hósdagur 13. mai 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 13. mai 2004
15
Hon er ikki vorðin
minni hvassorðað við
árunum. Vígdis Finn-
bogadótiir, heimsins
fyrsti kvinnulig
forseti og ímyndin av,
at alt ber til, bergtók
fullsetta salin í
Norðurlandahúsinum
á Javnstøðuráð-
stevnuni
RÁÐSTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hon
gjørdist
heimsins
fyrsti kvinnuligi forseti og
varð sitandi í 16 ár. Slíkt
setur spor - bæði politiskt
og ikki minst í hugaheim-
inum hjá fólki. Vígdis
Finnbogadóttir útstrálaði,
sum ongin annar, eitt
gløggskygni og ein frið,
sum gjørdi tað óviðkom-
andi at spyrja, hvussu tað
kendist at vera kvinna í
forsetaembætinum. Eitt av
hennara eyðkennum var, at
hon ongantíð helt seg aftur
við at siga tað hon meinti
og ongan iva lat vera um at
hon meinti tað. Og tað ger
hon framvegis, nú hon er
farin um tey 70.
Bróst og bein í staðin
fyri vit og skil.
Ísland er, uppá so nógvar
mátar, ein fyrimynd fyri
javnstøðuarbeiði um allan
heim. Men trøini vaksa ikki
inn í himmalin, og Vígdis
fýrdi ikki fyri at lata kvinn-
urnar í salinum í Norður-
landahúsinum
vita,
at
størsta afturstigið á leiðini
til javnstøðu í nýggjari tíð,
høvdu tær sjálvar skyldina
av.
– Tað gekk so væl við
javnstøðuarbeiðinum líka
til mitt í 90 unum. Tá tókt-
ist tað knappliga, sum at
ein ósjónlig hond legði seg
niðuryvir framburðin og
segði, at nú kundi tað vera
nokk. Orsøkin var, at
kvinnur vóru farnar at lata
seg í sum sexobjektir, og øll
onnur harvið hildu uppat at
taka tær í álvara, segði
Vígdis.
– Hálvnaknar fotomo-
dellir gjørdist fyrimyndir,
og kvinnur fóru at vísa
bróst og bein í staðin fyri
vit og skil. Sjálvt smá-
gentur hava funnið út av, at
jú minni klæði tær hava á
kroppinum, jú meir upp-
merksemi fáa tær. Og hetta
eru tær, sum skulu føra
javnstøðuarbeiðið víðari.
Men hvør fer at taka eitt
sexobjekt í álvara við sam-
ráðingarborðið? Ikki eg,
segði Vígdis avgjørd á mál-
inum.
Plantað eitt træ
Sum forseti, gjørdist Vígdis
millum so nógv annað kend
fyri at planta trø, har hon
kom á vitjan. Við trøunum
vildi hon seta spor og
minna á, at hugburðsbroyt-
ingar vaksa spakuliga, men
tær vaksa. Eisini tá vit eru
sannførd um, at ongin
gróðrarbotnur er.
– Eg plagdi at hava trø
við mær, tá eg vitjaði úti á
vesturstrondini í Íslandi.
Hetta flentu fólk sjálvandi
at, tí øll vistu, at onki kundi
vaksa á har. Øll uttan for-
setin. Berliga lendið prógv-
aði jú, hvussu eiðasør
jørðin var har um leiðir,
varð sagt. Men eg plantaði
trøðini kortini og tað rigg-
aði. Onnur hildu fram við
arbeiðinum, og nú vaksa
heilir skógir á vesturland-
inum.
Soleiðis kanst tú broyta
sjávt tær mest óvikaligu
sannføringarnr hjá fólki.
– Eg minnist eisini, at tá
fólk seinni frættu, at eg fór
at koma á vitjan, ringdu tey
frá staðnum og spurdu, um
eg sjálv hevði trø við, ella
um tey skuldu skaffa mær
tey. Og nú havi eg hoyrt, at
Altingið er farið at veita
fíggjarligan stuðul til skóg-
arplanting á vesturland-
inum, flenti Vígdis.
Út við grenjinum!
Hugburðsbroyting er eisni
gandaorðið í javnstøðu-
arbeiði, men Vígdis minti á,
at slíkt sjáldan hendir av
sær sjálvum.
– Kvinnur mugu sjálvar
taka stig til at prógva, at
dugur er í teimum. Og sum
eitt tað fyrsta, skulu vit
halda uppat við okkara
kenslubornu ákærum og
møðsama grenji. Í staðin
skulu vit skapa intellektuel
vinarbond við mannfólkini
og soleiðis eisini skapa
virðing rundanum okkum.
