hósdagur 3. oktober 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 114 · 4. oktober 2013
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Framúr gott handverk.
Tað er nakað av tí fyrsta,
eg hugsi eftir at hava
hoyrt hesa 7” stakfløguna
nakrar ferðir. Ikki handverk
í teirri merking, at hetta ikki er
list, men handverk í teirri góðu,
gomlu útgávuni, har eitt verk er
loyst úr lagdi við hondunum, orka,
sál og stoltleiki eru løgd í arbeiðið
og framleiðsluna – og tú følir tað.
Drowned Session arbeiðir við einum
sera varligum og minimalistiskum
ljóði, stílurin er undirspældur, og
tað sterka drama, sum tær báðar
skeringarnar fata um, verður ikki
pallsett við ógvisligum rørslum,
men á ein hátt, sum er darrandi
intensur, doyvdur og sakligur.
Undir tí hami av kvirrari midnáttar-
americana, sum Drowned Session
leggur fram, anir ein glóð.
Hvørki tónleikurin ella ljómliðið,
við fýra luttakarum, tykist gera
nógv hóvastak burtur úr sær,
fyrstu ferð ein hoyrir plátuna.
Men tú skalt ikki hoyra hana
ofta, so letur ein størri heimur
seg upp. Tónleikurin er varliga
orkestreraður, í ljóðmyndini hava
banjo og mandolin yvirvágina,
men ikki »front porch redneck
banjo«, ljóðførið slær á ein nógv
sorgblídnari og meira langtandi
tóna, og sorgblídni og longsul
seta sín dám á bæði løgini,
»Conversation with Cora« og
»The Man Who Came Back«.
Sangurin, sum plátan eitur eftir,
letur upp við banjo í miðjuni og
mælskast, hon sveimar spakuliga í
ring rurandi, meðan hini ljóðførini
so við við koma uppí. Tónleikur
til norðurlendskar nætur, við
hesum setningi verður bólkurin
Drowned Session umrøddur, men
sjálvur haldi eg, at hetta líka so
nógv er ljóðið frá eini myrkari
amerikanskari preriunátt um tað
lítla bálið. Í myrkrinum beint uttan
fyri bálglæmuna lúra slangurnar. Tí
dramatikkur og ein farri av óhugna
dvølja yvir sangunum hjá Drowned
Session, sum uttaná tykjast so
sinniligir. Gjøgnum Conversation
With Cora streymar eitt ólýsiligt,
skelvandi og órógvandi huglag.
You have a mean streak inside
I should have known
when I first met you
You only think of yourself,
you´re completely hollow
syngur oddvitin Atli Brix Kamban,
við eini rødd, sum minnir um ein
heldur syrgnan Nick Cave, ikki
rættiliga so djúp, men hvøss og eitt
sindur skroypiligari. Yvir røddini er
okkurt heitt, innbjóðandi, lokkandi
og kølið og eyðkent. Eyðkent
av missi? Tað inniliga í lagnum
dýpist og tað dramatiska verður
sjónskari, ongantíð ovrásið ella
melodramatiskt, men við dámi av
sorgblídni og anandi friðloysi.
Why did you even
knock on my door?
Do you even know what
you are dealing with?
Don´t even try to walk
out that door.
Spenningurin og ein blandingur av
óhugna og kvirrum vónloysi liggja
í slys beint undir yvirflatuni á tí
elegant framførda tónleikinum.
Hesin torføri kærleikin ... í hesum
føri berst tað mær fyri, at okkara
frásøgumaður hevur samband við
onkra prostitueraða? Hetta hevur
í grundini ongan týdning fyri at
uppliva lagið, og stemningin sum
Um bálið eina
dapra preriunátt
Tá samskifti skapar ótryggleika
Mjørkadalsmaður í taxa
Jógvan syngur Bee Gees
Drowned Session er ein
dansk-føroyskur folk-rock
bólkur, við eini ljóðmynd, ið
kann lýsast sum americana
av tamdum og autentiskum
slag. Conversations With
Cora er ein stutt útgáva við
bara tveimum løgum – men
afturfyri er støðið høgt
Almenna rúmið er við sosialu
miðlunum flutt inn í privatlívið
Bornholmari sigur søgur
um taxakoyring í Havn
Heimsins mætastu
hittmakarar verða
tulkaðir í Íslandi
»Hvønn hon skrivar við, veit hon.
