hósdagur 3. oktober 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 114 · 4. oktober 2013
10
VIKUSKIFTI
Vín
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ímynda tær, at tú og makin sita á eini
matstovu, og brádliga kemur tú eftir, at
vínið hetta kvøldið er framúrskarandi.
Vivino-appin er sjálvandi á snildfonini,
og við henni tekur tú mynd av fløskuni.
Lítið sekund seinni veitst tú, hvat vín
talan er um, hvat fløskan kostar, og hvar
nærmasta sølubúðin við júst hesum
víninum er. Bústaður og kreditkort-
nummarið hjá tær eru goymd hjá
Vivino, og so er skjótt og ómaksleyst at
bíleggja vínið, sum næsta dagin verður
veitt til dyrnar.
Heilt so langt frammi er vín-appin,
Vivino, ikki enn, men stendur tað til 41
ára gamla hoyvíkingin, sum stendur á
odda fyri fyritøkuni, so er hetta bert
eitt av mongum hugsandi framtíðar
støðum.
Vín fyri øll
Tá Heini Zachariasen fyri fýra ár
um síðani valdi at takka fyri seg í
Bullguard, har hann var bæði stjóri og
ein av stovnarunum, hevði hann sum
mál, at hann skuldi gera okkurt, sum
var stuttligari.
– KT-trygd er í sjálvum sær ikki
serliga áhugavert. Eg kendi tað, sum
var mín íverksetaraleiklutur í hesum
runnin, og eg vildi fegin royna at gera
okkurt nýtt. Samstundis hevði eg sett
mær fyri, at tað nýggja eisini skuldi
vera eitt spennandi produkt.
Hví gjørdist talan so
júst um eina vín-app?
– Tað hevur sjálvandi nakað við markn
aðin og við sjálvt produktið at gera.
Vínmarknaðurin er jú risastórur, og
marknaðurin hjá snildfonum gerst bara
størri. Samstundis sá eg her møguleika
fyri at gera eitt produkt, sum var heilt
serstakt.
– Tí gaman í eru eisini aðrar vín-
appir, men felags fyri nógvar av
hesum er, at tær eru fyri veruligar
vínkennarar. Felagsnevnarin millum
Vivino og Bullguard er, at her er talan
um software til vanliga borgaran. Tað
er ein sera kritiskur faktorur í okkara
virkisgrundarlag, tí tað ger, at vit kunnu
raka eina nógv breiðari fjøld, enn ein
elitu-fokuserað app kann gera. Ja, tú
kanst næstan kalla tað eina kvøðu
ljóma-útgávu av eini vín-app.
Tolin kapitalur
Ímyndin, sum er nevnd omanfyri, er
ikki veruleiki enn. Og sjálvur tykist
Heini ikki leggja so øgiliga nógv
í, hvussu Vivino í framtíðini fer at
forvinna pening.
– Tað sigur seg sjálvt, at skalt tú
hava íleggjarar, so mást tú vísa á, at
tað ber til at forvinna pening upp á tað,
sum tú gjørt.
– Men her og nú er tað ikki tann
parturin, sum vit hugsa mest um. Vit
skulu hava brúkarar, og vit skulu hava
nógvar brúkarar. Í seinasta mánaði
komu vit upp á tvær milliónir brúk
arar, og eg eri errin av, at Vivino í dag
er nógv tann mest nýtta vín-appin í
heiminum. Í løtuni fáa vit á leið 10.000
nýggjar brúkarar um dagin, men málið
er nógv meira enn tað. Hava vit nóg
nógvar brúkarar, so ber væl til at
skapa forrætningsmodellir – eitt nú
við beinleiðis sølu til endabrúkaran.
Innan nógv onnur produkt, skalt tú
kenna eina rúgvu av demografiskum og
øðrum dátum, um tú skalt raka kundan
nóg væl. Tað leggja vit einki í, tí vit
vita, hvat tú drekkur, og tað er eina sera
virðismikil vitan. Í øllum førum eri eg
ikki bangin fyri, at vit ikki finna hættir
at forvinna pening upp á til ta tíð, men
tann tíðin er bara ikki komin enn.
Og so kann leggjast afturat, at tað
eru fleiri munagóðir íleggjarar, sum
eisini síggja stórar møguleikar í Vivino.
Longu í 2010 kom Skype-milliarderuin,
Janus Friis, við milliónaupphædd, og
árið eftir kom danska Seed-Capital við
í leikin. Í 2012 kom svenska Creandum,
sum eitt nú var við til at menna Spotify
frá svenskari kjallarafyritøku til al
tjóða tónleikarisa, og fyrr í ár kom
higartil nógv tann størsti íleggjarin, tá
Balderton Capital setti ikki minni enn
$10,3 milliónir í verkætlanina.