– Sum forseti var eg
ongatíð í iva um, at fólk,
eisini mannfólk, lurtaðu
eftir mær. Ikki tí, at eg var
forseti. Ikki tí, at eg var
kvinna. Men tí at eg hevði
nakað uppá hjarta, eina
meining, sum eg vildi, at
onnur skuldu hoyra, segði
Vígdis Finnbogadóttir.
Vígdis Finnbogadóttir:
Kensluborið grenj
fremur onga javnstøðu
Vígdis Finnbogadóttir bergtók fullsetta salin í Norðurlanda-
húsinum á Javnstøðuráðstevnuni
Mynd: Jens Kristian Vang
At tað kann vera
ógvuliga kalt í erva
eiga øll, sum ætla sær
uppí politikk, at gera
sær greitt. Eisini
kvinnur, segði Jóann-
es Eidesgaard millum
annað, tá hann setti
Javnstøðuráðstevn-
una í Norðurlanda-
húsinum
RÁÐSTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hóast Jóannes Eidesgaard
mátti viðganga, at enn er
langt eftir á mál á leiðini
móti javnstøðu í Føroyum,
so helt hann nógv vera
hent, síðani javnstøðulógin
kom í gildi í 1994.
– Støðan í dag er ein heilt
onnur, enn hon var fyri 10
árum síðani. Sum heild eru
fólk munandi meir tilvitað
um týdningin av javnstøðu.
Javnstøðuspurningurin er
sjónligari, og hann er ovar-
lagari á dagsskránni, enn
hann nakrantíð áður hevur
verið.
Og
mest
av
øllum:
Óloysta málið gevur okkum
mannfólki ringa samvitsku,
so her er ein vón, helt løg-
maður.
Øll hava ábyrgdina
Jóannes Eidesgaard royndi
ikki at smoyggja sær undan
eyma spurningin um vána-
iga kvinnuligu umboðanina
í føroyskum politikki.
– Vit politikarar og floks-
formenn eiga okkara part
av ábyrgdini av, at tað er so
soltið við kvinnum, har tær
politisku avgerðirnar verða
tiknar. Vit mugu royna at
finna ein framferðarhátt, so
at konufólk ikki bera seg
undan at stilla upp. Og vit
mugu eisini koma burtur
frá freistingini, at fáa konu-
fólk á listan beint upp undir
val, bara fyri at snøgga um
floksmyndina úteftir. Byrja
vit ikki alt fyri at at virka
fyri, at kvinnur fáa somu
sømdir at føra valstríð og at
virka í politikki, sum menn,
er alt til fánýtis.
– Men tað er ikki bara
sum at siga tað, at stíga
fram, smoyggja anonymi-
tetin av sær og taka av-
gerðir sum røkka langt, og
sum fella mongum fyri
brósti. At tað kann vera
ógvuliga kalt í erva í poli-
tikki er ikki bara eitt inn-
antómt orðafelli. Tað eiga
øll, sum fara uppí politikk,
at gera sær greitt. Og
kvinnur skulu ikki vænta,
at tað verður øðrvísi fyri
tær. Tí mugu kvinnur eisini
sjálvar spenna seg út, tí vit
hava ikki ráð til at vera
helvtina av fólkinum og til-
fonginum fyri uttan.
– Nú má tann stundin
vera komin, at vit taka stig
til ítøkilig tiltøk, sum
kunnu gera javnstøðuna til
veruleika. Dagurin í dag
skal geva okkum íblástur til
framtíðar arbeiðið við javn-
støðu. Við hesum orðum
setti løgmaður ráðstevnuna.
Mintust Maritu
Løgmaður nýtti eisini høv-
ið at minnast Maritu Peter-
sen, sálu.
– Við at minnast Maritu,
minnast við eisini kvinn-
una, flokksformannin, løg-
tingsformannin og løg-
mannin, sum gjørdi allar
fordómar um tað undirum-
boðaða kynið í føroyskum
politikki til skammar, segði
Jóannes Eidesgaard.
Síðani handaði Jansy
Olsen frá Javnstøðunevnd-
ini Edmundi Joensen løg-
tingsformanni ein málning
av Maritu Persen, og Vil-
helm Jóhannesen helt eina
sera hugtakandi minningar-
røðu um sín gamla floks-
felaga.
