hósdagur 13. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fa. Billutir í Kollafirði,
sum selur allar eykalut-
ir til bilar, hava fleiri
ferðir skipað fyri kunn-
ingartúrum uttanlands
saman við sínum kund-
um. Fríggjadagin 23.
apríl fór eitt ferðalag til
Danmarkar, har teir m.
a. vitjaðu ein av størstu
bilupphøggarunum har
BILUPPHØGG
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Fa. Billutir
Endamálið við ferðini var at
fylgja mannagongdini frá tí at
ein bilur kemur til upphøgg-
ingar, til hann so at siga ligg-
ur á hillunum, serliga við at-
liti til umhvørvisvernd, sigur
Petur Martin Johansen frá Fa.
Billutir, ið var ferðaleiðari á
túrinum.
Í Danmark eru yvir 100
ymiskir bilupphøggarar og
sera strong umhvørviskrøv
verða sett til teir, tá bilarnir
verða høgdir upp, serliga við-
víkjandi bensin, olju, bremsi-
vesku, akkumulatorum o.l. Tá
t. d. airbag-skipanir verða
tiknar úr bilunum, verða lutir-
nar
av
trygdarorsøkum
goymdar í avlæstum rúmum.
Føroyska ferðalagið vitjaði
Midtjysk Autoophug í Ikast
og bleiv væl kunnað um
hvussu upphøggarar arbeiða.
Umleið 50 danskir upphøgg-
arar eru við í felags telduskip-
anini, Autoophuggernes Dat-
alager, har teir kunnu síggja
hvat aðrir hava á goymslu.
Endamálið við hesi skipan er,
at um ein upphøggari ikki
hevur ein ávísan eykalut, sum
kundin spyr eftir, kann hann
beinanvegin síggja um onkur
annar upphøggari hevur eyka-
lutin og soleiðis hjálpa kund-
anum.
Midtjysk Autoophug A/S í
Ikast er ein av størstu upp-
høggarum
av
bilum
í
Danmark. 25 starvsfólk eru í
fyritøkuni, sum eisini hevur
eina deild í Holstebro. Teir
levera brúktar eykalutir til øll
bilmerkir. Fyritøkan er ISO
14001 góðkend, sum bleiv
eitt lógarkrav 1. juli 2000.
Petur Martin Johansen, frá
Fa. Billutum, sigur, at størsti
fyrimunurin við at keypa frá
upphøggarum er prísurin,
kundin kann spara upp til 50
prosent, ella meira av hvat ein
nýggjur eykalutur kostar.
Við í føroyska ferðalagnum
vóru 10 mans frá ymiskum
føroyskum fyritøkum, sum
eisini royndu seg sum go-kart
koyrar og vóru túrar við
sveimflogfari.
Fa. Billutir, Kollafjørður:
Kundin sparir 50 prosent ella meira
Vitjan á Midtjysk Autoophug, sum eru limir í Autoophuggernes Datalager. Aftara rað f.v. Judy Thomsen, eigar av fyritøkuni, og Kristian
Knudsen, leiðari, Jakku Guttesen, frá Bilasøluni v.Øssur Johannesen, Otto Andreasen, frá P/F Meinhardt Arge, Magnus Magnussen, frá
El-Mek, Tummas Vilhelm, frá P/F Meinhardt Arge, John Hendrik Poulsen, frá Bil-Maskinverkstaðnum á Sandi, Dánjal Jákup Joensen, frá
Bilverkstaðnum v.John Heinesen, Paw Kristensen, frá Midtjysk Autoophug, og Karl Sofus Heimistovu, frá Bilbon í Klaksvík. Fremra rað
f.v. Magni Djurhuus, frá Berg Motors, Tórmóður Dalsgaard, frá Bil-Maskinverkstaðnum á Sandi, Petur Martin Johansen og Sune
Berglind, frá Fa. Billutir
Hoyvíksvegur 53 · Tel 35 12 20
team85
Ljóð til bilin ...
Ljóð til bilin ...
Mono forsterkari · 1 x 1600 Watt v. 2 ohm ·
25 cm subwoofari til innb.
Kontant 3.795,-
· Max. effekt: 1.100 Watt/88 dB
Kontant 795,-
-
æ
MP3 · 4 volt pre-out
x
Watt
Kontant 5.595,-
Bilradio v. CD avsp lara
7/band equalizer · 4 52
á
16x24 cm · 4-vegis 250
Max. effekt: 93 dB/W/m
Kontant 895,-
Bilh talari
Watt
Radio við FM/LB/MB og CD-avspælara, ið spælir MP3-fløgur.
Hav eina heila tónleika-samling á MP3-fløgu og lat forsterkaran,
ið gevur 4x50
Kontant 2.695,-
Watt, endurgeva tað góðu ljóðgóðskuna
21
Sp/f
Koyrikortið
varð
stovnað í 1995 av Hans J.
Hermansen í Havn. Fyri-
tøkan arbeiðir fram ímóti
eini fullfíggjaðari koyri-
tøkniligari miðstøð fyri
allan flutning við t.d. hálk-
ubreyt við grulvigarði,
sum er eitt afturlatið øki,
har næmingarnir trygt
kunnu læra seg at koyra.
Endamálið er, at tú
kanst fáa alla útbúgving
viðvíkjandi koyrifrálæru í
Føroyum
Sum er fært tú koyrikort
til motorsúkklu, persónbil,
lastbil, trailara, buss og
hestaflutning. Skúlin veitir
eisini vinnulig koyrikort
til persónbil, buss og
krana og gevur loyvi til
trukk.
Arbeitt verður fram í-
móti at kunna lata koyri-
kort til stórar kranar og til
koyring við vandamiklum
evnum.
Seks fólk eru í dag knýtt
at fyritøkuni, sum heldur
til í Slættanesgøtu 5.
Hans J. Hermansen, Sp/f Koyrikortið:
Málið er ein koyri-
tøknilig miðstøð
Hans J. Hermansen eigur og rekur Sp/f Koyrikortið, sum arbeiðir fram ímoti eini
fullfíggjaðari koyritøkniligari miðstøð fyri allan flutning
Petur Martin Johansen, stjóri
í firma Billutum í Kollafirði á
veg upp at sveima í
sveimiflogfari í Jyllandi
Ein Nissan Micra á veg til upphøggingar á Midtjysk Autoophug í Ikast
Midtjysk Autoophug í Ikast er ein av størstu upphøggarum av bilum í Danmark