hósdagur 13. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 90 - 13. mai 2004
Tað er stórt sannlíki
fyri, at eitt av teimum
trimum, sum
framvegis kappast um
DM, í kvøld fer at
verða lorað burtur úr
kappingini
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Brúðarvígslan í morgin er
ivaleyst størsta samrøðu-
evnið í Danmark í løtuni.
Men tað verður eisini tosað
og skrivað nógv um fótbólt.
Ikki minst í dag nú fjórði
síðsta umfarið er á skránni.
Oddaliðið Esbjerg fer í
kvøld at spæla á útivølli í
Herfølge, har heimaliðið
hevur brúk fyri at fáa stig
burturúr, um teir ikki skulu
detta niður um strikuna.
Esbjerg verður sjálvsagt
roknað at vera favorittur at
vinna í Herfølge. Meiri
spennandi er tað, hvussu
tað fer at tørna út í Parkini,
har FCK fer at taka ímóti
Brøndby. Hóast tað fram-
vegis verða trý umfør eftir
at spæla, tá ið dystirnir í
kvøld vera loknir, so verður
tað mett lítið at ivast í, at
taparin í Parkini í kvøld fer
at hava sera smáar møgu-
leikar at vinna DM. FCK
og Brøndby hava bæði 58
stig, meðan Esbjerg hevur
59 stig. Øll tey fjøruti tús-
und atgongumerkini til
setrini í Parkini í kvøld eru
útseld fyri langari tíð síð-
ani.
Í miðlunum verður mett,
at FCK er favorittur at
vinna, og tað verður mett at
vera lítið sannlíkt, at tað
ikki fara at verða skorað
mál. Hvørja ferð hesi bæði
liðini hava dystast síðani í
1992, hava tað verið skorað
mál.
At miðlarnir rokna við, at
FCK fer at vinna, grunda
teir á hagtølini og á gongd-
ina higartil í vár. Brøndby
hevur ikki vunnið á FCK
síðani 6. september í 2001,
og teir hava ikki vunnið í
Parkini síðani í mai í 1998
ella fyri seks árum síðani.
Hagtølini, sum tala ímóti
FCK sigri, eru tey hjá Toda
og teimum á heimavølli. Í
hesum
kappingarárinum
hevur FCK bara fingið 25
av 45 møguligum stigum í
Parkini.
Eins deyð er annars
breyð, plagar at verða tikið
til. Møguleikarnir hjá Toda
Jónsson at sleppa framat í
endaspurtinum í superlig-
uni eru ikki vornir minni,
eftir at tað mánadagin varð
greitt, at Zuma ikki verður
førur fyri at spæla í kvøld
og kanska als ikki verður
førur fyri at spæla tær báðar
vikurnar, sum eru eftir at
hesum kappingarárinum.
Torførur setningur
Tá
avbjóðingarnar
hjá
teimum trimum oddaliðun-
um verða sammettar, so er
lítil ivi um, at FCK eigur
størstu
uppgávurnar
á.
Sunnudagin
skulu
teir
spæla í Esbjerg, og aftaná
steypafinaluna ímóti AaB,
skulu teir spæla á heima-
vølli ímóti AaB og á úti-
vølli ímóti FCN.
Esbjerg skal í kvøld
spæla í Herfølge og sunnu-
dagin á heimavølli ímóti
FCK. Í tveimum teimum
síðstu umførunum skulu
teir spæla á útivølli ímóti
FCM (hetta verður rokn-
aður sum sera torførur
dystur) og á heimavølli
ímóti Frem.
Umframt í Parkini í
kvøld skal Brøndby spæla á
heimavølli ímóti FCM, á
útivølli ímóti Frem og á
heimavølli ímóti AB. Um
Brøndby fer at megna at
vinna í kvøld, og um Es-
bjerg ikki fær fult í einum
av sínum dystum, so fer tað
at síggja rættuliga væl út
hjá Brøndby, sum á pappír-
inum eigur lættar uppgávur
í síðstu umførunum.
Nógv í kassanum
Áhugin fyri superliguni
økist við stórari ferð í Dan-
mark. Hetta kemst eitt nú
av, at TV3, TV3+ og Viasat
sport gera nógv burturúr
fótbóltinum.
Í kvøld ella rættari longu
seinnapartin í dag fer TV3+
at spreingja øll mørk. Teir
fara at senda frá fótbólti
longu klokkan fýra seinna-
partin, og teir fara ikki at
helma í aftur fyrrenn
klokkan hálvgum ellivu í
kvøld. Beinleiðis frásøgn
verður frá lokalbrakinum í
Parkini. Har fer bólturin á
rull klokkan sjey.
Birgir Joensen, sum
er liðskipari hjá FS
Vágum, væntar ikki,
at broytta framtiíðin
fer at ávirka
leikararnar nakað
serligt í ár
FS VÁGAR
Jákup Mørk
Tað var ein heldur skakkur
liðskipari hjá FS Vágum,
sum í gjár varð uppringdur
av nevndini hjá felagsliðn-
um.
– Eg varð ringdur upp um
hálvgum sjey tíðina, og
fekk at vita, at MB hevði
tikið seg úr samstarvinum
við FS. Eg visti so ikki
nakað sum helst um hetta,
men sum eg havi skilt tað,
so var kanska onkrir aðrir,
sum høvdu varhugan av tí,
sigur Birgir Joensen.
Og Birgir tykist eisini
vera skjótur at staðfesta, at
fyri sær tykist tað sera
løgið, at samstarvið so
brádliga skal slitna, uttan at
partarnir í málinum eru
kunnaðir um tað.
Avrikini verða óbroytt
Enn eru tó í minsta lagi 16
dystir eftir at leika, áðrenn
kappingarárið er liðugt, og
fram til hetta, so skulu leik-
ararnir í FS Vágum stríðast
saman. Líka mikið um hes-
ir eru úr Miðvági, Sanda-
vági ella sum hjá Birgir, úr
Sørvági.
Roknar tú ikki við, at
hetta kann gerast nakað,
sum fer at ávirka liðið
negativt?
– Nei. Tað haldi eg ikki.
Sjálvandi vita leikararnir
nú av, at umstøðurnar í
framtíðini verða broyttar.
Tað er sjálvandi óheppið í
sjálvum sær, men eg rokni
tó ikki við, at hetta fer at
ávirka spælið. Har rokni eg
við, at vit framhaldandi
fara at stríðast eins væl,
sigur hann.
Men eftir kappingina
skulu tit so leika innanhýsis
um, hvar ávíkavist MB og
SÍF skulu spæla. Verður tað
ikki ein margháttlig støða,
og hvussu fert tú sum
liðskipari og sørvingur at
fyrihalda teg í hesum?
– Eg kann so bara siga
tað, at eg fari so aldrin at
stuðla MB í einum slíkum
dysti. Eg dugi snøgt sagt
ikki at síggja, hvussu MB
nakran tíð skal megna nak-
að einsamalt, er kontanta
svarið frá liðskiparanum til
hetta seinasta.
Tað skerst ikki burtur, at
ein fittur av teimum
mongu føroyingum, sum
búleikast niðri, eru sera
fótbóltshugaðir. Tí er
áhugin fyri brakinum í
Parkini sum vera man
stórur, og at føroyingar
so eiga part í FKC-liðn-
um, ger hann neyvan
minni.
Á føroyska náttklubb-
anum í danska høvuðs-
staðnum, Jacques, fara
tey eisini at syrgja fyri, at
so nógvir føroyingar sum
gjørligt fáa fylgt við
dystinum.
Sum vant, so verður
talan um upphiting til
brakið, og longu 16.30
lata dyrnar upp til hetta.
