Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 114 · 4. oktober 2013 6 VIKUSKIFTI Starv? Projektleiðari og samskipari í Norðurlandahúsinum Hvat er tað besta við starvinum? Tað besta við starvinum er, at eg næstan hvønn dag møti nýggjum spennandi avbjóðingum og sleppi at gera tað, sum hevur mín áhuga. Hartil fái eg í starvinum nógvar positivar upplivingar og føli, at eg kann gera mun. Starvið er fleksibult bæði so og so. A ella B menniskja? B heilt avgjørt. Tað hevur absolut sínar fyrimunir, t.d. tá ið man spælir tónleik ella skal arbeiða seint út á kvøldið, men vansin er, at tú fær sovið ov lítð. Eg eri bara noyddur at góðtaka tað, eg eri. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Eg lurti nógv eftir tí nýggja sum kemur út í Føroyum og royni eisini at fylgja við norðurlendskum tónleiki. Mær dámar allan góðan tónleik og njóti bæði harðan rocktónleik og klassiskan kórtónleik og annað. Tað, sum hevur týdning fyri meg, er, at tann, sum framførir, veruliga leggur sína sál í tónleikin og meinar tað, hann ella hon syngur. Teknikkur skal til, men er ikki altíð nógmikið. Hvør er besti sangur, sum er gjørdur? Eg veit tað ikki. Summir sangir eru so góðir, at tú aldrin troyttast av teimum. Eitt dømi er »Súrligar nætur« hjá Kára P., A Whiter Shade of Pale hjá Procul Harum og fleiri líknandi sangir, sum hava ein klassiskan bygna í akkordskiftum og samanseting. Hetta tiltalar opinbart okkum vesturlendingar og hevur opinbart nakað við okkara mentan at gera. Hvat ger teg glaðan? Tá ið tað gongur væl hjá mínum nærmastu, og tá ið eg eri saman við positivum fólki. Hvat ger teg keddan? Tá ið eg veit, at onkur, sum kenni væl, ikki hevur tað gott, ella tá ið fólk eru negativ og grenjut ella tosa ilt um onnur. Eg hati klandur og stríð. Hvat er luksus fyri teg? At hugna mær saman við teimum, sum eg eri góðar við. Hvussu eru tínir matvanar? Eg eti ofta havgrýn um morgunin. Kanska eina suppu ella salat middegi og heitan mat til døgurða um seks­tíðina, ella eti eg nátturða. Tað er ikki vigtigt fyri meg at fáa heitan mat hvønn dag. Ofta kann matur og at passa mattíðir blíva ov nógv av tí góða. Eg tími heldur ikki at eta tað sama fleiri dagar í somu viku. Hvar er tín yndisrættur? Góður ræstur fiskur – einki er betri. Hvat brúkar tú frítíðina til? At vera saman við familjuni og hugna og tónleik saman við vinum. Mítt arbeiði ger, at eg upplivi minst 1 ella 2 konsertir um vikuna og onkuntíð fleiri. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi? Mær dámar best kjaksendingar og onkuntíð ein fótbóltsdyst. Síðan teldan og internetið komu, hyggi eg sjáldan í sjónvarp. At hyggja ov nógv í sjónvarp kennist sum burturspilt frítíð. Hvat lesur tú í løtuni? Seinastu tvey árini havi eg lisið nógvar bøkur. Ein fantastisk bók, sum eg ofta vendi aftur til, er ein samrøða við Dalai Lama, sum kallast »Kunsten at leve lykkeligt« – eg vil viðmæla øllum at lesa hesa. Hevur tú eina fyrimynd (hvørja)? Eg havi nógvar fyrimyndir – millum annað fólk, sum sýna veruligt tolsemið og bakka upp, tá ið á stendur. Fleiri av mínum fyrimyndum eru longu farnar foldum frá. Tað lekur millum opinleikan og trúnaðin. Tað lekur so illa, at fólkaræðið hevur fingið blámu­ sopp í sálina. Eingin eykajáttan fær beint fyri honum. Heldur ikki fakfeløgini, sum spæla politikk, tá neyðin er í durunum. Landsstýrið ætlaði at byggja ein opnahjall at turka atfinningar og ivaspurningar í. Ikki ein hjall á sjónum, men undir sjónum. Hann bleiv ikki bygdur, opna­ hjall­urin, tí øll vistu alt um hann. Eisini, hvussu nógv hurðarnar við gyltu handtøkunum fóru at kosta. Bíða nú, ein opnahjallur hevur onga hurð. Men júst tað visti eingin. Tað, og bara tað, var í trúnaði í einum pengaskápi úr jarnstyrktum betongi. Loyniorðið CIPKPH, men sig tað ikki fyri nøkrum. Opið hús og kalt borð, øll væl­komin, tunnilsdagar, tí fólka­ ræðið vann, rættvísið sigraði. Fólkaræðið krevur gjøgnum­ skygni í opinleikanum. Á oktoberfestivali í september á bygd jarmaði alt demoliðið í hol­ið hvørt á øðrum. Og nú jólini nærk­ast av álvara, holukøkur omaná. Lokið skal takast av Havnará í Tórshavn C. Og tá fara allir fólka­ ræðisfjeppararnir at rópa harð­ari og dansa lystiligari og detta av Vaglinum í berum mótmæliskæti. Opin­leiki við opnu ánna. Lat teg upp, lat teg upp. Sesam, Sesam. Fakfeløg dylja einki. Øll fáa alt at vita um lønarkrøvini í somu løtu, feløgini langa tey á mahogni­borðið á Argjum. Fakfeløgini skunda sær eisini at siga, hvussu lítið, Snorri og Jørgen vilja lata. Einki dult har. Fjølmiðlar dylja heldur einki. Alt tað nógva, sum teir avdúka hvønn dag, verður slongt út í somu løtu, tað er grivið upp, nú heima­síðan er uppfunnin. Spakar­nir stinga djúpt, deymurin og damp­urin eru sum eiturgass. Hvat bagir? Hava vit ikki opinleika yvir alla linjuna ella okkirt sórit har? Innlit í útlit, segði LÍV eina­ ferð. LÍV er við í CIP. Kipp CIP. Fult innlit í útlitini fyri holinum millum meginøkið og meginøkið og oljuhavnirnar. Fólkaræðið steindoyr, um øll ikki vita alt. Í Danmark eitt nú er fólkaræðið ódoyggjandi, tøkkina eiga fjølmiðlarnir sum Ekstrabladet og SE & Hør, sum lyfta dýnur við krákunevum Tað er gott at elska, sang Bubbi. Kanska so er, men tað er nógv betri at vita. Vit í Føroyum eru eisini so heppin at hava demokrati. Hugsið tykkum bara óskilið í landinum, høvdu vit ikki fólkaræði. Var eg so heiðin at siga, at vit eru heppin at hava demo­ krati? Tað er ikki hepni, als ikki. Fólkaræði er hart vunnin rætt­ indi, sveitti og tár, ikki so nógv blóð kanska, hjá danskar­um, sum vit so, sum allar aðrar ósiðir, hava fingið úr Dan­mark. Uttan fólkaræði verða skila­ góðar avgerðir ikki tiknar, eingin flatskattur, eingin makrelur, eingin sild, einki boykott, eingin alterna­tiv farleið. Bara armóð, svølt­andi einsamallar mammur og misrøktir pensjónistar, stórt hall í fíggjarlógini og bjart­ skygdar metingar. Uttan fólkaræði einki fjórða statsvald, ella fimta statsvald, sum ein segði. Eingin leysur varð­hundur við nýbrýndum handils­tonnum, Vit eiga at vita, ikki gita, segði 16.løgmaður Føroya eftir heimagjørdu lógina at stýra eftir. Tí eiga vit ikki at stríðast við at gita, hvat stendur í kladduni hjá CIP og IMR, sála. Tá klandursholið millum Eystur­oynna og Tórsoynna er opið í báðum endum, verður neyð­ugt at byggja eina SMS, eina sølu­mið­støð, afturat í Tórsholi. Kortanei kortini, her skulu eingir hovsadanskarar koma og grava í okkara undirgrund. Hana fingu vit frá Schlüter í jólagávu fyri meira enn 20 árum síðani. Sum ein illa sperdur í koti og húgvu úr mølposanum spurdi, hann fann einki pisshús á Fimm­ oyranum: hvar sleppi eg av við mítt alfagra land? Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Fróði Vestergaard lagt til rættis: Eyðun Klakstein Eg hati klandur og stríð Positiv fólk gera meg glaðan, men eg hati klandur og stríð, sigur Fróði Vestergaard, sum starvast í Norðurlandahúsinum. Hann er B-menniskjað, og tað hevur eisini sínar fyrimunir Opin opnahjallur