– Øll hesi eiga sín stóra leiklut í, at
vit eru komin somikið væl áleiðis. At
vit á henda hátt hava tolnan kapital at
arbeiða við ger, at vit fáa frið til at vaksa
um grundarlag okkara, áðrenn vit verða
noydd at hugsa um sjálvan vinningin.
Tí tann tíðin fer sjálvandi eisini at
koma, sigur Heini Zachariasen.
San Fransisco er nalvin
Í august mánaði í ár varð enn eitt stórt
fet tikið á kósini, sum varð sett fyri
trimum árum síðani. Júst farin um tey
41 valdu Heini og konan, Maibritt, at
selja raðhúsið og Mazda-bilin í Kastrup.
Tey trý børnini og hundurin vórðu øll
við í viðførinum, tá kósin varð sett
móti USA, og nú verður Vivino rikið
úr nýggja bústaðnum í San Fransisco.
Og tað í sjálvu sær er avgjørt ikki av
tilvild.
– Danmark er í nógvar mátar eitt
gott land, tá tú arbeiðir innan KT.
Har eru dugnalig starvsfólk fyri ein
rímiligan prís, og tað ber langt í sjálv
um sær. Innan vín er Danmark tó ikki
nakað stórt land. Sjálvandi er nýtslan
fyri hvønn borgara hampuliga stór,
men sum framleiðari er Danmark ein
bagatell. Her eri eg miðskeiðis millum
Silicone Valley, sum er heimins KT-
høvuðsstaður, og Napa Valley, sum er
størsta vínøkið í USA, so hetta er at
kalla heimsins nalvi. Í menningararbeiði
okkara eru vit eisini støðugt í samband
við eitt nú Google og Apple, og tá er
tað ein risa fyrimunur, at eg eri staddur
her hjá teimum, sigur Heini.
– Hartil er hetta jú ein fantastiskur
marknaður. USA er í fullari ferð við
at yvirhála Frakland sum størsta vín-
drekkaraland í heiminum. Her búgva
eini 300 mió fólk, og siga vit, at helm
ingurin hevur eina snildfon, so er skjótt
at staðfesta, at møguleikarnir eru risa-
stórir. Og kann eg gera vart við meg
her, so hoyrist tað eisini betur. Við allari
virðing fyri donskum fjølmiðlum, so er
ein stórur munur á, um eg tosi við ein
blaðmann hjá Børsen ella Wall Street
Journal. Tosar tú um KT, so er tað bara
ein sannroynd, at alt dryppar niðureftir
frá San Fransisco og Silicone Valley,
sigur Heini.
– Hinvegin eru at kalla øll hini
starvsfólkini í Danmark, umframt at
partur av arbeiðinum verður gjørt í
Ukraina og India. Her í San Fransisco er
mest sum vónleyst at kappast um bestu
fólkini innan KT-menning, og í øllum
førum verða tey ekstremt dýr.
á heimstindinum
Vivino, sum er stovnað av 41 ára gamla hoyvíkinginum, Heina Zachariasen,
er longu heimsins størsta vín-app, men tað í sjálvum sær er ikki nóg mikið.
Saman við familjuni er Heini nú fluttur til San Fransisco, har møguleikarnir
og marknaðurin er nógv størri enn tað, sum kann røkkast úr Danmark
Hoyvíkingur
Jansu Friis
Skype-milliarderurin er
ímyndin av helst størsta
danska KT-ævintýrinum
nakrantíð. Hann kom tíðliga
við í Vivino-verkætlanina sum
sonevndur Angel-investor.
Altso ein, sum heilt tíðliga
gerst fíggjarligur stuðul fyri
eini verkætlan.
Seed-capital
Er størsti sonevndi early-
stage íleggjarin í Danmark.
Fyrst og fremst hevur
grunnurin fokus á KT- og
heilsuverkætlanir.Talan er um
grunn, sum fyrst og fremst
savnar seg um íløgur í Dan
mark og syðra partinum av
Svøríki, men hetta er eisini ein
grunnur, sum hevur møgu
leika at stuðla føroyskum
verkætlanum.
Creandum
Svenskur grunnur, sum við
útgangsstøði í norðurlendsk
um fyritøkum roynir at skapa
altjóða brand. Bæði sum
early-stage íleggjari og sum
aktivur partur av eini virkis
menning. Kendasta verkætlan
teirra er uttan iva Spotify.
Balderton Capital
Er ein av heilt stóru
europisku spælarunum,
tá tað ræður um at seta
pening í vakstrarfyritøkur.
Grunnurin var áður partur av
Benchmark Europe, og verður
hann roknaður sum ein av
heilt stóru platformunum
til Silicone Valley. Amazon,
Betfair og MySQL teljast
millum fyritøkurnar, sum
grunnurin hevur verið við til at
ment til altjóða brand.
Íleggjarar í Vivino: