Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 90 - 13. mai 2004 Nr. 90 - 13. mai 2004 17 Fýra umboð fyri almennu Føroyar, við makum, sótu til borðs í riddarasalinum á Christiansborg, tá kongshúsið týskvøldið bjóðaði til galladøgurða í sambandi við komandi brúdleypið millum Fríðrik krúnprins og Mary Donaldson Rúnar Reistrup, Keypmannahavn runar@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, løg- maður, Edmund Joensen, tingformaður, Mogens Nepper-Christensen, fúti, og Birgit Kleis, ríkisum- boðsmaður, øll við frú uttan seinast nevnda, ið hevði mannin Brian Gronemann við sína lið, vóru týskvøld- ið til galladøgurða í ridd- arasalinum á Christians- borg umboðandi almennu Føroyar. Høvið var sjálv- sagt komandi kongaliga brúdleypið, sum hesa vik- una setur sín dám á alt og øll í danska høvuðs-stað- num. - Tað var stórbært. Um- støðurnar vóru so flottar, at man fyri tað bara kundi sitið og start alt kvøldið. Eg eri ikki vanur við slíkt, og hóast eg havi sitið trý ár á Christiansborg, havi eg ongantíð sæð riddarasalin hjá drotningini fyrr, sigur Jóannes Eidesgaard, løg- maður. Til borðs við Konstantin kongi Løgmanni nýttist tó ikki at sita og stara alt kvøldið, tí hann sat til borðs saman við góðum fólki. Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Schlüter og danski innanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen sótu við runda borðið hjá løgmanni, og tað sama gjørdu kona Bertel Haarder og fyrr- verandi kongur Konstantin, ið er giftur fyrrverandi drotning Anne-Marie. - Konstantin visti ikki nógv um Føroyar, hóast hann tóktist vera ein lisin maður, og hóast Anne- Marie fleiri ferð hevur verið í Føroyum sum barn og ung genta. Fyrrverandi kongurin fekk tó væl at vita um landið frá løgmanni, sum eisini hálvavegna gav hon- um eina innbjóðing at koma á vitjan. – Eg nevndi fyri honum at tað kundi verið stuttligt um tey onkuntíð komu til Føroya, men talan var ikki um nakra almenna inn- bjóðing sum so. Nú kann hann hugsa um tað, sigur Jóannes Eidesgaard, sum møtti fyrrverandi grikska konginum fyri fyrstu ferð. Í forkunnugum klæðum Tað var eisini fyrsta ferð at Jóannes Eidesgaard var at síggja í velafrakka, men tað upplivilsi var ikki so stór- bært, at hann fekk smakk fyri hesum klassiska klædnaplaggi. – Allir vóru í velafrakka, so allir líktust. Tað haldi eg vera eitt sindur keðiligt. Og eg má siga sum er, at eg kendi meg ikki væl í hasum klæðunum. Tey vóru so fremmand fyri meg, at eg onkuntíð kendi tað sum um at eg ikki var til staðar sjálvur. Velafrakkan hevur løg- maður leigað sær. Hann verður tikin í nýtslu aftur fríggjakvøldið til brúd- leypsveitsluna. Løgmansfrúan, Anita Eidesgaard, var í gjár farin í ein svartan niðurdeil úr silki, sum hon keypti sær undan seinastu drotningar- vitjanini í Føroyum. Yvir- partin keypti hon sær til høvið. - Eg valdi ikki at fara í føroyskan búna, men tá eg sá Klaru Nepper-Christ- ensen, konu Mogens Nepper-Christensen, í flott- um føroyskum búna angr- aði eg eitt sindur, sigur løg- mansfrúan. Eisini Sólrun Jákups- dóttir Rasmussen, føroyska kona danska innanríkisráð- harran Lars Løkke Ras- mussen, var í føroyskum búna. Í kvøld fer løgmansparið í føroyskan búna. Tey skulu tá í kongaliga teatrið saman við brúðarparinum og hin- um innbodnu gestunum. Løgmansparið umhugsar eisini at fara í búnan til vígsluna í Vor Frue Kirke. Men til veitsluna um kvøldið fer løgmaður aftur í velafrakkan, meðan løg- mansfrúan fer í korsagu úr thai-silki, sum føroyski skræddarin Beinta Wil- helmsen hevur seymað henni. Undirhald uttan føroyskt innslag Sum undirhald til gestirnar undir døgurðanum spældi Det Kongelige Musikkorps nøkur løg, harímillum eitt, sum bygdi á føroysku kvæðaløg. Men tá ymiskir tónleikarar og skemtarar seinni um kvøldið trinu á pallin fyri prominentu gest- unum seinni um kvøldi, var einki at síggja til føroyska partin av ríkinum. Grøn- lendingar vóru umboðaðir av Julie Bertelsen, sum gjørdist kend í Danmark eftir at hava luttikið í Popstars kappingini hjá TV2. Hon sang ein grøn- lendskan sang fyri gestun- um. – Eg haldi at hon sang ótrúliga vakurt, og eg kundi ikki lata vera við at hugsa hvat Eivør Pálsdóttir, Guðr- un Sólja Jacobsen ella Brandur Enni ikki kundu gjørt á hasum pallinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað er ósagt um løg- maður eisini hugsaði um Esmar Eysturoy og Kalla Mohr, tá Linie 3 upp- traðkaði fyri kongaliga brúðarparinum og hinum 354 fínu gestunum. Almennu Føroyar í velafrakka Mynd: Reuters Anfinn Kallsberg, løg- tingsmaður og formað- ur í Løgtingsins fíggjar- nevnd, sigur um arbeið- ið hjá fíggjanevndini við fíggjarlógini, at ser- ligar umstøður hava gjørt seg galdandi FÍGGJARLÓG Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo – Fíggjarnevndin hevur havt serligar umstøður at arbeitt út frá hesuferð, við tað at eg sjálvur útskrivaði val í desember, sigur An- finn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður. Hetta hevði við sær, at táverandi fíggjarlógarupp- skotið hjá fullveldissam- gonguni fall burtur, og síðani hava føroyingar havt eina sokallaða provisoriska fíggjarlóg, sum merkir, at bert tær mest átroðkandi útreiðslurnar verða gingnar á møti. Føroyingar liva enn við hesi fíggjarlóg, men nýggja samgongan, sum hevur sitið í 100 dagar (sí aðra- staðni í blaðnum), er væl á veg at samtykkja løgtings- fíggjarlógina fyri árið 2004. – Vit hava hugt eftir hvørjari einstakari konto. Vit hava roynt at tikið ta luft úr skipanini, sum væl allir tingmenn eru klárir yvir er í skipanini, sigur Anfinn Kallsberg, formað- ur í fíggjarnevndini. Hann sigur tó, at nevnd- arlimirnir kanska ikki hava havt nóg góða tíð, men leggur afturat, at samstarv- ið hevur verið ómetaliga gott í nevndini. Fíggjar- nevndin telir eisini tjóð- veldislimirnar Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen. – Eftir at álitið hjá fíggjarnevndini kom fram tann mikudagin í farnu viku, hevur fokus verið sett á tær stóru sparingarnar, og víst hevur verið á, at sumt av hesum ber ikki til uttan uppsagnir. Men útgangs- støðið er roknskaparárið í fjør, og við einari lønar- kompensatión, sum ikki er full í mun til teir sáttmálar, sum broyttir eru. Tað sigur formaður í fíggjanevndini til atfinn- ingarnar um, at landsstýris- mennirnir hava fingið ov lítið at arbeiða við. Men Anfinn Kallsberg gevur tó greið tekin um, at hetta er ikki tað endaliga uppskotið, og tískil ber enn til hjá landsstýrismonnum at hækka játtanina. Men bert um landsstýrismennirnir hava grundgevingarnar í ordan. – Vit koma við einum uppskoti millum aðru og triðju viðgerð, solieðiðs at tey tingini, sum kunnu begrundast, fáa ta jattan sum skal til, fyri at virk- semi heldur fram í tí líki, tað hevur verið, sigur Anfinn Kallsberg, for- maður í fíggjarnevndini. Fíggjarlógaruppskotið við broytingunum hjá fíggjarnevndini er farið samtykt víðari til triðju og síðstu viðgerð. Aftaná triðju viðgerð verður enda- lig atkvøðugreiðsla, og fíggjarlógaruppskotið er tá væntandi avgreitt og vorðið til lóg. Orðaskiftið á tingi um fíggjarlógaruppskotið: Serligar umstøður Páll á Reynatúgvu er valdur á ting fyri Tjóð- veldisflokkin, sum situr í andstøðu, og Páll er framsøgumaður í fíggj- armálum og limur í fíggjarnevndini. Hann heldur, at góða sam- starvið í fíggjarnevnd- ini má halda fram líka til fíggjarlógin er sam- tykt FÍGGJARLÓG Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo – Hóast í andstøðu, so kendist tað nátúrligt, at Tjóðveldisflokkurin í sín- um framhaldandi virki søkti samstarvið og polit- isku ábyrgdina í fíggjar- nevndini. Tað sigur Páll á Reyna- túgvu, limur í Løgtingsins fíggjarnevnd, nú viðgerðin av fíggjarlógini er við at koma í hæddina, og fíggj- arnevndin hevur latið álitið um borytingarnar úr hond- um. Undir viðgerðini av fíggjarlógini í tinginum týsdagin vísti Páll á Reynatúgvu til fíggjarlóg- aruppskotið, sum Tjóð- veldisflokkurin legði fram samstundis sum Bárður Nielsen og Føroya Lands- stýri løgdu sítt uppskot fram. - Um fíggjarnevndin tók tær lógarbroytingar við, sum Tjóðveldisflokkurin í sínum boði upp á ein fíggjarlógarkarm legði upp til, so lendi føroyska sam- felagið júst á teimum 99 milliónunum í halli í 2004, sum var karmur okkara. Eitt hall, sum hevði verið ivaleysa stórt, og sum hevði verið munandi betri út- gangsstøðið fyri fíggjar- lógararbeiðið í 2005, har fyrireikingarnar longur eru byrjaðar, sigur Páll á Reynatúgvu. Tjóðveldistingmaðurin heldur, at tað er av alstórum týdningi, at góða samstarv- ið í fíggjarnevndini heldur fram. – Eg haldi, at um vit skulu halda fast við tann semjusøkjandi leikin í fíggjarnevndini, so er tað týdningarmikið, at vit ikki skilja okkum sundur nú, men at vit royna at halda saman og finna tær loysnir sum skulu finnast, so tað enn einaferð er ein samd fíggjarnevnd, sum leggur álit fram, sigur Páll á Reynatúgvu. Men Anfinn Kallsberg sigur, at ætlanin er ikki at beina uppskotið aftur í fíggjarnevndina, men hann sigur seg tó vóna, at tað verður ein samd fíggjar- nevnd, sum kann standa aftanfyri tær broytingar, sum koma áðrenn triðju og síðstu viðgerð. – Tað kann sjálvandi koma til sína roynd eisini við teimum broytingarupp- skotum, sum eg havi boðað frá, at vit koma við til triðju viðgerð, sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini. Páll á Reynatúgvu undir fíggjarlógarviðgerðini í Løgtinginum týsdagin: Samstarv og politisk ábyrgd í fíggjarnevndini C M Y K 17 16 Lloyd's Register - Føroyar "Ship/Engineer Surveyor" team85