hósdagur 13. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 90 - 13. mai 2004
Nr. 90 - 13. mai 2004
13
Formaðurin í
Mentón, Heðin Ziska
Davidsen, hevur nú
brotið upp um armar,
og er farin til verka,
fyri at skaffa tónleik-
arum í Havnini
venjingarhøli og eitt
spælistað. Og hann
heldur ikki, at tað sær
svart út
TÓNLEIKUR
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Til stovnandi aðalfundin,
sum varð hildin 6. mars,
vóru nógvir politikarar
møttir upp at hoyra hvat ið
Mentón í grundini ætlaði
sær.
– Vit hava sum so ikki
hoyrt nakað aftur frá teim-
um síðani fundin, sigur
Heðin Ziska Davidsen, –
men onkur av teimum
segði, at teir bert fóru at
bíða eftir fyrsta útspælinum
frá okkum. Tað eru tó hend
ymisk ting á økinum, hóast
politikararnir ikki hava
verið í beinleiðis sambandi
við okkum, sigur hann.
Arbeiðið fyri at útvega
spælistøð er byrjað. Herfyri
varð nevniliga samtykt í
løgtinginum at fáa spæli-
støð til tónleikararnar kring
landið. Ábyrgdin av at fáa
hølini til vega verður løgd
út á kommunurnar.
– Sjálvsagt er tað fantast-
iska gott, men tað, sum tyk-
ist vera tað torførasta hjá
fólki at skilja, er, at tað er
stórur munur á venjingar-
hølum og spælistøðum. Vit
arbeiða fyri báðum, men
serliga spælistaðið hevur
stóran prioritet, sigur Heð-
in.
Farin undir
leitingararbeiðið
– Vit hava leitað eftir bygn-
ingum í Havnini, men hig-
artil hevur tað verið uttan
úrslit, sigur formaðurin í
Mentón, Heðin Ziska Dav-
idsen.
– Vit hoyrdu einaferð, at
reinsaríið skuldi nýtast til
mentanarlig tiltøk, m.a.
tónleik, men stutt aftaná
hoyrdu vit, at ætlanin var
broytt til, at reinsaríið
skuldi nýtast til ungdóms-
hús í staðin. Uppaftur
seinni hoyrdu vit so, at
eingin støða var tikin í mál-
inum. Tá fóru vit og hugdu
at bygninginum við einum
arkitekti og einum byggi-
frøðingi, og teir staðfestu
tíanverri, at húsið tað sama
kundi rívast niður, tí tað er í
so vánaligum standi. So
tann ætlanin bleiv slept.
– Tað næsta vit gjørdu,
var at seta okkum niður og
gera eina skitsu av, hvussu
eitt spælistað ella eitt
konserthús skal síggja út og
hvørjir hentleikar mugu
vera har. T.d. má tað vera
ein salur við einum palli og
nokk av plássi til áhoyrar-
arnar. Har má vera ein café
tengd at, men hon kann ikki
vera inni í sjálvum salinum,
tí tað forstýrar ótrúliga illa
við
kassaapparatinum,
cappucchinomaskinum o.t.
tá tú spælir. Forholdið mill-
um pall, sal og borð og stól-
ar má eisini vera í lagið.
Tað er alneyðugt, at tað er
gott pláss aftanfyri pallin,
so tónleikararnir fáa havt
síni ljóðføri har. Tað er sum
so tað, sum vit arbeiða við í
løtuni, sigur Heðin.
Ætlanin er, at fáa eina so
góða meting sum gjørligt,
sum so verður handað
kommununi til eftirtektar.
Heðin sigur, at eftirsum tað
nú er álagt kommununi at
skaffa eitt spælistað til tón-
leikararnar, er alneyðugt at
fáa eitt gott samstarv í lag.
– Vit royna at arbeiða
hart og gera eitt so gott
kunningararbeiði sum gjør-
ligt, sigur Heðin. Um
kommunan veruliga veit
hvat tað er, vit ynskja okk-
um, so veksur tað um
møguleikan at vit fáa júst
tað. Ein vandi við løgtings-
samtyktini er tann, at
kommunan bert kroystir
eitthvørt høli yvir høvdið á
okkum, fyri at fylgja boð-
unum úr tinginum. Sannlík-
indi eru tá fyri, at hølini als
ikki kunnu nýtast til enda-
málið. Tað er hent fyrr. Tí
fara vit í næstum at taka
upp tætt samstarv við Tórs-
havnar kommunu.
