Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 23 Við heimasíðu okkara hava vit tætt samband við kundarnar 24 tímar um samdøgrið hvønn dag í árinum, sigur Jónsvein Simonsen, deildarstjóri í Trygg- ingarfelagnum Føroyar, um heimasíðuna hjá tryggingini, ið hevur eina ørgrynni av møgu- leikum TRYGGING Tá fyritøkur seta sær fyri at satsa upp á eina heimasíðu, er umráðandi at gera tað við fullum huga - ella als ikki. Tryggingarfelagið Føroyar hevur valt tað fyrra við síni heimasíðu, sum í stóran mun nøktar allan tørv, ein vanligur tryggingartakari kann hava, tá hann umvegis internetið vil hava fatur í tryggingini. Sum heild eru tað nakrir táttir, ið eru afturvendandi á øllum framkomnum heima- síðum hjá tryggingarfeløg- um, og tann hjá Tryggingar- felagnum Føroyar lýkur væl og virðiliga allar hesar tættir. Tað ber til at rokna prís, bí- leggja tilboð, fáa kunning um produktið og útfylla skaða- fráboðan til mest vanligu skaðarnar. Harumframt hevur síðan aðra kunning og aðrar hentleikar, ið fáa tað veruliga at loysa seg hjá tryggingar- takarum at klikka seg inn á www.trygging.fo. Allir kundar hava fingið eitt kundanummar og loyni- orð frá tryggingini. Við hes- um letur internetið beinan- vegin upp fyri øllum teim persónligu møguleikunum á heimasíðuni, har ein kann síggja sínar tryggingar og nógv annað. Uppliving av øktari tænastu – Tá vit skuldu leggja heima- síðuna til rættis, settu vit okk- um fyri at fáa eina góða og nøktandi síðu, ið livdi upp til tað, ið krevjast kundi av okk- um - og eitt sindur aftrat, sig- ur Jónsvein Simonsen, deild- arstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar. – Úrslitið er, at vit kunnu brúka internetið sum eitt týð- andi amboð í gerandisdeg- num. Hetta gagnar samstarvi- num millum okkum og kund- arnar, ið kunnu fáa eina ein- falda, skjóta og greiða við- gerð í hvørjum einstøkum føri. Tryggingin gjørdi eina marknaðarkanning, ið vísti, at kundarnir ynsktu at fáa fleiri sjálvavgreiðslumøgu- leikar á internetinum, og út frá hesum var so dentur lagd- ur á at fáa heimasíðuna funk- tionella og lætta. Millum fyrimunirnar er so eisini, at starvsfólkini fáa betri stundir til meira virðis- skapandi uppgávur, av tí at minni tíð fer til rutinuupp- gávur, ið nú kunnu avgreiðast á heimasíðuni. – Fyri okkum hevur tað samstundis nógv at siga, at heimasíðan gevur kundunum eina uppliving av øktari tæn- astu, av tí at vit við heimasíð- uni fáa avgreitt nógv mál munandi skjótari, sigur Jón- svein Simonsen. – Við einari góðari heima- síðu, ið hevur stórt nyttuvirði, fáa vit eisini styrkt um fatan- ina av okkum sum trygging- arfelagið, ið gevur kundunum ein tryggleika. Og tá vit kunnu borðreiða við einari nýggjari heimasíðu við spennandi møguleikum og hentleikum, styrkir tað eisini um myndina av okkum sum eitt tryggingarfelag, ið appel- erar til tey yngru. Jónsvein sigur, at ætlanin er ikki at steðga her, tí arbeitt verður alla somlu tíðina við at menna og betra heimasíðuna. – Tað næsta hjá okkum verður at styrkja um tænast- una, tá talan er um tryggingar til vinnulívið og sjólívið, um- framt at fólk kunnu síggja kontoavrit á síðuni, sigur hann. – Alla tíðina eru nýggjar avbjóðingar og nýggjar tæn- astur, vit kanna gjøllari, so vit framhaldandi kunnu hava eina góða heimasíðu. Hava satsað rætt Royndirnar higartil við bil- fíggingini hava víst, at heim- asíðan hjá Tryggingarfelag- num Føroyar er sera væl mót- tikin av bæði bilkundum og bilasølunum, sum vegna kundarnar avgreiða bil- fígging, biltrygging og annað um eina leið á www.trygging.fo, tá onkur kemur at keypa bil. – Bileigarar kunnu fáa av- greitt bilkeyp, bilfígging og trygging samstundis. Bara tað gevur eina skjóta av- greiðslu, ið ger tað lættari at fáa eitt bilkeyp avgreitt, enn tað var frammanundan, sigur Jónsvein Simonsen. – Hetta er alt grunda á ein- faldni, so talan er um einfald- ar lánitreytir og bíligastu fígging, umframt einfalda tekning av trygging. Lættari fær tað ikki verið - enntá fyri allar partar. Eisini bilasølurnar, ið um- sita alt hetta úti hjá