Kalt
í erva
- Jansy Olsen, limur í javnstøðunevndini, handaði Edmundi Joensen, løgtingsformanni, málning av Maritu Petersen.
Listamaðurin Eivindur Mohr hevur málað málingin
15
14
Nr. 90 - 13. mai 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Leita eftir
leivdum
Síðani týsdagin hava
ísraelskir hermenn verið
í Gaza-geiranum og leit-
að eftir leivdunum av
seks
ísraelskum
her-
monnum, sum doyðu í
einum samanbresti við
palestinar fyrr um dagin.
Ísraelski
herovastin,
Moshe Yaalon, segði í
gjár, at hermenninir fara
at halda fram við leiting-
ini, til tað seinasta av
teimum seks hermonn-
unum er funnið. Hann
segði, at herurin fer at
nýta ta megi, sum er
neyðug fyri at fáa fatur á
tí, sum leitað verður eftir.
Ísrael roynir altíð at fáa
fatur á hermonnum, sum
doyggja í samanbrestum
við palestinar, og herfyri
vórðu
fleiri
hundrað
palestinskir fangar latnir
leysir í býti við leivdirnar
av nøkrum hermonnum.
Palestinararnir,
sum
skutu teir seks hermenn-
inar týsdagin, ætla eftir
øllum at døma at fáa tað
sama burtur úr hesaferð.
Teir hava kunngjørt, at
vilja ísraelsmenn hava
leivdirnar, mugu teir lata
okkurt afturfyri.
Ímóti saman-
legging
Bara 36 prosent av teim-
um donsku veljarunum
taka undir við uppskotin-
um hjá stjórnini um at
taka amtini av og at
leggja fleiri kommunur
saman. 43 prosent eru
ímóti uppskotinum, og
20 prosent vita ikki, hvat
tey skulu siga um tað.
Hetta kemur fram í
einari
kanning,
sum
stovnurin Rambøll hevur
gjørt. Kanningin vísir, at
tað eru serliga kvinnur-
nar, sum eru ímóti upp-
skotinum. 45 prosent
siga nei til at taka amtini
av og at leggja kommun-
ur saman, og 33 prosent
taka undir við tí. Hjá
monnunum er støðan
beint tann øvugta. 46
prosent av monnunum
eru samdir við stjórnini,
og 39 prosent eru ó-
samdir við henni.
Sambært
kanningini
eru tað serliga fólk á Fyn,
sum eru ímóti stjórnar-
uppskotinum, men tað
kemst helst av, at eftir
uppskotinum skulu Fyn
og
syðri
partur
av
Jyllandi leggjast saman í
eina eind.
Verða verandi
í Irak
Teir umleið 500 donsku
hermenninir, sum eru í
Irak, verða verandi har
seks mánaðir afturat.
Tað er greitt, eftir at
meirilutin í Fólkatingin-
um hevur tikið undir við
at leingja heimildina hjá
hermonnunum.
Bæði
Sosialdemokratarnir,
Radikala Vinstra, Danski
Fólkaflokkurin og Kristi-
ligu Demokratarnir taka
undir við stjórnini.
Radikala Vinstra hevur
alla tíðina verið ímóti, at
Danmark hevur hermenn
í Irak, men fyrrverandi
uttanríkisráðharrin Niels
Helveg Petersen sigur tað
vera umráðandi, at al-
tjóða hermenn eru í land-
inum, tá irakar taka við
valdinum. Hann sigur
seg eisini vænta, at ST
fær ein størri leiklut í
Irak í framtíðini.
Skrivað bók um
Saddam
Norski útvarpsmaðurin
Lars Sigurd Sunnanå
hevur skrivað eina bók
um fyrrverandi irakska
leiðaran Saddam Hus-
sein.
Aftenposten skrivar, at
høvundurin fer eftir øll-
um at døma at fáa nógvar
pengar burtur úr bókini,
sum er hansara fyrsta.
Forlagið Cappelen hevur
prentað 5.000 eintøk til
sølu í Noregi, men rokn-
að verður við, at bókin
má endurprentast rætti-
liga skjótt. Harafturat
hava forløg í 14 londum
keypt rættindini til at
geva bókina út har.
Lars Sigurd Sunnanaa
hevur skrivað bókina við
hjálp frá Ala Bashir, sum
var lækni hjá Saddam
Hussein, og sambært
Aftenposten skulu teir
báðir býta inntøkuna av
bókini sínamillum. Men
nóg mikið verður í part,
tí sambært blaðnum er
tað als ikki óhugsandi, at
teir fara at fáa fleiri milli-
ónir krónur í part burtur
úr bókini um Saddam.
