Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fótbóltur ítróttur Eg var mismæltur Tað sigur Lars Olsen, sum er komin í eitt minni ódnarveður, eftir at hann á landsliðstíðindafundinum pástóð, at allir spælararnir hjá Kasakstan spæla í Russlandi. Tað ger ongin av teimum Tróndur Arge Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sigur við Sosialin, at hann orðaði seg skeivt, tá hann segði at næstan allir spælararnir á landsliðnum hjá Kasakstan spæla í Russ­ landi. – Eg var mismæltur og tað var ikki tað eg meinti. Eg er keddur av at eg havi sagt tað, men eg veit sjálvandi at tað ikki er so, sigur Lars Olsen, sum var í Kasakstan við før­ oyska liðnum fyri áleið ein­ um mánaði síðani. – Eg var jú í Kasakstan við landsliðnum herfyri, so eg veit væl, at teir ikki spæla í Russlandi, slær Lars Olsen fast. Tað var til tíðindafundin á Tórsvølli mánadagin, tá lands­liðið til dystirnar móti Kasakstan og Eysturríki varð út­tikið, at Lars Olsen við allar miðlar­nar á staðnum vildi verða við, at Kasakstan var eitt sterkt lið, tí allir uttan tríggir spæla í russiskum fót­bólti. Hetta fekk eftirspæla á eitt fleiri kjakbólkum á Face­ book, har fleiri gjørdi vart við, at tað als ikki passar. Fak­tist spælir ongin á lands­ liðnum hjá Kasakstan í Russ­ landi. Allir spæla í heimligu kappingini uttan tveir, ið spæla í Týsklandi. Hetta meinti Lars Lars Olsen leggur nú kortini á borðið og gevur eina frá­ greið­ing um hvat hann veru­ liga meinti. – Tað sum eg vildi siga var, at Kasakstan er ein fyrrvandi partur av Sovjet­ sam­veldinum, og tí er talan ikki um nakað »nýggja« fót­ bóltstjóð, men um eitt land har fótbóltur hevur verið leingi, sigur Lars Olsen og leggur afturat. – Tað eg vildi við tí var, at vísa á, at teir spæla týpiskan russiskan fótbólt. Teir eru stórir, sterkir og renna nógv, og spæla ein krops­liga krevjandi spælistíl, sum vit kenna frá gamla Sovjet­sam­ veld­inum, sigur Lars Olsen. Landsliðsvenjarin leggur afturat, at hetta eisini er gald­andi fyri aðrar tjóðir, sum hava verið partur av Sovjet­samveldinum – Eg minnist ikki akkurát hvat eg segði og hvussu eg segði tað, men eg veit also væl, at allir spælararnir hjá Kasakstan ikki spæla í Russ­ landi. Eg var mismæltur og eri keddur um tað er tikið illa upp, sigur Lars Olsen víðari. – Eg segði vist nokk eis­ ini, at tað vóru tríggir frá meist­ara­liðnum Shakhter Karagandy, men har er ein eyka málmaður við, so teir eru fýra nú, sigur Lars Olsen. – Eg viðgangi, at Kasak­ stan ikki er eins gott og Russ­ land, men vit spæla ikki móti einum landi, sum er ókent fyri fótbólti, sigur Lars Olsen at enda. trondur@sosialurin.fo »Man skal altså heller ikke glemme, at næsten alle spillerne på Kasakhstans hold spiller altså i Rusland.« (Á tíðindafundinum) »Så er alle spillere der over, på nær måske de 3 som spiller for deres mesterhold, men de spiller altså i den russiske liga. Så det er altså russiske klubspiller som vi møder.« (Við Rás2) »Altså spillerne spiller til dagligt i den bedste russiske række, så det er klart det er noget niveau-forskel og tempoforskel i deres spil« (Við útvarpið hjá KvF) »Det er et godt fodbold­ spillende hold, hvor det hovedsageligt består af spillere som spiller i den russ eller den bedste russiske række« (við sjónvarpið hjá KvF) – Eg minnist ikki akkurát hvat eg segði, men eg veit also væl, at allir spælararnir hjá Kasakstan ikki spæla í Russ­landi Mynd: Álvur Haraldsen Hetta segi Lars Olsen við miðlarnar á tíðinda­fund­inum mánadagin 30. sep­tembur. Málverjar: Andrei Sidelnikov, Aktobe Alexander Mokin, Shakhtar Karagandy Samat Otarbayev Shymkent Verjuspælarar: Kairat Nurdauletov, Astana Yuri Logvinenko, Aktobe Alexey Muldarov, Aktobe Eldos Akhmetov, Astana Victor Dimitrenko, Astana Mark Gurman, Kairat Almaty Alexander Kislitsyn, Kairat Almaty Konstantin Engel Energie Cottbus (Týskland) Miðvallarar: Nurbol Zhumaskaliyev, Tobol Kostanai Maxat Bayzhanov, Shakhtar Karagandy Heinrich Shmidtgal Fortuna Dusseldorf (Týskland) Valery Korobkin, Astana Dmitry Shomko, Irtysh Pavlodar Pavel Shabalin Irtysh Pavlodar Igor Jurin Irtysh Pavlodar Andrei Karpovich, Shymkent Anatoly Bogdanov, Tobol Kostanai Framherjar: Andrei Finonchenko, Shakhtar Karagandy Sergey Hizhnichenko, Shakhtar Karagandy Alex Shchetkin, Atyrau Málverjar: Gunnar Nielsen, Motherwell, Skotland Kristian Joensen, NSÍ Runavík Símun Rógvi Hansen, AB Argir Verjuleikarar: Jónas Tór Næs, Valur, Ísland Rói Danielsen, AB Argir Erling Jacobsen, Víkingur Rógvi Baldvinsson, Bryne BK, Noreg Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn Viljormur Davidsen, Vejle Boldklub, Danmark Atli Gregersen, Víkingur Miðvallarar: Hallur Hansson, AaB Ålborg, Danmark Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn Daniel Udsen, FC Helsingør, Danmark Christian Restorff Mouritsen, HB Tórshavn Heini Vatnsdal, HB Tórshavn Súni Olsen, B36 Tórshavn Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF, Danmark Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík Framherjar: Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger, Noreg Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík Finnur Justinussen, Víkingur Klæmint Olsen, NSÍ Runavík