Er nakar tørvur á
Mentón?
Áðrenn Mentón varð stovn-
að, vóru longu ein rúgva av
tónleikasamtøkum í landin-
um. T.d. kunnu nevnast
Grót, Tutl og FUT. Akkurát
hvat er tað, sum Mentón
ætlar sær, sum hini feløgini
ikki megna?
– Okkara aðalmál er at
fáa spælistøð til tónleikar-
arnar í Havnini. Har er
størsti munurin. Vit hava
eitt tætt samstarv við Grót í
Gøtu, og tað var faktiskt
eftir ráðum frá teimum at
Mentón varð stovnað. Teir
høvdu ikki orku til at taka
okkum undir veingirnar
eisini, teir hava jú úr at gera
við tónleikalívinum í Gøtu
og teir ynsktu sær ein sam-
starvspartnara í Havnini.
Okkara reglugerð er bygd á
teirra, tó við nøkrum broyt-
ingum. Vit fundast eisini
regluliga
annað
hvønn
mána.
– FUT kann ikki ordiliga
samanberast við okkum, tí
teir arbeiða fyri heilt øðrum
søkum enn spælistøðum.
So ja, eg haldi tað var tørv-
ur á einum felagi sum hes-
um, sigur Heðin Ziska
Davidsen.
Hann greiðir somuleiðis
frá at Vinnuhúsið og Menn-
ingarstovan hava biðið Urd
Johannesen um at gera eina
støðulýsing av tónleikinum
í Føroyum.
– Men tað er ein so víð-
fevnandi uppgáva, at hon
hevur kókað tað niður til at
gera eina støðulýsing av
rútmiska tónleikinum í Før-
oyum. Tá hennara frágreið-
ing kemur, síggja vit akkur-
át hvussu støðan er og
hvussu hon kann bøtast. So
tá fáa vit at síggja um tað er
tørvur á arbeiðnum hjá
Mentón, sigur Heðin. Og
hann ljóðar ógvuliga vísur
í, hvat úrslitið av kanning-
ini fer at verða.
– Vit hava upp ímóti 100
limum nú, og vit ætla okk-
um undir eitt tiltak, har vit
fáa allar tónleikararnar í
Havnini at tekna seg sum
lim hjá okkum. Vit síggja
veruliga bjart uppá tað,
annars høvdu vit ikki orkað
at farið undir hetta arbeið-
ið.
Hann torir tó ikki at siga
nakað um, nær vit fara at
sleppa til konsertir í nýggja
spælistaðnum í Havnini.
Í langa tíð hevur verið
umbygt og renoverað
niðri á Kongabrúnni,
men nú er arbeiðið
endiliga liðugt.
Almenn móttøka
verður í nýggju
hølunum hósdagin
13. mei, har
møguleiki verður at
síggja úrslitið av
umbyggingini. Har
verður bæði tónleikur
og ábit á skránni
MÓTTØKA
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Fýra av gomlu bygningun-
um á kongabrúnni eru nú
samanbygdir, og har skulu
umleið 100 starvsfólk hjá
Tryggingafelagnum Føroy-
ar nú húsast. Teir fýra bygn-
ingarnir, sum nú eru komn-
ir undir eitt tak, eru Rosen-
borg,
Arge-bygningurin,
kamar-bygningurin
og
Geilin. Leingi hevur verið
arbeitt við samanbygging-
ini, og hósdagin 13 mei
verður so móttøkan.
Tað er ikki smávegis,
sum verður gjørt burturúr,
nú
bygningurin
verður
sýndur fram fyri viðskifta-
fólkinum.
Móttøkan byrjar kl. 15
hósdagin, tá høvi verður at
síggja hølini og fáa sær ein
bita.
Edward
Nyholm
Debess og Finnur Hansen
fara tá at spæla nøkur løg
við vælkomsttónleiki.
Kl 15.45 verður tónleika-
stílurin broyttur nakað, tá
Johannes Andreasen og
Sámal Petersen fara at
framføra klassisk verk.