Hann veit einki, hann fekk gron.«
Soleiðis syngur Uni Arge í
nýggja sanginum, hann hevur
sent í umferð. Sangurin kallast
»Vangamyndir« og snýr seg
um støðuna hjá einum pari,
sum upplivir, at almenna rúmið
er flutt inn í privatlívið við
sosialu miðlunum. Kvinnan
reikar á netinum, og maðurin
fer út at reika, tí hann veit
sær onki betri at gera.
– Tað kundi verið øvugt, og
soleiðis lýsir sangurin dagsins
trivialitetir og ótryggleika,
sum økta samskiftið kann
hava við sær, sigur Uni.
»Soleiðis fara kvøldini – hvørva
øll í rúmdini,« ljóðar ein regla.
– Sangurin byrjaði sum ein
skemtisangur um atferðina á
netinum í dag. Ætlaði bara at
hava hann fyri meg sjálvan. So
spældi eg hann á onkrum smærri
konsertum, og nógv nikkaðu
smílandi at søguni. Vit spældu
hann so bara inn, og nú er hann
úti. Hann melur um tríggjar
akkordir og er vist eitt sindur
tragikomiskur, sigur Uni Arge.
Fyri umleið 40 árum síðani kom
Niels F. Kofod, sum er ættaður av
Bornholm, til Føroya at arbeiða í
Mjørkadali. Hann tók eisini á seg
taxakoyring í Havnini, og í nýggjari
bók, ið er í tveimum bindum,
greiðir hann hugfarsliga frá um
arbeiðið sum hýruvognsførari.
»Taxamissioner i Torshavn
1975-1994« kallast útgávan,
sum er at fáa í bókahandlum.
– Tá í tíðini hugsaði eg als
ikki um, at eg skuldi fara at geva
eina bók út um mínar uppliv
ingar. Tað kom seinni. Eg hevði
nógvar stuttligar og øðrvísi
upplivingar sum taxaførari, og
eftir ein arbeiðsdag skrivaði
eg upplivingarnar niður. Tað
gjørdi eg í meira enn 15 ár,
greiðir Niels F. Kofod frá.
– Tá eg fyri seks árum síðani
fór á eftirløn, fór eg at lesa til
farið ígjøgnum og helt, at tað
var sera áhugavert, og tí hugsaði
eg at geva tað út, sigur hann.
Niels F. Kofod hevur lagt seg
eftir at halda tagnarskylduna
fyri ikki at útstilla nakran. Tó
eru nakrir kendir almennir per
sónar nevndir í samband við tær
ymisku upplivingarnar, Niels
hevði sum hýruvognsførari.
– Bee Gees skrivaðu, sungu og
spældu óteljandi sangir, og teir
eru millum mest seljandi bólkar í
tónleikasøguni. Tað er spennandi
at sleppa at tulka nakrar av hesum
sangum á palli, sigur Jógvan
Hansen, sum verður við í Bee Gees
showi í Íslandi komandi tíðina.
Umframt Jógvan Hansen
verða eisini Fríðrik Ómar, Jóhanna
Guðrún, Pétur Ørn Guðmundsson,
og Matthías Matthíasson við sum
sangarar, og afturat teimum er
tónleikabólkur við 9 tónleikarum.
Fyrsta framførslan verður í
Háskólabio
í Reykjavík
leygarkvøldið
12. oktober.
Í fyrstu
syftu er bert
hendan eina
framførslan á
skrá í Reykjavík, men helst verða
onkrar framførslur afturat, tá
ið showið er komið í gongd. 26.
oktober verður Bee Gees showið
framført í HOF á Akureyri.
Jógvan og hini fara at framføra
20 av størstu hittunum hjá Bee
Gees, sum eru ein av mest seljandi
bólkunum í tónleikasøguni.
Sangir sum To Love Somebody,
Tragedy, How Deep Is Your
Love og Islands In The Stream
verða framførdir hesi kvøldini.
LURTA
UPPLIV
LES