Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 Outlander er ein fimm persóna frítíðarbilur, sum fæst bæði við framhjólsdrift og sum 4x4, er avgjørt eitt spennandi tilboð frá Mitsubishi. BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mitsubishi Outlander sær av- bjóðandi og sterkur út við kraftigum rør viðførisstativ- um á takinum. Framman sær hann út, sum hann vil nakað við stórum Mitsubishi logo millum bæði kølaragittarini. Lyktirnar framman og aftan eru av nýggjasta sniðinum, har øll tey ymisku ljósini eru samlaði í somu lykt. Bilurin er meira ein frítíðarbilur enn ein jeepur, við tað at hann fæst bæði sum framhjóldrivin og sum 4x4. Koyrieginleikarnir eru merktir av, at øll fýra hjólini er óbundin av hvørjum øðrum hvat upphangum og fjaðra- skipan viðvíkur, hann er sum ein persónbilur at koyra. Innan er alt einfalt og væl- virkandi, man situr høgt og útsýnið er gott allar vegir, eis- ini aftur eftir hóast hann hev- ur eina nakkastúttu til hvørt av teimum fimm sitiplássum. Outlander er ein tryggur bilur við teirra egna RISE (Reinforced Impact Safety Evolution) karrossaríi, sum við ein samanstoyt gevur eftir har tað skal, og kabinan held- ur sín form. Bensinmotorurin er ein 2,0 litur 16V við 135 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 10,7 sek. Hesin er ein Comfort og tann størri er ein 2,4 litur 16V við 163 hk 4WD Sport. Outlander prísirnir byrja úr kr. 258.000,- Eftir ein steðg í nøkur ár kemur ein nýggjur Mitsubishi Colt, sum verður bygdur í Evropa til evropearar, á før- oyska og danska marknaðin eftir summ- arfrítíðina. Colt var sýndur fram á Copen- hagen Motor Show 2004 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mitsubishi Colt komu fyrstu ferð á marknaðin í 1962 og til Evropa í 1978. Nýggi Colt, sum nú kemur á marknaðin, er eitt úrslit av samstarvinum millum Mitsubishi Motors og DaimlerChrysler. Bilurin er ein hatchback við 5-hurðum, sum verður bygd- ur á NedCar verksmiðjuni í Hálandi saman við Smart Forfour. Colt er ein rúmligur 5-per- sónabilur við liðiligari inn- rætting, har baksetrini kunnu flytast aftur og fram ella heilt takast úr bilinum. Høgt er til loftið og gevur tað størri rúm bæði aftan framman. Tríggir MIVEC bensinmot- orar verða at velja ímillum: 1,1 litur, 1,3 litur, og 1,5 litur. Seinni kemur ein 1,5 litur commonrail dieselmotorur. Eisini verður ein 6-trins auto- matgirkassi á skránni. Ivan Johansen Bilar er fyrsta føroyska bilasøl- an við altjóða góðkenn- ing á ISO9001:2000 stigi Fyri at lúka øll krøv og fáa endaliga góðkenning, hevur í drúgva tíð verið arbeitt við at fáa góðskuna og tænastuna hjá fyritøkuni at liva upp krøvini, sum góðkenningin krevur. Skipanin ber í sær, at fastar mannagongdir eru um øll viðurskifti so sum starvs- fólkapolitikk, sam- starvsavtal- ur, amboðs- kanningar, g o y m s l u , sølu. Og viðskiftafólk fáa nú spurn- arblað, har tey kunnu siga frá, um tey eru nøgd við tænastuna hjá fyritøkuni ella ikki. Ivan Johansen Bilar hava rustviðgjørt bilar í eini 30 ár, teir hava tí hollar royndir á hesum øki. Tað vísir seg, at tá tíðirnar blíva verri koma fleiri bilar til rustviðgerð fyri at fáa teir at halda longri RUSTVIÐGERÐ Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hóast bilverksmiðjurnar geva fleiri ára rustgaranti, er tað bert garanti fyri gjøgnumtering innanífrá. Tað vil siga, at plátulutir- nir á bilinum skulu vera tardir hol, áðrenn garanti- ið dekkar. Fyri ikki at fáa trupul- leikar við rusti, verður mælt til at rustviðgera bil- in so skjótt sum gjørligt – tað er tó sjáldan ov seint og ongantíð ov tíðliga Í 2003 vóru 404 bilar Dinitrol-rustviðgjørdir hjá Ivan Johansen Bilum, har- av vórðu 92 bilar við- gjørdir tríggir teir fyrstu mánaðirnar. Tríggir teir fyrstu mánaðirnar í ár eru 115 bilar rustviðgjørdir, so talið er vaksandi. Málið fyri 2004 er 500 rustvið- gerðir. Citroën Berlingo er ein tann mest seldi familju- bilurin í Føroyum. Hann kom fyrstu ferð á marknaðin í 1996, og bleiv beinanvegin væl móttikin av barnafam- iljunum í Evropa og aðrastaðni við BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo At seta seg inn í ein Berlingo í Modutop útgávuni er sum at koma inn í eitt flogfar, har eru ikki minni enn fimm loft- vindeygu, fleiri hillar, skáp við lúkum, og ventilatións- dysir. Til tey ferðandi á bak- setrinum eru tvey smá borð, júst sum í flogførunum. Und- ir loftinum framman er ein fløguboks. Clim útgávan hev- ur eisini aircondition. Undir loftinum í viðføris- rúminum er eisini eitt rúmligt skáp. Ein Modubox inn- keypsvognur er eisini við í keypinum. Berlingo er ein fimm per- sónabilur, men eitt eykasetur kann setast inn í viðførisrúm- ið, sum annars er so stórt, at ein barnavognur passar inn uttan at skula leggjast saman. Berlingo fæst við tveimum bensinmotorum við ávikavist 75 og 110 hk og tveimum die- selmotorum við 71 og 90 hk, sum er ein HDI motorur. Prísir úr kr 155.000 Outlander - spennandi frítíðarbilur frá Mitsubishi Nýggjur Mitsubishi Colt í september Barnavognin inn í bilin í heilum líki Ivan Johansen Bilar, Dinitrol: Verri tíðir meira rustviðgerð Citroën Berlingo er ein rúmligur og familjuvinarligur bilur. Her sýnir Rúna Dalsgarð, frá handlinum Barnaútgerð í Havn, hvussu lætt tað er at fáa ein barnavogn inn í bilin uttan at leggja hann saman Mynd: Jens Kristian Vang Fyrstir við ISO 9001 Mitsubishi Outlander er ein stórur og rúmligur frítíðarbilur, sum fæst við bæði framhjólsdrift og sum 4x4 Mynd: Álvur Haraldsen Mitsubishi Colt er ein hatchback við fimm hurðum, sum verður bygdur á NedCar bilverksmiðjuni í Hálandi saman við Smart Forfour Mynd: Álvur Haraldsen Starvsfólk hjá Ivan Johansen Bilum við ISO 9001 góðkenningini, f.v.: Jón Johansen, Leif Johansen, Áki Andreasen og Jógvan T. Joensen