Sjálvur sigur útvarps-
maðurin seg ikki hava
gjørt sær nakrar metingar
um inntøkuna, men hann
ásannar, at bókin kann
fara at kasta væl av sær.
Forsetin í Brasil, Luiz
Inacio da Silva, umhugsar
at stevna blaðnum New
York Times, sum vildi vera
við, at forsetin hevur rús-
drekkatrupulleikar.
Í einari grein herfyri um-
røddi New York Times eina
vitjan hjá brasilska forset-
anum á einari ølstevnu, og
blaðmaðurin gjørdi greitt,
at eftir hansara tykki hevði
forsetin drukkið so nógv, at
hann var sjónliga ávirkað-
ur.
Orðini hava fingið øði í
brasilskar politikarar. Tals-
maðurin hjá forsetanum
sigur við BBC, at sendi-
harrin í Washington hevur
fingið boð um at taka málið
upp, og at hann skal tosa
við blaðstjóran á New York
Times.
Málið er eisini komið í
brasilska tjóðartingið. Har
halda fleiri, at amerikanska
blaðið hevur háðað Brasil.
Tað er ikki brasilski forset-
in, men tann amerikanski
uttanríkispolitikkurin, sum
er fullur, siga teir brasilsku
tingmenninir.
Myndirnar, sum vísa
yvirgangsmenn háls-
høggja amerikanaran
Nick Berg, hava skelk-
að USA. Harðskap-
urin ímóti teimum
iraksku fangunum er
einki samanborið við
hatta, siga fleiri
politikarar
IRAK-KRÍGGIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Guð er stórur! Guð er
stórur! rópa menninir á
sjónbandinum. Á gólvinum
frammanfyri situr ameri-
kanarin Nick Berg bak-
bundin.
– Vit siga tykkum, at
æran hjá teimum mus-
limsku
monnunum
og
kvinnunum í Abu Ghraib-
fongslinum
kann
bara
bjargast við blóði og sálum.
Frá okkum fáa tit ikki ann-
að enn kistur og aftur kistur
við monnum, sum eru við-
farnir sum hesin. Tit hava
háðað Islam og muslimskar
menn
og
kvinnur,
og
George Bush fer at iðra seg
um tann dag, hann setti fót-
in á irakska jørð, sigur ein
av yvirgangsmonnunum.
Síðani verður Nick Berg
tikin til viks og hálshøgdur.
Aftaná halda yvirgangs-
menninir høvdinum upp
fyri upptøkutólið.
Menninir, sum hálshøgdu
Nick Berg, eru limir í fe-
lagsskapinum
Ansal-al-
Islam, ið hevur tætt tilknýti
til al-Qaeda. Leiðari í fe-
lagsskapinum er Abu Mu-
sab al-Zarqawi, sum sam-
bært amerikonsku fregnar-
tænastuni
var
bindilið
ímillum al-Qaeda og Sad-
dam Hussein. Sambært
sjónbandsupptøkuni var tað
Zarqawi sjálvur, sum tók
lívið av Nick Berg.
Einki afturímóti
Í USA eru fólk skelkað av
sjónbandsupptøkuni
úr
Irak, og fleiri republikansk-
ir politikarar siga, at nú-
stani síggja amerikanarar,
hvat tað eru fyri kreftir,
sum teir hava við at gera í
Irak. Tað, sum hendi teim-
um iraksku fangunum, var
einki aftur ímóti hesum,
siga teir.
– Nú bíði eg bara eftir, at
teir arabisku leiðararnir
fara at biðja um umbering
og at fordøma brotsgerðina
at myrða ein sivilan ameri-
kanara. Hatta eru ikki her-
menn. Hatta eru ódjór og
yvirgangsmenn, og vit fara
ikki at helma í, fyrr enn teir
enda í fongsli ella á kirkju-
garðinum,
segði
Tom
DeLay, sum er republi-
kanskur limur í Umboðs-
mannatinginum.
Foreldrini hjá Nick Berg
hava greitt frá, at sonurin
var farin til Irak at leita sær
arbeiði. Tey halda, at
amerikonsku myndugleik-
arnir gjørdu ov lítið fyri at
finna hann á lívi.
Legði forsetan undir at vera fullan
USA skelkað av hálshøgging
Nick Berg bleiv avrættaður sum hevnd fyri amerikonsku framferðina ímóti irakskum fangum
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14