hósdagur 3. oktober 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 114 · 4. oktober 2013
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Tað fellir mær onkursvegna natúrligt
at standa framman fyri einum mynda
tóli, og fyri hvørt photoshoot, eg geri,
læri eg eina rúgvu. Um meg sjálva, um
ta veruliga verðina og um etikk, sigur
Armgarð Mortensen.
Seinastu tvey árini hevur hon verið
nógv at sæð sum modell í ymsum
samanhangum. Serliga eru tað tær
vøkru, serstøku myndarøðirnar í verk
ætlanum sum Agnas, Nykurin og
Eingilin á vatninum, sum hava fingið
ikki bara føroyingar men eisini út
lendskar fotografar til at fáa eyguni upp
fyri ungu modellini, ið dagliga gongur
á øðrum ári á Studentaskúlanum í
Hoydølum.
– Tað kriblar í mær at sleppa út í
heim at royna meg sum modell, tí eg
kenni meg klára til ta ævintýrið, men
miðnámsútbúgvingin má koma í hús
áðrenn, sigur Armgarð Mortensen, ið
er nógv umbiðin sum modell fyri ymsar
fyritøkur í Føroyum og í sambandi við
verkætlanir av ymsum slagi.
– Bransjan er knallhørð, og tað
ræður um at finna tey røttu fólkini at
samstarva við, soleiðis at báðir partar
hava álit á hvørjum øðrum. Tað hugsi
eg eisini nógv um, nú eg javnan fái fyri
spurningar frá útlendskum fotografum,
ið vilja brúka meg sum modell, sigur
Armgarð Mortensen.
Tað byrjaði á G!
Hóast Armgarð Mortensen er nógv
frammi sum modell, so er tað ikki meir
trý ár síðani, at hon byrjaði modell
karrieruna. Tá hon var 15 ára gomul
var hon at síggja í lýsingum fyri
Tryggingarfelagið Føroyar og klædna
fyritøkuna Guðrun&Guðrun.
– Eg vil siga, at tað kom verulig
ferð á, tá eg hitti Gvøðny Miriam
Gunnarsson, sum er fotografur. Eg
visti, at hon og maðurin, Janus, tóku
myndir og høvdu fyritøkuna Miriam
& Janus Photography,og tá eg sá hana
á G!, fór eg yvir til hennara og fortaldi,
hvør eg var. Gvøðny segði, at hon hevði
sæð meg í onkrari lýsing, og áðrenn
eg visti av, høvdu vit gjørt eina avtalu
um at samstarva, greiðir Armgarð
Mortensen frá.
Síðani hevur unga modellin fingist
nógv við at posera framman fyri
myndatólinum og hevur verið at sæð
á nógvum øðrvísi myndum, i mun til
tað, vit vanliga síggja.
– Eg eri broytt rættiliga nógv, frá
tí eg gjørdi mítt fyrsta photoshoot og
til í dag. Eg minnist til dømis, tá eg
skuldi taka myndir til lýsingina fyri
Guðrun&Guðrun og stóð við bálið
í Sandágerði, har ein riðil av fólkum
eisini var til staðar. Tá visti eg ikki heilt,
um eg yvirhøvur dugdi, tordi ikki so
væl og visti ikki, um eg gjørdi tað rætt.
Nú føli eg, at eg havi nógva vitan, í
mun til eg byrjaði, fortelur Armarð
Mortensen, sum av fleiri av teimum,
hon samstarvar við, er skýrd at vera
eitt nátúrtalent.
– Hetta fellir mær bara natúrligt. Eg
haldi meg ikki brúka eitt nú mótabløðini
ella youtube fyri at fáa íblástur, men
eg royni bara at gera okkurt sjálv og
kenni á mær, hvat riggar, og hvat riggar
minni væl.
Nógv tíð til fyrireiking
Tað liggja nógvir arbeiðstímar aftan
fyri flestu av myndunum, har Armgarð
Mortensen sæst við nógvum smyrsli,
stórum hári og ymsum annarleiðis
rekvisittum.
– Tá plagi eg at fara upp klokkan
seks og siti hjá hárfríðkara í eini fýra til
seks tímar. Tá vit tóku Agnas myndina,
fekk eg 32 hárekstensions í, og tá
minnist eg, at eg sat leingi í stólinum í
salongini, fortelur Armgarð Mortensen
og heldur fram.
– Men sjálv myndatøkan tekur
sjáldan nógva tíð. Tað er meira øll
fyrireikingin áðrenn, sum kann verða
drúgv, men soleiðis er vanliga gongdin,
tá onkrar annarleiðis myndir skulu
takast, sigur Armgarð Mortensen.
Til hvørja myndatøku verður nógv
gjørt burturúr hári og smyrsli, og
hóast tað til tíðir tekur fleiri tímar, tá
Armgarð Mortensen skal gerast klár til
myndatøku, dámar henni væl henda
partin av modellarbeiðinum.
– Tað er genialt! Eg elski at sita í
stólinum, og tær putlast við at seta
hárið og leggja make-up. Tá ert tú júst
sum ein dukka. Eg haldi, at mær dámar
tað so væl, tí vanliga geri eg ikki sjálv
nógv burturúr útsjóndini og hugsi held
ur ikki nógv um, hvussu eg síggi út,
ella hvørjum klæðum eg eri í, sigur
Armgarð Mortensen, smílist og leggur
afturat:
– Kanska eg eri í so avslappað, tí
eg kann saktans fara út til okkurt í
joggingklæðum og ikki hava gjørt nakað
sum helst við meg. Men eg haldi bara,
at tað kann drepa eina persónligheit, tá
fólk hugsa ov nógv um útsjóndina.
Mørkini skulu haldast
Fyri Armgarð Mortensen er tað av
stórum týdningi, at hon kennir seg væl
Tann
natúrliga
– Hóast hon onkuntíð er í næstan ongum klæðum á myndum og filmi, setir
hon greið mørk. Hon kallar Landssjúkrahúsið hennara annað heim, tí hon
hevur verið so ofta sjúk. Og hon stríðist stundum fyri at taka uppá í vekt.
18 ára gamla Armgarð Mortensen í Havn er ein av mest nýttu modellunum í
Føroyum í løtuni, og hon ætlar sær langt sum modell og filmssjónleikari
modellin
myndir: miriam & Janus photography