sær sjálv- um, kunnu á lættan hátt bjóða sínum kundum ein samlaðan pakka. Vegna kundan kunnu sølumenninir á bilasølunum um heimasíðuna søkja um bilfígging og tekna trygging. Jónsvein Simonsen sigur, at Tryggingarfelagið Føroyar eisini hevur fingið góðar aft- urmeldingar frá sínum kund- um, ið eru sera fegnir um nýggju møguleikarnar og styrktu tænastuna við heima- síðuni. – Og so eru tað eisini okk- ara egnu starvsfólk, ið eru fegin um teir lættar, heima- síðan hevur skapt í gerandis- degnum. Vit hava sjálvandi satsa við heimasíðuni, men higartil hevur alt peikað á, at vit eisini hava satsað rætt, sigur hann. Tryggingarfelagið Før- oyar hevur síðstu árini veitt føroyskum bileig- arum ta tænastu, at bæði fígging og trygg- ing til bilin kann verða avgreidd í eini hand- avend á bilasøluni. Hetta verður gjørt um- vegis online-telduskip- anina hjá tryggingini, so lániskjal og alt er klárt eftir bara tveim- um tímum TRYGGING/FÍGGING Síðani nýggja tænastan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar fór av bakkastokki, hevur tað verið eitt spæl at keypt sær nýggjan bil - soleiðis at skilja, at eitt bilkeyp kann av- greiðast skjótt og væl, uttan at nýggi bileigarin skal renna frá Peri til Pól at fáa tingini upp á pláss. Tilsamans hevur tryggingin avtalu við 13 bilasølur, sum allar umvegis online-skipan- ina hjá Tryggingarfelagnum Føroyar kunnu avgreiða um- sóknir um bilfígging og tekna trygging. Talan er um eina sera ein- falda tænastu, ið vendir sær til øll, ið ogna sær ein bil - ó- ansæð um tað snýr seg um ein nýggjan ella brúktan bil. Harumframt hava vit bíliga biltrygging at bjóða, og tí kann kundin gera øll síni ør- indi á einum stað, tá hann keypir bilin, sigur Petur Elias Petersen, ið hevur ábyrgdina av bilfíggingini hjá Trygging- arfelagnum Føroyar um hendi. – Óneyðugt er at gera sær onnur ørindi enn at fara á bil- asøluna, tí har ber til at fáa øll viðurskiftini avgreidd undir einum. Tú kanst velja tær ein bil og samstundis fáa hann fíggjaðan og tryggjaðan á einum og sama stað. Ómaksleys heildarloysn Henda ómaksleysa heildar- loysnin gongur í stuttum út uppá, at kundin fær fígging- ina á bilasøluni, skjóta av- greiðslu og einfaldar láni- treytir. – Tá tú keypir ein bil við okkara fígging, skalt tú geva bilaseljaranum upplýsingar um navn, bústað og føðingar- dag, sum bilaseljarin so send- ir okkum umvegis eina on- line-telduskipan, greiðir Pet- ur Elias Petersen frá. – Hetta gongur skjótt fyri seg, tí vanliga avgreiða vit lánið innan tveir tímar. Tað tekur vanliga eitt sindur longri hjá bilasøluni at gera bilin kláran, men tá tú fært hann, er alt liðugt og avgreitt. Her er einki hóvasták. Við nýggju bilfíggingini ber til hjá bilkeypara at fáa um 75 prosent av kostnaði- num fíggjaðan, og lánsupp- hæddirnar minka so samsvar- andi aldrinum á bilinum. Altíð lægstu rentu Tá Tryggingarfelagið Føroyar fyri skjótt trimum árum síð- ani fór undir at fíggja bilar, var hetta eitt nýtt virkisøki hjá tryggingini, sum framm- anundan hevði fingist við tryggingar, umframt lán til kommunur, heil- og hálval- mennar stovnar, partabrøv, virðisbrøv o.t. Men royndirnar higartil vísa, at føroyskir bileigarar hava tikið sera væl ímóti hesi bilfíggingini, ið eisini hevur havt ávirkan á aðrar bilfígg- ingar í landinum. – Vit løgdu út við einari rentu, sum var 7,25 prosent og væl lægri enn billánsrent- an hjá hinum fíggingarstovn- unum. Síðani hava teir lækk- að sína rentu, umframt at vit aftur hava lækkað okkara, so vit alla tíðina kunnu geva ta bíligastu fíggingina, sigur Petur Elias Petersen. Í løtuni er rentan 6 prosent um árið, og tað er sama renta fyri øll billánini, óansæð um talan er um nýggjan ella brúktan bil. So øll kunnu njóta sama fyrimun við hesi skipan. www.trygging.fo www.trygging.fo Alt um eina leið Hópin av hentleikum Jónsvein Simonsen, deildar- stjóri og Petur Elias Petersen, ið hevur ábyrgdina av bilfígging- ini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í nýggju snotuligu hølunum hjá á Kongabrúnni í Havn Mynd: Jens Kristian Vang