Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 114 · 4. oktober 2013 5 VIKUSKIFTI millum tey, hon arbeiðir saman við, og at hon hevur álit á teimum. Høvuðs­ orsøkin til hetta er, at hon til fleiri myndatøkur ikki er í nógvum klæðum og vísir tískil næstan allan kroppin. – Um mann hyggur eftir myndunum, so kann tað gott vera, at mann sær eitt sindur av bróstunum, men tað er ongantíð nakað seksuelt í myndini. Og tað er mítt mark. Verður tað ikki hildið, so sigi eg frá, og tað havi eg ongar trupulleikar við. Tað er tí tað er so umráðandi, at eg sum modell havi álit á fotografinum og umvent. Tað snýr seg um at virða mørkini hjá hvørjum øðr­um, sigur Armgarð. Mortensen og nevnir eisini, týdningin av hesum í sam­bandi við hennara leiklut í film­ inum Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá. Armgarð Mortensen hevur høvuðs­ leiklutin sum 15 ára gamla Maria, og í einum broti í filminum fer Maria í song við einum drongi. – Í tí førinum var eisini týdningar­ mikið, at eg hevði álit á fólkunum, eg arbeiddi saman við, og míni mørk vórðu vird, tí annars hevði eg ikki gjørt ta senuna, fortelur Armgarð Mortensen og er skjót at leggja afturat. – Men fólk skulu minnast til, at hatta er ein filmur, og har er nógvur gandur og films­triks, so tey, sum halda, at eg veru­liga fór í song við dronginum í film­inum, tey fara skeiv, sigur Armgarð Mortensen. Hon sigur, at bæði tá hon skal til mynda­tøku ella skal gera eina filmssenu, har hon næstan er nakin, hugsar hon seg væl um, áðrenn myndin skal takast ella senan skal spælast. – Líka mikið um tað er mynd ella filmur, so hugsi eg altíð nógv um støðuna, áðrenn eg eri í henni. Á tann hátt veit eg nøkunlunda hvat eg skal gera, tá eg standi í støðuni. Stríðist við at taka uppá Sum modell er týdningarmikið at hava eina ávísa útsjónd, liva heilsugott, so­ leiðis at kroppurin altíð er til reiðar til myndatøku. Og tað er eisini nakað, sum Armgarð Mortensen í ein ávísan mun er tilvitað um. – Mær dámar væl at venja, og sum heild eri eg rættiliga aktiv. Eisini eti eg hampiliga sunnan mat, tí um eg eti okkurt ósunt, verði eg sjúk, sigur Armgarð Mortensen, sum í nógv ár hevur drigist við eina ókenda sjúku. Serliga ringt var tað, tá hon var yngri. – Eg plagi at siga, at Landssjúkrahús­ ið er mítt annað heim. Eg blívi fram­ vegis sjúk javnan, har eg liggi við høg­ um fepri í eini fýra til sjey dagar, har eg havi ilt í høvdinum og búkinum, og eri bara veruliga illa fyri. Eti eg nógv bomm, pizza, burgarar og tílíkt, blívi eg altíð sjúk, greiðir Armgarð Mortensen frá. Sjúkudagarnir gera, at missir orku, vøddarnir minka, og hon missir nógv feitt. Tískil roynir Armgarð Mortensen at taka uppá í vekt. – Eg havi veruliga barst fyri at taka uppá, og eg rokni við, at tað er líka ringt hjá mær at taka uppá, sum tað er hjá teimum, ið royna at tapa seg, sigur Armgarð Mortensen, ið sum yngri var kedd av at vera so kløn. – Men eg havi funnið vegir at út­ nytta tað, sum eg annars var so kedd av, sigur Armgarð Mortensen og sipar til modellarbeiðið. Ætlar sær langt Hesi trý árini, Armgarð Mortensen hev­ ur fingist við modellarbeiði, er áhugin fyri henni sum modell vaksin støðugt. Eitt nú fær hon rættiliga nógvar fyri­ spurningar umvegis Facebook frá foto­ grafum ymsastaðni í heiminum. – Eg skrivi ikki aftur til øll, sum seta seg í samband við meg, tí okkurt av tí er eisini fupp. Tað er soleiðis, at ein black­listi er við fotografum, ið hava verið ónærisligir ella hava gjørt seg inn á ungar modellir. Hesin listin ligg­ ur á eini Facebooksíðu, og eg plagi at hyggja á tann listan, áðrenn eg skrivi til onkran fotograf, sum hevur sett seg í sam­band við meg, fortelur Armgarð Mortensen og leggur afturat, at fleiri kendir fotografar eisini seta seg í sam­ band við hana. Hóast hon hevur verið við í fleiri stórum verkætlanum og lýsingum, merk­ir tað ikki, at hon enn kann liva av modellarbeiðinum. – Eg fái pengar fyri hvørja upp­ gávu, eg geri, og eg kann siga so mikið, sum at eg verði í løtuni ikki rík av tí og kann heldur ikki liva av modell­arbeiðinum. Pengarnir, sum eg havi forvunnið higartil, fara allir á eina uppsparingarkonto, sum eg ætli mær at brúka, tá eg fari at royna meg í útlandinum, greiðir Armgarð Mortensen frá. Sjálv roynir hon eisini at gera sítt til fyri at koma út í heim at royna seg sum modell. Í løtuni sendir hon teldupostar til modellumboð ymsastaðni í heim­ inum. – Eg føli, at eg eri klár til at fara í út­ landið at arbeiða sum modell, men tað er sjálvandi ein rúgva, sum skal fáast upp á pláss, áðrenn tað kemur hartil. Men hetta er tað, eg vil og arbeiði fram ímóti. mynd: Álvur Haraldsen Fakta Navn: Armgarð Mortensen Aldur: 18 ár Bústaður: Tórshavn Útbúgving: Gongur á matematisku deild í Hoydølum á 2. ári – Eg føli, at eg eri klár til at fara í útlandið at arbeiða sum modell, men tað er sjálvandi ein rúgva, sum skal fáast upp á pláss, áðrenn tað kemur hartil. Men hetta er tað, eg vil og arbeiði fram ímóti, sigur Armgarð Mortensen