Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 Nú eitt ár eftir at Auto Trade í Havn fóru at selja russisku Lada bil- arnar, hava teir fingið sær søluumboð í Suð- uroy. Tað er Statoilstøð- in í Øravíkarlíð, v. Finn Andreasen, sum um- boðar teir har BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Sølan av Lada bilunum hevur gingið væl, bilarnir eru bíligir og fólk hava tikið sera væl í- móti teimum, sigur Jens Pauli Dahl, frá Auto Trade, sum umboðar Lada í Føroyum. Teir verða seldir sum sedan, hatchback og stationcar. Í løt- uni hava teir hatchback sum kosta kr. 89.800 og stationcar fyri kr. 99.800. Jens Pauli sigur, at fólk halda ofta lítið um Lada bilar- nar, tí teir eru so bíligir, men sannheitin er, at tey fáa ein góðan rúmligan bil í somu stødd sum t.d. Toyota Corolla ella VW Golf við 1,5 litur 16V motori við 92 hk. Haraft- urat er 2 ára garanti er upp á bilarnar, og teir skulu bert til eftirlit eina ferð um árið ella fyri hvørjar 15.000 km. Lada samastarva við Gen- eral Motors, og tekniskt virka teir sera væl, sigur Jens Pauli. Finn Andreasen hevur havt bilverkstað í Øravíkarlíð í 33 ár og servicestøð í 17 ár. Hann kemur at hava eykaluta- goymslu og service av Lada bilunum í Suðuroy um hend- ur. Fleiri Lada bilar eru seldir í Suðuroy, og stóri fyrimunur- in hjá kundunum er, at teir nú sleppa frá at fara av oynni, tá bilarnir skulu til eftirlit o.a. Auto Trade, Tórshavn: Lada nú eisini seldir í Suðuroy Sjáldan hevur verið bíðað við so stórum spenningi eftir einum nýggjum bilmodelli, sum nú áðrenn Peugeot koma á marknaðin við 407. Bilurin hevur smart og avbjóðandi design og er í einum klassa fyri seg BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Núverandi Peugeot 406 verð- ur í næstum avloystur av ein- um heilt nýggjum 407, sum er ein nakað størri bilur við designi, trygd og koyriegin- leikum í einum klassa fyri seg. Peugeot 407 verður als ikki anonymur í gøtumyndini. De- signið er smart og áleypandi við stórum Peugeot-logo og kølaragittaranum í kúfangar- anum, niðan fyri forlyktirnar. Tað er italski bildesignarin Pininfarina, sum eisini teknar italsku Ferrari sportvognar- nar, ið hevur designað Peuge- ot 407. Tað sæst aftur í avbera vøkru og smartu linjunum. Tað er ikki bert útsjóndin, sum er nakað serligt, men eis- ini tann innbygda trygdin og koyrieginleikarnir, sum eru nakað heilt serligt. Róður- greiðir og upphangini framm- an og aftan eru nýggj og sera framkomin við t.d. multilink bakakslum. Talan verður um ein sera spennandi og framkomnan bil við nógvari nýhugsan, smart- um designi, trygd og koyrieg- inleikum í serklassa. Hann fæst útgávunum SR og ST, sum er tann betri út- gjørdi. Av trygdarútgerð hevur 407 t. d. antispinn, airbag framm- an, í síðunum, gardinairbag og airbag í rattstammuni, sum verjir beinini hjá bilførara- num. Hurðarnar læsast au- tomatiskt undir koyring. Fleiri bensinmotorar vera at velja ímillum: 1,8 litur við 116 hk, 2,0 litur við 136 hk, 2,2 litur (6-gir) við 158 hk, og 3,0 litur V6 við 211 hk. Tveir HDi dieselmotorar verða eis- ini á skránni: 1,6 litur við 110 hk og 2,0 litur (6-gir) við 136 hk, báðir hava teir innbygt FAP sótfiltur. Peugeot 407 kemur eisini sum stationcar, sum kallast 407 SW. Bilurin stóð á Cop- enhagen Auto Show 2004 sum konceptbilur, og kemur á marknaðin seinni í ár. Peugeot 407 2,0 SR Motorurin 2,0 litur 4 syl. 136 hk 0-100 km/t 10,3 sek Bensinnýtsla 12,2 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 205/60-16 Stødd og vekt Longd 467,6 cm Breidd 181,1 cm Hædd 144,7 cm Vekt 1400 kg Viðførisrúm 407 litrar Prísur kr. 259.000,- Søluumboð P/F Meinhardt Arge v. Oyggjarvegin FO-110 Tórshavn Tel. 345400 www.bilarge.fo Smartur og avbjóðandi Peugeot 407 Nýggjur Peugeot 407. Designið er smart og áleypandi við stórum Peugeot-logo framman og kølagittarinum niðan fyri forlyktirnar. 407 vakti ans í Bella Centrinum, og áhugin var stórur fyri bilinum Mynd: Álvur Haraldsen Italski bildesignarin Pininfarina hevur teknað Peugeot 407, tað sæst aftur í avbera vøkru og smartu linjunum Mynd: Álvur Haraldsen Peugeot 407 innan. Bilurin hevur airbag framman, í síðunum, gardinairbag og airbag í rattstammuni, sum verjir beinini hjá bilføraranum Mynd: Álvur Haraldsen Finn Andreasen og Jens Paul Dahl við Lada bilum á Statoilstøðini í Øravíkarlíð, sum nú umboðar Lada í Suðuroy Mynd: Áki Bertholdsen