Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 114 · 4. oktober 2013 9 VIKUSKIFTI heild, hetta var bara tann søgan, sum eg helt meg hóma. Hóast stílurin er ógvuliga forteljandi og tú hoyrir tey flestu orðini heilt týðiliga, við tað at Atli er heilt har frammi í ljóðmyndini, so fer mín egni persónligi filmur í gongd. Orðini eru bara íblástur og tilsiping, ikki nakar liðugur svarlisti. Inngangur til »The Man Who Came Back« er ein skeiv og høggandi violin, sum alt fyri eitt skapar eitt fjálturshuglag, eins og er ikki alt sum tað eigur, ella sum kann lurtarin vænta sær okkurt, sum ikki bara er hugnaligt. Tann órógvandi stemningurin veksur so líðandi, fleiri leysir klangir sveima umkring í blandi, til Atli tekur orðið: Where are you? Where have you gone? I left you in an open field In the dark, somewhere clutching at straws far from home Alt ruggar ikki rætt, úti á preriuni. Kenslan av sakni, longsli og missi er nú munin týðiligari bæði í sangi og tónleiki, og yvir báðum er nærvera og ein sannførandi ektað kensla. Frásøgumaðurin kemur til sjóndar nakin og skroypiligur, lagið á tamb valdar støðugt ein kensla av tómleika og einsemi, ongin vinur er hjá uttan tað sloknandi lítla bálið – og teir larmandi tankarnir um Coru (tí eg haldi framvegis alt snýr seg um hana). Speak to me now It´s getting dark and cold out here And I need someone to talk to, someone to keep me warm All through this night ... Tað dapra myrkrið hjá Drowned Session er ikki av tí áleypandi, óreina slagnum, heldur dansa tey kjálkadans við náttini og valsa út í myrkrið við kátum eygnabragdi og einum lítlum skálkabrosi, sum stundum tekur at geisa. Tað musikalska bílætið minnir í støðum um Nick Cave, men ikki so tað kenst órógvandi – ella uppgjørt. Meira sum ein kvøða til hin gamla myrkursmeistaran. Styrkin í teimum báðum løgunum, og í universinum hjá Drowned Session sum heild, er ikki tað, at tey eru slóðbrótandi ella tónleikaliga velta ódyrkaðan haga, hetta er djúpan siðbundið og vælkent. Her goymist bara hesin ólýsiligi strongurin, sum ger, at úrslitið ikki er fótatraðk og hvørki kenst lættvunnið ella slitið. Hetta eru tveir framúrskarandi sangir, hvør á sín hátt, um nakað so gamalt sum kærleika. Ein kærleika av tí hættisliga og, hóast ein ikki kennir ta veruligu søguna aftan fyri sangirnar, ivaleyst deyðadømda slagnum. Ein felagsnevnari í tónleikinum er, eftir mínum tykki, kenslan av at vera sleptur upp á fjall. Er hon rýmd? Er hann rýmdur? Er hann beint nú komin aftur til tað lítla bálið, við blóði á hondunum, eftir at hava jarðað Coru úti í náttini onkustaðni? Tað er mín vón, at ein heil út­gáva við Drowned Session og fleiri søgum av hesum slag kann geva mær eitt svar. Conversation With Cora kom út tann 7. september á tí føroyska plátuforlagnum Tutl, annars finnur tú Drowned Session á Facebook. Ein kann eisini fáa fatur á plátuni m.a. á iTunes ella Spotify Ferðin móti deyðanum Ein goymd perla Lýsingar fanga tíðarandan Ummæli av útgávuni Conversations With Cora hjá bólkinum Drowned Session, sum Atli Brix Kamban stovnaði í 2012. Ummælið stóð á GFRock www.gfrock.dk mynd: Sebastian Niepoort Einfaldur boðskapur um vinskap í andróðri Sangirnir á seinastu útgávuni hjá Hallur Joensen hava verið nógv at hoyrt – í øll­um førum fleiri av teim­um – og duettin við Bellamy- beiggjarnar, Send Me A Letter Amanda, hevur verið eitt veruligt hitt. Men á fløguni eru fleiri aðrir frálíkir sangir, og ein av teimum, sum kanska er dottin eitt sindur niðurímillum, er duettin millum Hallur og Bobby Bare. Sangurin kallast Somewhere To Go, og teksturin hevur ein einfaldan boð­skap um at hava ein góðan vin at fara til, tá ið ástendur í lívinum. Jákup Zachariasen