hósdagur 3. oktober 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Jóannes Hansen
Spádómurin í summar um, at
HB fór at vinna FM í seinasta
lagi á mikkjalsmessu helt
ikki. Men tað var ikki so
langt við síðuna av. Formliga
hevur HB ikki vunnið 22. FM
heitið, men tað er sannlíkt, at
stigatalið er rokkið, sum skal
til at verða meistari.
Merkisvert er tað, at ÍF í
øllum trimum umførunum,
sum eru eftir at spæla, eigur
heimavøll. Tí er tað ikki heilt
óhugsandi, at tað ber til at
vinna fulla úrtøku ímóti HB,
NSÍ og B36. Hjá HB ræður um
at vinna eitt stig aftrat, og
stendur tað til HB venjaran,
Oddbjørn Joensen, so verður
tað avgjørt nú sunnudagin,
at HB verður meistari.
– Tað skal eingin ivast í, at
vit fara norður til Fuglafirðar
fyri at vinna øll stigini. Tað
gera vit hvørja ferð, og hví
skulu vit so ikki gera tað hesa
ferð. Ímóti 07Vestur vóru tað
ikki so nógvir áskoðarar í
Gundadali. Vit vóna, at fleiri
koma við okkum norður til
Fuglafirðar at síggja okkum
tryggja okkum FM heitið, tí
tað ætla vit okkum longu nú,
sigur HB venjarin.
Ikki so sjáldan hevur verið
tosað um, at HB ikki hevur ein
rættuligan boksspælara, sum
skorar eina rúgvu av málum.
Tí er tað merkisvert, at FM
favorittarnir hava skorað 64
mál, og at tað tískil ikki er
so langt fram til málmetið.
Síðani dystartalið í 2005 varð
hækkað til 27, er málmetið 66.
Í 2005 og 2011 var B36 meist
ari. Bæði hesi árini skoraðu
silvurvinnararnir 66 mál. Í
2005 var tað HB, sum skoraði
66 mál, og í 2011 var tað EB/
Streymur, sum skoraði 66
mál.
– Stóra málið er at vinna
FM, men tað hevði sjálvandi
verið hugaligt, um vit megn
aðu at taka málmetið, og
vánirnar áttu at verið fyri
tí. Umframt ÍF í Fuglafirði,
so eiga vit TB í Gundadali og
NSÍ í Runavík. Vit hava stóra
virðing fyri øllum mótstøðu
liðum, men miðal máltalið
hjá okkum higartil í ár er
grundarlag at rokna við, at
vit í trimum teimum seinastu
umførunum megna at skora í
hvussu so er trý mál, heldur
HB venjarin.
Fleiri um boðið
Tríggir HB spælarar hava
verið
langtíðar
skaddir.
Símun Samuelsen og Jógvan
Rói Davidsen spæla ikki
aftur í ár. Miðverjin Gunnar
Haraldsen hevur verið plág
aður av skaða í hælinum,
men nú er hann um at vera
førur fyri at spæla aftur.
Síðstu
vikurnar
hava
fleiri blaðungir roynt seg. 16
ára gomlu Heri H. Mohr og
Bartal Wardum hava verið
á vøllinum fyrr í heyst, og
sunnudagin royndi Hilmar
Leon Jakobsen seg fyri fyrstu
ferð, og hann skoraði.
ÍF verjir silvur
krónurnar
Sunnudagin tapti ÍF 2-1 í
Sarpugerði, og harvið mistu
fuglfirðingar ivaleyst FM
møguleikan. Tað eru átta
stig og verri málmunur fram
til HB, og tað eru fýra stig
og sami málmunur aftur til
NSÍ.
Tí er setningurin hjá fugl
firðingum fyrst og fremst at
verja næstfremsta plássið.
Tá ið ÍF í fjórða umfari hevði
vitjan av HB, fóru havnar
menn til hús við 2-0 sigri, og
16. juni var úrslitið í Gunda
dali málleysur javnleikur.
Eftir reyða kortið í Gøtu
er miðverjin Bartal Eliasen
leikbannaður.
Miðverjin
Høgni Zachariassen, vong
verjin Jan Ó. Ellingsgaard og
miðvallarin Ari ÓI. Ellings
gaard vóru leikbannaðir í
Gøtu.
Oddbjørn Joensen krevur av sínum monnum, at teir longu nú staðfesta FM heitið,
sum tað kann vísa seg er innanborða, hóast HB einki stig fær aftrat
Gullið liggur á silvurfati
Heðin Askham og hansara
hava ikki tapt síðani á ólav
søku, og harvið er tað upp
til teir í Runavík, sum hesa
ferð vitja í Vágum, at gera
av, um teir skulu varðveita
bronsuplássið og kanska
vinna silvurkrónurnar
Fótbóltslagið er ógvuliga
gott í NSÍ. Ólavsøkudag
tapti NSÍ 3-2 í Gundadali
ímóti HB. Síðani hevur tað
gingið sum eftir ánni. Heðin
Askham og hansara menn
hava vunnið seks ferðir,
og eina ferð er tað endað
við javnleiki. Mánakvøldið
tryggjaði U-18 liðið sær FM
heitið, og tað ber boð um, at
framtíðin sær bjørt út.
Góða gongdin í bestu
deildini ber við sær, at NSÍ
er á bronsuplássi. Tað er
upp til teir í Runavík sjálvar
at gera av, um endastøðan
skal
bera
heiðursmerki
við sær, og tað kann væl
verða, at møguleiki verður
at vinna silvurkrónurnar.
Tað valdast eitt nú, hvussu
tað gongst hjá ÍF ímóti HB.
Í tveimum teimum seinastu
umførunum skal NSÍ spæla
í Fuglafirði og á heimavølli
ímóti HB.
Áðrenn tvey tey fremstu
eru á skránni, skal NSÍ vitja
07Vestur, sum longu er flutt
niður. Tá ið liðini hittust á
Dungasandi í fjórða umfari,
var úrslitið 1-1.
Hjá
NSÍ
eru
Árni
Frederiksberg og Karl Løkin
tøkir aftur, eftir at teir vóru
leikbannaðir í stórsigrinum
á heimavølli ímóti B36.
Jann Martin Mortensen
fór skaddur av vøllinum, tá
ið hann hevði staðfest 4-0
sigurin. Tað verður roknað
við, at hann verður førur
fyri at spæla sunnudagin.
Í Vágum harmast teir um,
at tað ikki vignaðist betri
í ár, og har eru teir farnir
at brynja seg til nýggju
tíðirnar, nú lokali samleikin
skal styrkjast. 16 ára gomlu
Høgni E. Nielsen og Hanus
Nielsen og 18 ára gomlu
Jákup S. Olsen og Hørður
H. Johansen hava roynt
seg síðstu umførini, og teir
aðrir 16 ára gamlir Beinir
Guttesen og Jóannis á Steig
hava verið á beinkinum.
Síðani
summarsteðgin
hevur
07Vestur
vunnið
tvær ferðir á heimavølli – 2-1
ímóti KÍ og TB.
joannes@sosialurin.fo
NSÍ heldur um bronsuna
Oddbjørn Joensen og
HB fara til Fuglafjarðar
eftir FM-gullinum
Mynd: Álvur Haraldsen