Hjá teimum, sum síðani
ætla sær í Parkina, er
møguleiki at taka buss
beinleiðis til Parkina, og
hevur tú einki atgongu-
merki, so er heldur ikki
at falla í fátt. Tey hava
nevnliga fingið fatur í
tveimum stórskíggjum,
soleiðis at øll væl og
virðiliga kunnu fylgja
við í tí, sum fyriferst, og
eftir dystin standa dyrnar
framvegis opnar, so eis-
ini tá verður talan vænt-
andi um nógv fótbólts-
prát á staðnum.
-jm
Upphiting
og stórskíggi
Í kvøld verður stóra uppgerðin
Lítil ivi er um, at Parkin aftur hesaferð verður stúgvandi full. Og tað sama verður helst galdandi fyri sofurnar framman fyri hópin
av sjónvarpsskíggjum
Liðskiparin visti einki
- Eg rokni ikki við, at hetta fer at ávirka spælið. Har rokni eg
við, at vit framhaldandi fara at stríðast eins væl, sigur
liðskiparin hjá FS Vágum, Birgir Joensen
C
M
Y
K
20
Nr. 90 - 13. mai 2004
21
Føroyski landsliðs-
venjarin, Henrik Lar-
sen, er ósamdur við
teimum, sum í blað-
num í gjár bóru fram,
at landsliðsvenjarin
og hjálparvenjari
hansara einki grund-
arlag havi fyri lands-
liðsúttøkunum
LANDSLIÐIÐ
Terji Nielsen,
terji@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár vóru røddir
frammi, sum settu spurnar-
tekin við grundarlagi hjá
landsliðsvenjaranum Hen-
rik Larsen og hjálparvenj-
ara hansara Jógvan Martin
Olsen fyri at taka út teir
bestu leikararnar til før-
oyska landsliðið. Danski
høvuðsvenjarin sigur tó, at
eftir hansara tykki er hetta
ikki nakar trupulleiki.
Meiningarnar
eru nógvar
Henrik Larsen sigur, at
allastaðnis í heiminum eru
tað túsundtals meiningar
um, hvussu eitt fótbóltslið
stendur seg best. At fólk
halda tað verða skeivt, so-
leiðis sum skipanin við
venjaraparinum er í løtuni,
hevur hann sum so ikki
nakrar serligar viðmerking-
ar til, tí tað er soleiðis, at
Fótbóltsamband
Føroya
hevur valt at arbeiða.
Stóri danin sær tað ikki
sum nakran trupulleika, at
hjálparvenjarin,
Jógvan
Martin Olsen, eisini er
venjari hjá einum føroysk-
um 1. deildarfelagi. Eg
haldi, at tað er í lagi, at Jóg-
van Martin er venjari hjá
NSÍ, tí tað eru so fá feløg
og leikarar í Føroyum, at
hann saktans fær hildið
eyga við landsliðsleikarum
javnan, millum annað tá ið
teir leika móti NSÍ, sigur
Henrik Larsen. Somuleiðis
sigur landsliðsvenjarin, at
eftir hansara tykki er Jóg-
van Martin ein so dugnalig-
ur venjari, ið hevur sera
stórt innlit í føroyskan fót-
bólt og føroyskar leikarar,
at hann er sera væl skikkað-
ur sum hjálparvenjari á
landsliðnum.
At Henrik Larsen ikki
sær nóg nógv til føroyskan
fótbólt, er landsliðsvenjarin
heldur ikki samdur í. Hann
sigur, at hóast kappingin
ikki er meiri enn byrjað, so
hevur hann longu sæð tey
allarflestu landsliðsevnini í
ár og vísir á, at hann hevur
heilt nógvar ferðir í Føroy-
um síðani vetrarsteðgin.
Hvussu ofta hann hevur
verið, dugir Henrik Larsen
tó ikki at siga, men tað man
tátta í tíggju ferðir seinastu
tríggjar mánaðirnar. Tískil
metir hann seg sjálvan
verða rímuliga væl fyri,
hvat viðvíkur gongdini hjá
teimum einstøku spælarun-
um.
Hevði fund við venj-
arar í vikuskiftinum
So seint sum undanfarna
vikuskifti var Henrik Lar-
sen í Føroyum og hugdi eft-
ir dystum í steypakapping-
ini. Eisini var ein fundur
hildin við venjararnar hjá
teimum føroysku 1. deild-
arfeløgunum,
men
her
harmast landsliðsvenjarin
um, at tað einans vóru 6 av
teimum 10 venjarunum, ið
møttu upp til fundin. Á
fundinum vóru venjararnir
hjá teimum ymisku feløg-
unum kunnaðir um, hvørjir
leikarar í løtuni eru inni í
myndini til landsliðið, og
hvørjir eru á væl á veg.
At tað altíð eru teir somu
leikararnir, ið verða úttikn-
ir, er Henrik Larsen heldur
ikki samdur í. Hann sigur,
at sjálvsagt er ein stamma á
liðnum, men útskiftingar
eru eisini í hópinum. Vit
arbeiða við einum brutto-
hópi upp á okkurt 35 leik-
arar, men undan hvørjum
einkultum dysti úttaka vit
teir 18 leikarar, ið vit meta
kunnu gera tað best fyri
føroyskan fótbólt bæði í
løtuni og í framtíðini, sigur
Henrik Larsen. At vit hava
henda bruttohóp, merkir tó
ikki, at aðrir leikarar ikki
eru inni í myndini, tí tað
eru heilt nógvir leikarar
upp á tal, sigur hann. Sjálv-
ur heldur Henrik Larsen, at
liðið og úrslitini seinastu
árini vísa, at føroyska
landsliðið er á rættari kós.
Gevur kanska FSF
okkurt at hugsa um
At fólk koma fram við sín-
um hugsanum, hevur før-
oyski
landsliðsvenjarin
einki ímóti. Hann sigur tað
verða í fínasta lagi, at tað
eru ymsar meiningar um
landsliðsarbeiðið, tí tað
vísir, at tað er áhugi fyri
føroyska landsliðnum.
Henrik Larsen sigur seg
ikki hava nakran trupul-
leika við at ferðast millum
Danmark og Føroyar, held-
ur enn at búsita seg her á
klettunum. Tó sigur hann,
at tað kanska er vert hjá
FSF at umhugsa, um teir
skulu seta tað sum krav,
næstu ferð ein landsliðs-
venjari verður settur, men
hetta er nakað, sum leiðslan
í FSF skal avgerða á einum
nevndarfundi, og sum eg
ikki skal blanda meg uppí,
sigur hann. Eg eri settur
undir nøkrum treytum, sum
FSF hevur ásett, og so
kunnu fólk verða samd ella
ósamd í teimum treytunum,
um tey vilja tað, sigur Hen-
rik Larsen.
Fyrireika seg til
Hollands-dystin
Næsta uppgávan hjá før-
oyska fótbóltslandsliðnum
er spennandi venjingardyst-
urin ímóti Hollandi, sum
verður leiktur í Sveiss tann
1. juni. Føroyski landsliðs-
venjarin sigur, at hópurin til
henda dyst verður úttikin
fyrst í næstu viku, men tað
er enn ógreitt, hvussu tað
verður við summum av úti-
setunum. Leikdagurin er
ikki UEFA-góðkendur leik-
dagur, og tí hava feløgini
ikki skyldu til at lata sínar
spælarar leysar til dystin.
Bæði í Danmark og í Ís-
landi verður spælt dagin
fyri sjálvan landsdystin, og
tí er ógreitt, hvussu verður
við eitt nú Julian Johnsson,
Hans Fróða Hansen, Fróða
Benjaminsen
og
Johan
Byrial Hansen, sigur Hen-
rik Larsen, sum tó vónar, at
leikararnir fáa frí, tí talan er
um ein sjáldsama áhuga-
verdan dyst, sum verður eitt
minni fyri allar leikararnar.
Okkara grundarlag er í lagi
Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen,
er ósamdur við teimum, sum halda, at
hann og hjálparvenjari hansara Jógvan
Martin Olsen ikki hava grundarlag fyri at
úttaka føroyska landsliðIð
Mynd: Álvur Haraldsen
21