gjørdi lagið og setti kósina fyri tekstin, og í Nashville tók Woody Wright ímóti og skrivaði ein góðan og snøggan tekst við kladduni hjá Jákupi. Úrs­litið var ein lítil perla, ein fittur og popputur countrysangur, sum Hallur og Bobby liva seg væl inn í. Ser­ liga hugtakandi er tað at hoyra tann 78 ára gamla mannin, sum hevur livað eitt langt lív, tulka orð­ini um týdningin av vinskapi í and­róðri og framføra sangin saman við tí yngra manninum. Nú heystið er komið yvir okkum, er tað upplagt at leita sangin Somewhere To Go fram og lurta eftir honum hetta vikuskiftið. Vit hava biðið Birgir Kruse við­mæla tríggjar bøkur frá størstu norður­lendsku bóka­messuni, Bok & Bibliotek, sum júst hevur verið í Gøteborg Ilt er at velja bara tríggjar bøkur burturúr, men at ein djúpt per­són­ligur bloggur hjá einum deyða­sjúkum manni fyrst kann fáa fasta­ tøkur á milliónum av lesarum, og síðani kann blíva til eina bók, sum eitt av stóru forløgunum í Svøríki vil geva út, er allan vegin hug­tak­ andi. Talan er um Kristian Gidlund, sum spældi trummur í bólkinum Sugarplum Fary og doyði 29 ára gamal av krabbameini, 17. sep­ tember í ár. Henda dag skrivaði hann á bloggin: »Vid vägens slut. Så föll ett långsamt regn genom trädgården. Och jag gick ut för att stilla en oövervinnerlig törst«. Nú er allur bloggurin komin út í bók við sama heitinum, sum bloggurin: »I kroppen min – resan mot livets slut och altings borjan.« Ein onnur svensk bók er á for­ lagnum Bonnier, sum í skakandi stillføri setur spurnartekin við søguskriving og hvør sleppur til orðanna at skriva søgu í okkara tíð. Tað er pólsk-svenski lærarin í Täby, Julian Better, sum 75 ára gamal fyri fyrstu ferð sigur søguna um, hvussu hann var borin í heim í Butyrkafangaleguni í Moskva fyri jól í 1937, eftir at pápin varð myrdur av yvir­gangs­ felagsskapinum hjá Stalin, NKVD. Foreldrini vóru pólsk-jødiskir kommunistar, sum flýddu undan Hitler til Sovjettsamveldið í 1930’unum. Mamman og ný­føddi sonurin, Julian Better, vórðu flutt burtur til landslutin Komi har norðuri við Uralfjøllini, men eitt ára gamal varð sonurin tikin frá mammuni og sendur á barna­ heim, ella rættari fangalegu fyri børn, sum sagt verður frá um í søguni »Jag var barn i Gulag«. Ein ljótur kapittul í Russisku søguni, sum Martin Kaunitz frá Bonnier forlagnum legði fram. Triðja bókin, eg vil nevna, er ein norðurlendsk verkætlan í Grøn­landi, har 10 ungfólk í aldr­ inum 15-25 ár siga teirra søgu um at vera ung har í landinum beint nú. Her eru søgur, ið beint fram siga frá um at vaksa upp í vána sosialum korum, at koma gjøgn­um dagin við at skera í seg sjálvan og um at vera drigin at einum av sama kyni. Ungu høvundar­nir eru vinnarar í eini stutt­søgu­kapping, sum NAPA og forlagið Milik hjá Lene Therkildsen (myndin) skipaðu fyri. Heitið á savninum er »Inuusuttut – nunatsinni nunarsuarmilu / Ung i Grønland – ung i verden«. Í smátingsdeildini var eitt hefti, sum triðja kona Carl Bildts, italska sangarinnan og evropa­ parlamentslimurin, Anna Maria Corazza Bildt, gav út undir heit­inum »Jag gör skillnad«. Jú, enn ger skrivaða orðið mun. Eisini á heimsins størstu norður­lendsku bókamessu. Einki fangar tíðar­ andan í einum sam­felag betur enn lýs­ingar. Vilt tú læra eitt nýtt land ella eitt nýtt sam­felag skjótt at kenna, hygg so at lokalu lýsingunum, og tú verður skjótt klókari. Hvat siga so gamlar føroyskar lýsingar um, hvussu okkara hugburður, lívsstílur, brúkara­vanar og samfelagsnormar eru broyttir síðstu øldina? Eiler Fagraklett er lýsingar­ser­ frøðingur og formaður í felag­ num Føroysk Marknaðarfólk, og mána­kvøldið kl. 19.30 heldur hann fyrilestur um evnið á Føroya Fólkaháskúla í Havn. myndIR: Birkblog