Kl 16.05 fer Gunnar í
Liða, forstjóri, at halda eina
stutta røðu.
Kl 16.15 er tað dupult-
kvartettin í Ebenezer, sum
fer at syngja sálmar og
sangir.
Kl 16.35 verða tað tey úr
sangleikinum
Jósef
og
ótruliga litfagra dreyma-
kotið sum sleppa framat.
Tey skulu framføra brot úr
leikinum.
Móttøkan endar kl 17.30,
og tá skuldu øll sum leggja
í, havt fingið eina góða
uppliving. Bæði tónleika-
liga og visuella.
Mentón farið undir arbeiðið
Tryggingin móttøku í nýggju hølunum
Umleið 100 fólk skulu starvast í nýggju hølunum á Kongabrúnni. Móttøkan verður hósdagin kl.
15.00
Aðalendamálið hjá Mentón
er at fáa eitt stað í Havnini,
har bólkar kunnu spæla fyri
áhoyrarum undir góðum
umstøðum
Herfyri hevði Mentón fund í Norðurlandahúsinum. Felagið er nú veruliga farið undir arbeiðið at
finna venjingarhøli og spælistað til tónleikararnar í Havnini
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
11. mai 1974 skipaði
Landsfelag Føroyska
Froskmanna fyri
kappsvimjing um
Nólsoyarfjørð. Av tí at
líkindini ikki vóru av
teimum bestu hendan
dagin, vóru bert 6
luttakarar
Byrjað varð úti í Nólsoy, og
svomið varð inn til Molan á
Eystaru Bryggju í Havn.
Vinnari av kappingini
varð Birgir Enni úr Suður-
oyar
Froskmannafelag,
hann brúkti 1 tíma og 25
min. og 15 sek. um teinin,
og var tað nýtt met. Nr. 2
varð Hermann Eysturoy úr
TF, nr. 3 varð Jonhard
Hansen úr EyF, nr. 4 varð
Knud Bjørk úr TF, nr. 5 var
Harald Petersen úr EyF, og
nr. 6 varð Leif Aalykke úr
VF.
Kelda: Myndaárbókin- árið ið fór
1974
Vinnarin av svimjikappingini
varð Birgir Enni (h.m.) og
nummar 2 var Hermann
Eysturoy (v.m.) Millum teir
sæst havnarmaðurin Villy
Hansen
Fyri 30 árum síðan:
Froskmenn svumu kapp um Nólsoyarfjørð í 1974
Dagurin
13. mai. Ingenuus.
Rómverskur
kristin
hermaður, sum keis-
arin Decius læt drepa.
Dýra biðidag kom
bretski sendiharrin í
Danmark, Sir Nicho-
las Browne, saman
við konuni, á vitjan í
Føroyum. Mánadagin
10. mai var móttøka í
Listaskálanum, har
høvi var hjá sendi-
harrahjúnunum at
hitta bretar og
bretskar vinir í Før-
oyum
Sir Nicholas Browne er 56
ára gamal og var útbúgvin
við Cheltenham College i
Oxford. Hann hevur arbeitt
hjá bretska uttanríkisráð-
num síðan 1969.
Hann hevur arbeitt í
nógvum ymiskum londum
bæði sum serfrøðingur í
uttanríkismálaráðnum
í
London og sum bretskur
ambassadørur kring allan
heim.
Í september 2003 tók
hann við sum bretskur
sendiharri í Danmark, og
var hetta hansara fyrsta
vitjan í Føroyum. Umframt
at hitta landsins myndug-
leikar nýtti hann eisini
høvið at hitta bretar og
bretskar vinir í Føroyum
við eina móttøku í Lista-
skálanum seinasta mána-
dag.
Bretski sendiharrin hitti bretar og bretskar vinir
Bretski sendiharrin í
Danmark, Sir Nicholas
Browne, hitti bretar og
bretskar vinir í Føroyum í
Listaskálanum. Maðurin til
vinstru er Regin Hammer
Mynd: Jens Kristian Vang
Eigil Hansen og konan hitta bretsku sendiharrafrúuna
Mynd: Jens Kristian Vang
Sir Nicholas Browne saman við Kristian Black og bretska konsulinum í Føroyum, Tummas
Hanus Dam
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12