tú hesar pengar frá teimum, sum knokla í tí hvønn dag, ja fólkinum, og tað eru vit, sum geva.