hósdagur 3. oktober 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
Fyrrverandi løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Syvjandi
strálandi strálandið
Politisku gartnararnir hava
aftur
stungið
skortarnar
uppundan runnakrúnunum,
nú seyrvingurin í Kvíggj
artúni hevur ætlað um,
hvussu danska hjálandið
hann stjórnar, meiri og minni
einsamallur,
skal
húsast
peningaliga í árinum sum
kemur. 2014. Næstseinasta
árið í valskeiðnum. Svøvn
tyngjandi sjónvarpaða kjakið
týskvøldið í vikuni avdúkaði,
at øll hin politiska skipanin
onkursvegna hevur lagt seg
undir
hjálandatreytirnar
og undir niðurlaðandi bók
haldsskipanina hjá Jørgen
Niclasen.
Eitrandi
ríkis
veitingina tosar ongin um
longur, heldur ikki orð ella
eiður um, at samgongan
ætlar at binda okkum til
eina hækkandi ríkisveiting
fram til 2016 soleiðis, at
hendan drepandi sproytan
tá verður 47,5 milliónir krón
ur hægri enn hon var í 2011,
táið
Niclasen-regime
tók
við. Tað hevur eisini eydnast
valdsarkitektinum
at fáa
allar hinar seks menninar at
kenna seg heima í hansara
følnaða aldingarði, har teir
skiftast um at kína fyri
doyggjandi
blómunum,
ímeðan seyrvingurin fæst
við at royta ókrút upp úr
svørðinum.
Andstøðan letur seg tøla
av manipulerandi retorikki
num hjá samgonguni, fokusið
er bara virknaður sitandi
valdsins, og tað fær ikki
verið annað enn ein nega
tiv promovering í mun til
ein annan niðurgangsspiral.
Onkursvegna reagera fram
herjarnir í samgongu og and
støðu í mun til retorikkin hjá
fíggjarmálaráðharranum,
á sama hátt sum trivaligu
svørtu flugurnar í gomlum
døgum í mun til blóð
reyðu, dragandi og eitraðu
knøttarnar,
sum
hingu
niður frá koluni omanfyri
hvørt einasta døgverðaborð
í Føroyum. Lendu tær fyrst,
slapst ikki burtur aftur. Lívs
strongurin kvettur. Hinvegin
var einasta ítøkiliga altern
ativa hugskotið, sum kom
fram á torg hetta kvøldið,
tað, at Sjálvstýrisflokkurin
nú burturav ætlar at stríðast
fyri, at fleiri frystingarhús/
goymslur verða bygd í Før
oyum. Fekk kortini ikki
grundidé´ina við, men helst
var tað fyri at goyma so
nógvan makrel og so nógva
sild on stock sum gjørligt, fyri
at nýggj tránað produktir
kunnu gerast ein møguleiki
og fyri búskapin ein menn
andi útflutningsvøra.
Øllum er greitt, at verandi
gongd førkar okkum skund
isliga út á ørvarendan. Borg
arliga bókhaldsskipanin í
Kvíggjartúni hevur spælt
fallit, so tað brakar eftir í,
sparslaðu
inntøkumeting
arnar
eru
katastrofalar,
flatskatturin gav ongan virk
nað, og hevði pensiónsránið
ikki verið framt, var hallið
á fíggjarlógini í 2013 rokkið
niður á 600-700 milliónir
krónur, ella út ímóti 300%
meiri
enn
Jørgen
segði
seg rokna við fyri einum
ári síðani. Hetta í mun til
eiðsvornu
kredduna
um
javnvág í 2016. Trupulleikin
er, at landinum tørvar ein
búskaparpolitikk og eina
uppgerð við fleiri darvandi
strukturar í heimastýrisbú
skapi tjóðarinnar. Í mun til
jarðarferðarrákan týskvøldið
var hugdámurin øðrvísi í
Norðurlandahúsinum í viku
33, tá ætlanir um framtøk í
ferðavinnuni vóru serverað
ar einum fullsettum skála av
hugaðum fólki. Eitt frískligt
vinnuligt lot, barberað fyri
partapolitiskt slutur, kend
ist tað onkursvegna hug
kveikjandi, at onkur um
síðir hevði toygt seg upp
um girðingarnar í sand
kassanum, og tikið støði í
sínum og okkara egna mátti.
Ein støðumynd:
Sohvørt sum glargrindin
toyggist og krympast eyst
anfyri
Sortudíkið,
kemst
man við onkran, sohvørt
sum kjøtrondin prúðkast
í durinum í hesum fræga
mentanarskála, ið Erlendur
Patursson, sáli, legði lunn
arnar undir í norðurlendsk
ari samvinnu, maðurin sum
annars hevði farið um 100 ára
hvarvið í viku 34, var hann
uppi á døgum. Mong ganga
aftur, hin gitna brigadan er
altíð har, hesi, ið hava dugnað
seg
í
handfaringini
av
snøggu spritabitunum, vant
góman við gastronomisku
eksperimentini,
og
hvørs
kimiligu
fingrar
eymliga
kína smekru stelkunum á
víngløsunum. Sama liðið,
sum eisini bóltaði sær í sæv
armálanum, ta tíð man sum
politikari kendi seg noyddan
at møta til bæði líkt og ólíkt.
Tað ráddi jú um at verða
sæddur á almennum støðum.
Í habitti, slipsi og blankt
bustaðum svartaskóm.
Herliðið í Norðurlanda
húsinum er kortini øðrvísi
mannað í dag. Fleiri kend
andlit kring landið, sum
hava lagt lív og sál í at
menna føroyska ferðavinnu
í áravís, - onkur í áratíggju,
hómast í foyerinum. Nýggi
ferðavinnugeneralurin
Guðrið Højgaard er ikki
ætlanarleys, málsøkni lýsir
av henni, hon veit hvat hon
tosar um, og tað kennist væl
signað í hesum hugsjónar-
og miðleysu tíðum at hoyra
ein stovnsleiðara tosa um
strategi´ir,
og
sum
ikki
hveppist við at taka eina
avgerð. Roykurin stendur
ramur
frá
eini
nýggjari
byrjan í ferðavinnuhøpi, og
botnurin er føroyskur, vit
standa nú í miðju jarðar.
Jørðin er okkara. Kykmynd
in, gjørd til framtakið, er
strálandi, og ætlast at um
boða eitt strálandi land og
ferðavinnumál. Trælalyndið
er sum foykt burtur. Hetta
eru føroyskir handilssvein
ar, ikki korrumperaðir strá
menn. Teir rykkja í kúlvin
á klokkuni, og prúða høll
in fyllist smátt um smátt
hendan yrkadagin í Havn.
Munur er á at verða kák
strokin, og at lata bleytu og
reyðu
plússsetrini
súgva
reyvabøllarnar í seg. Vín
reyðu brósttjøldini varpa
ein serligan hugna frá sær
í hóskandi ljósglæmuni, -
ikki sørt, at hugflogið lættir
sær á hesa løtuna. Í mínum
tápuliga naiviteti helt eg
meg hóma eitt nationalt
paradigmuskifti. Eina tjóð,
sum hevði lætt sær á av
nýggjum, ávegis skýlofti
num, har til ber at geberda
sær skilagott ímillum aðrar
tjóðir á jøvnum føti.
Vónandi fer tað at eydnast
rituvíkinginum í oddinum
at fáa ferð á ferðavinnuna,
hon
tykist
hava
funnið
konseptið, sum skal til, fyri
at hetta kann gerast ein
verulig alternativ vinna í
Føroyum.
Partapolitiski
gerandisdagurin
annars,
soleiðis sum hann nú er
skipaður, og soleiðis sum
hann varð profeteraður út
úr skíggjanum týskvøldið,
hevur aftur syndrað mínar
hugdjørvu dreymar um, at
vælferðarsamfelagið
yvir
livur í einum føroyskum
nationalstati, fyri eitt styttri
tíðarmál, ella í hvussu er
soleingi sum hesir trællirnar
gníggja reyvabøllarnar niður
í bleytu taburettirnar, - skal
eg kortini siga og staðfesta.
Veruligi dreymurin um frælsa
føroyska
vælferðarstatin
doyr ongantíð, og onki liv
andi menniskja skal drepa
hann heldur.
Ein
búskaparfrøðingur
tosaði í vikuni um eina kat
astrofu, sum vaks í sjón
arringinum, í havsbrúnni,
og sum politiska skipanin
ikki hevur ætlanir um at
møta í eygnahædd, sam
svarandi tí sum nú liggur á
borðinum á Føroya løgtingi.
