Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 4. oktober 2013 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Longu í morgin verður hol sett á triði síðsta umfar. Talan er um lyklauppgerð á Argjum, har heimaliðið fær vitjan av KÍ. Um heimaliðið vinnur, ella um úrslitið verð­ ur javnleikur, so er tað púra greitt, at AB eisini næsta ár verður partur av fremstu deildini. Uttan mun til um KÍ megn­ar at vinna eitt ella trý stig, ella um tað eina ferð verður úrslitið, at bláa legan fer til hús sum av torv­heiðum, so verður KÍ á pínu­beink­inum fram til kapp­ingar­enda. Higartil í ár hevur KÍ verið ellivu ferðir á úti­vølli. Seks ferðir er einki stig vunnið, tríggjar ferðir hev­ur úr­tøkan verið eitt stig, og tvær ferðir hevur úrtøkan verið trý stig. Sigrarnir vórðu vunnir í tveimum teimum fyrstu dyst­unum á útivølli. Tann fyrri var 3-2 í Runavík, og tann seinni var 3-1 á Argjum. AB og KÍ hava ikki spælt so ofta í landskappingini á Argjum. Umframt dystin fyrr í ár, so hittust liðini í 2009, tá ið KÍ vann 2-0. Í 2007 vitjaði KÍ tvær ferðir á Argjum, og tá vóru úrslitini 3-1 til KÍ og 3-1 til AB, sum ta ferðina vann fyri fyrstu og higartil einastu ferð í landskappingini á heima­vølli ímóti KÍ. Hjá KÍ eru miðvallararnir Henry Heinesen og Atli Danielsen og vongverjin Johan Jacobsen leikbannaðir. Síðuspælarin Álvur F. Christiansen er tøkur aftur eftir leikbann, og miðverjin Sørmundur Kalsø er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Ísak Simonsen er framvegis plágaður av skaða. Nýggjar tíðir Eftir tveir sigrar á rað var tað vónbrot fyri Sámal Erik Hentze og hansara menn, at tað ikki eydnaðist at vinna úr­tøku í tøttu uppgerðini í Trongisvági. Síðani 2-0 tapið hava Símun Rógvi Hansen og Rói Danielsen fingið landsliðsboð. Landsliðsvenjarin segði í sambandi við úttøkuna, at hetta var staðfesting av góðu gongdini á Argjum síðani summarsteðgin. Bjartur Kjærbo er darv­ aður av skaða, og tað er iva­ samt, um Rógvi Poulsen er førur fyri at spæla. Hann noydd­ist av vøllinum ímóti TB. Tað er greitt, at vongverjin í vinstru, Beinir Ellefsen, ikki verður við. Eftir tvey gul kort og harvið útvísing fyri viku síðani, er Beinir Ellefsen, sum hevur verið millum mest støðugu spælararnar hjá argja­monnum. joannes@sosialurin.fo fótbóltur Tølini eru við illa sperdu klaksvíkingunum, sum leygardagin skulu dystast ímóti AB, ið seinast tapti ímóti øðrum evni at flyta niður Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 24 15 6 3 64 27 +37 51 2 ÍF 24 12 7 5 48 43 +5 43 3 NSÍ 24 11 6 7 45 40 +5 39 4 EB/Streymur 24 11 5 8 51 32 +19 38 5 B36 24 9 10 5 41 32 +9 37 6 Víkingur 24 10 4 10 35 41 -6 34 7 AB 24 8 4 12 33 44 -11 28 8 KÍ 24 4 10 10 46 51 -5 22 9 TB 24 5 7 12 25 44 -19 22 10 07 Vestur 24 3 5 16 22 56 -34 14 EB/Streymur hevur nógvu tey seinastu árini umboðað Før­oyar í europeisku kapp­ ing­unum. Fyrr í summar tapti EB/Streymur steypafinaluna ímóti Víkingi, sum við steypa­sigrinum tryggjaði sær rættin at spæla í Europa næsta