hósdagur 13. mai 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein nýggur og størri
Opel Astra var fyrstu
ferð sýndur fram á
altjóða bilaframsýning-
ini í Frankfurt seinasta
heyst og á Copenhagen
Motor Show 2004 í apr-
íl. Ein spennandi fram-
komin bilur sum Opel
væntar sær nógv av
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Opel kemur í sera harða
kapping við nýggja Astra,
sum skal kappast í sokallaða
Golf-klassanum, har fleiri av
kappingarneytunum júst eru
komnir á marknaðin við
nýggjum modellum.
Nógv er gjørt burtur úr út-
sjóndini, smart design við
lyktum í nýggjasta móta.
Teir sum hava royndarkoyrt
nýggja Astra geva honum
sera góð viðmælir. Bilurin er
størri enn forgangarin og er
sum ein stórur bilur at sita í
og koyra. Nógv er gjørt burt-
ur úr komfortinum, setrini eru
góð og stútt og alt virkar erg-
onomiskt rætt.
Innan er einki sum minnir
um forgangaran. Alt tilfarið
er í góðum kvaliteti og líkist
nógv tí størra Opel Vectra. Í
miðjuni á instrumentborði-
num er ein lutfalsliga stórur
skíggi, har man t.d. sær
hvussu radio er stillað, hitan
uttan fyri og evt. feilmelding-
ar. Skíggin er standard á øll-
um modellunum.
Koyrieginleikarnir eru so-
leiðis, sum man kann vænta
av einum nýggjum fram-
komnum bili í hesum klassa-
num - heilt í topp.
Í fyrstu atløgu kemur Astra
við tveimum motorstøddum:
1,4 litur Twinsport við 90 hk
og 1,6 litur Twinsport við 105
hk. Seinni í ár koma aðrar út-
gávur sum t.d. ein 2,0 litur
bensinmotorur við turbo og
tveir 1,7 litur CTDI diesel-
motorar við ávikavist 80 og
100 hk og ein 1,9 litur diesel
við 150 hk.
Útgerðin er sera umfatandi
við t.d. aircondition sum
standard, seks airbag, ABS
bremsuskipan við EBD og
bremsuassistenti. Eisini fæst
Astra við nógvari eykaútgerð
sum t.d. navigatiónsskipan,
sportsundirvogni, og Xenon
forlyktum, sum snara við, tá
bilførarin snarar rattinum.
16
17
Saab eru komnir á
marknaðin við einum
kvikum og økonomisk-
um 9-3 Sport Sedan við
1,8 litur bensinmotori
og 122 hk. Bilurin er
sera væl útgjørdur og
fæst til ein avgjørt
kappingarføran prís
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Saab 9-3 Sport Sedan er
størsta kollvelting í søguni
hjá Saab, og bilurin fær sera
góð ummælir í bilbløðum
kring allan heim.
Sport Sedan fæst við fýra
ymiskum bensinmotorum frá
122 til 210 hk og einum TiD
turbodeselmotori við 125 hk.
Saab bilarnir kunnu bí-
leggjast soleiðis, sum kundin
ynskir tað, sum t.d. bilurin,
vit hava myndir av her, sum er
ein 9-3 Sport Sedan við 1,8
litur motori og 122 hk. Mot-
orurin hevur innbygdan kata-
lysator og er økonomiskur í
allar mátar. Elektrohydraul-
iska servostýringin ger sítt til
at
bensinnýtslan
verður
minni.
Í standard útgávuni kostar
hesin bilurin kr. 255.000,-
men hesin er eftirmonteraður
við E-pakkanum sum umfat-
ar: leðurratt við radiostilling,
alu-look á instrumentborði-
num, fartpilot, fløguspælara
og tokulyktir. Umframt tað
hevur hann eisini leðurkab-
inu, automatiskt klimaanlegg
og metallakk. Við øllum hes-
um
kostar
bilurin
kr.
295.000,-
Nógv innbygd trygd
Bæði hvat aktivu og passivu
trygdini livir 9-3 Sport Sedan
upp til tað, sum vit kunnu
vænta av einum Saab í 2004.
Bilurin hevur t.d. Traction
Control
System
(TCS),
(MBA) og (CBC), ið ger at til
ber at bremsa og stýra sam-
stundis, uttan at bilurin glíður
út til síðuna. Nógvar ymiskar
trygdarskipanir, ið eru inn-
bygdar í bilin, verja bilførar-
an og tey ferðandi sum t.d.
Saab Aktive Head Restraint
(SAHR) nakkapúturnar, sum
verja væl móti skaða á hálsin
og nakkan.
Væl útgjørdur og økonom-
iskur Saab 9-3 Sport Sedan
Saab 9-3 Sport Sedan 1,8i
Motorurin
1,8 litur 4 syl. bensin 122 hk
0-100 km/t
11,5 sek
Bensinnýtslaa
12,7 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
195/65-15
Stødd og vekt
Longd
463,5 cm
Breidd
176,2 cm
Hædd
146,6 cm
Eginvekt
1425 kg
Viðførisrúm
425 litrar
Prísur
kr. 295.000,- + skrásetingar-
gjald kr. 2.850,-
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo
Opel Astra 1,6 16V
Motorurin
1,6 litur 4 syl. bensin 105 hk
0-100 km/t
12,3 sek
Bensinnýtsla
15,2 km/l
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
425,0 cm
Breidd
175,0 cm
Hædd
146,0 cm
Viðførisrúm
350 litrar
Prísur
kr. 198.000,-
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo
Ein væl útgjørdur Saab 9-3 Sport Sedan við 1,8 litur bensinmotori og 122 hk.
Mynd: Jens Kristian Vang
Bilurin innan við t.d. leðurratti
við radiostilling, fartpiloti og
fløguspælara, leðurkabinu og
automatiskum klimaanleggi
Mynd: Jens Kristian Vang
Nýggjur og størri Opel Astra
Bæði hvat aktivu og passivu trygdini livir 9-3 Sport Sedan upp til tað, sum vit kunnu vænta av einum
Saab í 2004
Mynd: Jens Kristian Vang
Nýggi Opel Astra verður her sýndur fram á Copenhagen Motor Show 2004
Mynd: Álvur Haraldsen
Nógv er gjørt burtur úr útsjóndini. Astra hevur smart design, og bilurin fær sera góð ummælir
Mynd: Álvur Haraldsen
Opel Astra innan. Alt er gjørt úr góðum kvaliteti og nýggi Astra líkist nógv tí størra, Vectra, innan
Mynd: Álvur Haraldsen