Ongin politisk tilbúgving
er sett á lunnar yvirhøvur
mótvegis framtíðini, og tí
sum goymir seg í henni. Pol
itiska skipanin hevur ham
skift seg sjálva til eina gem
ena bókhaldsskipan. Teir
báðir debet og kredit ráða nú
fyri borgum einsamallir - við
kvíggjartúnsmanningini sum
samskipara. Og hesi hava
samsvarandi øllum param
etrum mist tamarhaldið á
støðuni. Tað gongur sjón fyri
søgn.
Hvat er so áfatt í Føroy
um? Finst nøkur skilagóð
diagnosa? Og tað mest umrá
ðandi, finst nakar heilivágur,
nøkur vaccina, ið kann lekja
hendan
sjúklingin,
sum
fepurstungin liggur og syvjar
omaná
einum
vakstrar
potentiali, sum ongin onnur
tjóð í heimi eigur makan til?
Trupulleikin er ein gener
ellur hjálandakulturur, sum
hevur viðført ein subkultur
í strámannaleiki, ið hevur
sníkt seg út í at kalla allar
pokur og liðir samfelagsins.
Teir, ið ráða fyri borgum
úti í Tinganesi, eru strá
menn hjá danska politiska
valdinum yvir oyggjunum. Í
vinnuni, serliga í fiskivinn
uni, blómar strámannaveldi
fyri útlendskan kapital í
ólukkumáta.
Í
blaðkiosk
unum kanst tú velja ímill
um 100 donsk bløð dagliga
og
hvørja
viku,
ímeðan
Gratisavísin hjá abbasoni
Jústnesar
í
Oyndarfirði,
sum tók ræði á og bjargaði
donskum handilsskipi frá
at ganga burtur í kolandi
stormi á Hvarvinum beint
fyri
stríðsbyrjan,
í
1939,
skjótt verður einsamøll á
rókunum í føroyska avís
stativinum. Fólkið hyggur
meira og meira eftir donsk
um sjónvarpi, átakið, táið
teir fluttu Dag & Viku fyri
eini danskari karaoke-kapp
ing sigur alt. Børnini eru
farin at tosa á donskum
ímillum sín í dagstovnunum,
danskt
er
meginmálið
í
samskiftinum í almennum
partafeløgnum, fyri at lætta
um hjá vaksandi skaranum
av donskum nevndarlimum,
í skúlum verða boð send
aftur og fram á donskum
máli, og fyri kortum ætlaði
løgmálaráðharri
landsins
mín sann, at vit eisini skuldu
gerast
strámenn
í
egn
um undirstøðukervi, táið
hann ætlaði at forera listin
lærdum uttanbuðamonnum
hjá donskum pensiónsgrunni
fleiri milliardir krónur aft
urfyri at gera ein tunnil
undir Tangafirði. Tann stóri
trupulleikin er, at vit hava
mist okkum sjálvi burtur í
hesum sníkjandi ákomna
ágangi, og serliga stórur bági
er tað, at politikarar okk
ara stórtrívast við at vera
pedellar hjá donsku maktini
í Føroyum. Visións- og hug
sjónarloysi er ræðandi, og
saðla teir ikki um í bræði,
verður tjóðini ikki lív laðað.
Hetta strámannasyndr
omið er atvoldin til, at vit
dragna í øllum liðum. Vit
liggja væl lægri í skapan enn
grannalondini, ella rættari,
enn londini vit vanliga sam
skifta við, hvørs sferu vit
halda okkum vera part av,
15-20% lægri, og tað fremur
fólkaflytingina
av
land
inum. Hendan manko´in er
veruligi trupulleikin. Okk
ara vælferðarsamfelag er
ikki líka robust sum tey hjá
grannunum
og
tilboðini
harvið lægri. Onkur held
ur, frøðingarnir serliga, ið
eisini skulu liva, og yvirliva,
av at selja sína vitan til
danska heimastýrið í Før
oyum, at bara vit tøma Oyra
sundskollegi´ið og møbelera
samfelagið eftir tilvandum
donskum
normum,
og
fylla hesi ungmennini inn á
almennu røkurnar í Havn,
so er tann heilaga grøvin
vælforvarað, og búskapar
vøsturin kemur tá heilt av
sær sjálvum. Hetta er slutur