hósdagur 3. oktober 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 114 · 4. oktober 2013
11
VIKUSKIFTI
Tað er ein sera kritiskur
faktorur í okkara virkis-
grundarlag, tí tað ger, at vit
kunnu raka eina nógv breiðari
fjøld, enn ein elitu-fokuserað
app kann gera. Ja, tú kanst
næstan kalla tað eina kvøðu
ljóma-útgávu av eini vín-app,
sigur Heini Zachariesen
Vivino er í dag heimsins størsta vín-app.
Skipanin er ein stórur dátugrunnur við alskyns
sløgum av víni. Við myndatólinum á snildfonini
kanst tú skanna etikettuna, og lítla løtu seinni
hevur tú ymsar upplýsingar um vínið. Eitt nú
slag, vínøki, árgangur, hvat onnur halda um
vínið, prísur, nærmasta sølustað v.m. Skipanin
minnist sjálvandi eisini til, hvat tú sjálv/ur helt
um vínið, og kanst tú soleiðis byggja tær ein
lista við tí, sum tær dámar best. Fyrsa útgávan
av skipanini kom á marknaðin í 2010, og í apríl
í ár hevði skipanin 1 mió brúkarar. Í september
í ár hevði skipanin 2 mió brúkarar, og í løtuni
økist talið við 10.000 um dagin. Í kundatali
er USA størsti kundaskarðin. Næst størsti
kundaskarðin er í Brasil.