summar. Leygardagin kendist tað mest sum um, at EB/Streym­ ur vann eitt stig heldur enn at liðið tapti tvey stig í Klaks­ vík, har tað síðstu løtuna eydn­að­ist at venda 1-3 til 3-3. At tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku ber við sær, at europeiska plássið ikki er so trygt nú. Tí ræður um hjá EB/Streymi at vinna á heima­vølli ímóti Víkingi. Tá ið liðini 15. juni hittust í Steym­nesi var úrslitið mál­ leysur javnleikur. Hjá EB/Streymi er Pætur Dam Jacobsen tøkur aftur eftir leikbann, og hesa ferð verður Arnbjørn Hansen á beinkinum. Egil á Bø vikarieraði í miðverjuni, nú Pætur Dam Jacobsen var leik­bannaður Tað var vorðið sum vikarur. Serliga var tað í álopspartinum, at Egil gjørdi um seg. Hann legði upp til mál­ið, tá ið EB/Streymur mink­aði um munin, og hann stút­aði 3-3 málið í kassan. Hjá Víkingi eru Kaj Leo í Bartalssstovu og Hans Jørgen Djurhuus tøkir aftur eftir leikbann. Hóast Sigfríður Clement­ sen ætlaði tað øðr­vísi, so siga tølini, at tað ikki hevur skorist væl hjá Víkingi, síðani 2-0 sigurin á EB/Streymi í steypafinaluni, sum var leygardagin 24. august. Síðsta sunnudag eydnaðist tað at vinna grannauppgerðina á ÍF 2-1. Millum sigurin í steypafinaluni og síðsta sunnudag spældi Víkingur tríggjar ferðir uttan at vinna úrtøku – 2-4 ímóti NSÍ, 2-3 ímóti B36, og 0-2 ímóti AB. Í hesum sama tíðarbilinum vann Víkingur 1-0 í útsettum dysti í Sørvági. joannes@sosialurin.fo Europa upp á spæl KÍ eigur góð úrslit á Argjum Europa kámast fyri B36 Stórtapið í Runavík ber við sær, at europeisku at­gongu­merkini hanga í klønum tráði hjá B36, sum fær vitjan av TB, ið vísti góðan hugburð ímóti AB. Talan var um orduligan bummtúr, tá ið B36 sunnudagin var við Løkin í Runavík. Úrslitið var 4-0 tap, og tað sveið illa, at Róaldur Jacosben, sum higartil í ár hevur verið tann drúgvasti av øllum, tíðliga í 1. hálvleiki varð vístur av vøllinum og har­við er leikbannaður sunnu­dagin, tá ið TB vitjar í Gundadali. Setningarnir eru ymiskir, hóast tað er felags, at tað ikki er bara upp til liðini sjálvi at gera av, um tað skal bera til at røkka málið. Í B36 snýr tað seg um bronsuplássið og europe­ iska luttøku. Árstalsfelagið er eftir tapið í Runavík á fimta plássi. Hjá TB er setningurin at varðveita plássið í bestu deildini. Ímóti AB var hugburðurin framúr góður, og Ragnar Tausen skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum. Hjá B36 er Lukasz Cieslewicz tøkur aftur, eftir at hann fyri viku síð­ani var leikbannaður. Vinstri vongverjin, Símun Joensen, hevur leingi verið skaðaplágaður. Hann er farin at venja aftur og verður eftir øll­ um at døma í hópinum hesa ferð. Hjá TB er tað dyggur smeitur, at miðvallararnir Ndende og Martin Tausen eru leikbannaðir. Teir hava higartil í ár verið mill­um teir drúgvastu. TB hevur bara vunnið eina ferð á útivølli í ár – 3-2 ímóti KÍ. Tá ið TB var í Gundadali og spældi ímóti B36 í fjórða umfari var úrslitið 1-1! joannes@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen