Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 114 · 4. oktober 2013 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Ringurin sum kom aftur úr Mallaig Úr Dalry, sunnast í Skotland, helt ferðin nú fram norðureftir vestantil á Skotlandi. Her varð steðgað í Mallaig, har føroyingar eisini høvdu sínar slóðir. Ein serlig hending var ringurin, sum kom aftur til Føroya eftir meira enn 40 ár Í seinasta parti varð greitt frá ferðini til Dalry sunnanfyri Glasgow, har William G. Sloan varð føddur 175 ár frammanundan. Vitjað varð á staðnum, har Sloan var føddur, og hildið var eitt lítið minningarhald í Brøðrasamkomuni í býnum. Men við tí teini, sum skuldi ferðast henda dagin, var tíðin í Dalry avmarkað, so kl. 12 mátti farast víðari. Í tí fína veðrinum var bussferðin norður gjøgnum Skotland vestantil eitt stórsligið upplivilsi við fjøllum og dalum umframt tey stóru vøtnini. Tað verður sagt, at ferðin við jarnbreyt henda teinin er millum tær 10 flottastu í øllum heiminum. Nakað tað sama má eisini vera galdandi fyri bussferðir. Tað var steðgað ymsastaðni á leiðini, millum annað í Fort William, sum er nærindis Ben Nevis, sum við sínum 1344 metrum er hægsta fjall í Bretlandi yvirhøvur. Tí koma eisini nógv ferðafólk higar. Her búgva um 10.000 fólk. Føroysk søga í Mallaig Næsti støðgurin var Mallaig. Hetta er ein lítil bygd, har tað búgva um 1.000 fólk. Hetta er ein niðursetubygd, sum vit kalla tað, tí hon stavar frá 1840. Tað, sum gevur henni ein vissan týdning, er, at jarnbreytin sunnani frá endar her. Jarn­ breytin er annars kend frá Harry Potter film­ unum. Tað ber framvegis til at koyra mill­um Mallaig og næsta grannabýin fyri sunnan Fort William við einum serligum Harry Potter toki. Tann kendi filmurin hjá danska leik­stjóra­ num Lars von Trier, Breaking the Waves, er inn­spældur her. Mallaig er ferjuhavn við samband til fleiri oyggjar á leiðini, og eisini til Isle of Skye. Eisini er Mallaig fiskivinnuhavn, og tað er í hes­um sambandi, at Føroyar koma inn í myndina. Sildin, sum hvarv Henda søgan hevur samband við norð­havs­ sildina, sum hvarv í 1969.Vit høvdu síðan sein­ast í 1940 árunum havt upp til 50 skip, sum høvdu veitt sild við gørnum í Eysturdjúp mill­um Føroyar og Ísland. Meðan veiðan var hampilig í 1968, fór hon snøgt sagt niður í einki í 1969. Hetta kom okkara sildaskipum dátt við, og nú vóru góð ráð dýr. Hendan vinnan var blivin ein sera stórur partur av okkara vinnulívi, eis­ ini á landi. Ikki minst við øllum tí arbeiði, sum sildin gav á landi við at umpakka hana til útflutnings. Nógvar myndir eru frá teirri tíð­ini, tá ið t.d. keiøkið á vestaru kai í Havn var yvirbreitt av sildatunnum. Aftur var Sofus Poulsen í Aberdeen hentur Tískil vendu reiðarar og skiparar sær til Lands­ stýrið fyri at fregnast um møguleikar vóru at hjálpa sildaskipunum, sum nú vóru komin í rættuliga trongstøðu av sildaloysinum. Her er tað, at Sofus Poulsen, okkara umboðsmaður í Aberdeen, kemur inn í myndini. Hann greiddi frá tí, sum hendi í FF-blaðnum í 2005: Umboðsstovan í Aberdeen fekk telexboð úr Tinganesi um at kanna møguleikarnar tann veturin at keypa sild í Orknoyggjum og Hetlandi. Eg fekk uppgávuna, og eg visti at í Orknoyggjum og Hetlandi var eingin sild at fáa um veturin. Hevði eisini ferðast víða um í Skotlandi, serliga á vesturstrondini og á Hebridunum. Tí visti eg, at har var stór sildaveiða um veturin. Eg setti meg so í sam­band við havnamyndugleikarnar og silda­sølu­menninar í Mallaig, Ullapool og Stornoway fyri at kanna, um møguleikar vóru hjá okkara skipum at koma niður hagar at keypa feska sild at salta í tunnur, sum so skuldu førast heim til Føroyar. Jú, allir vóru sera fyrikomandi og váttaðu, at hetta skuldi borið væl til. Har tað ikki var keipláss skuldu skipini sleppa at liggja fyri akkeri í ella nærhendis havn­unum. Minnist meg rætt, komu tey fyrstu skipini niður til Mallaig, og eisini til hinar havnirnar, seinnapartin av oktober 1969. Har vesturi var altíð stórt rok av sildabátum frá eysturskotsku havn­unum, einamest Peterhead, Fraserburgh og Moray Firth havnunum. Mannagongdin var tá, at sildin varð ísað í kassar og hvønn landingardag koyrd til eysturskotsku sildavirkini við stórum last­ bilum. Hetta var vandafull koyring á vetrar­ degi á teim smølu vegunum, sum tá vóru. Tað hendi tíverri viðhvørt, at lastbilar gliðu av vegnum, og sildin lá og spjaddist á vegnum og við vegjaðaran. Tað kundi verið ein fyrimunur heldur at sleppa av við sildina á staðnum. Vestanfyri vóru bert einir 10-12 bátar skrásettir. Restin vóru eysturskotskir bátar, ein­ir 60-70 í tali, mest garna- og trolbátar. Nakrir vóru skrásettir í Stornoway og á Scalpay, ein lítil oyggj við 8-9 sildabátum. Um tað mundi veiddu hesir bátar bert sild og fluttu frá plássi til pláss runt alt Bretland, so sum sildasesongirnar vóru og fóru eisini so víða sum til Hetlands, Lowestoft í Onglandi, Ermasund fyri sunnan og Isle of Man í írska havinum. Vanliga var eitt »glopp« á mið­ sumri, tá ið teir kundu taka bátarnar upp á bed­ing at gera tað umvælingararbeiði, sum neyð­ugt var. Føroyingar koma Millum teir fyrstu føroysku skipararnar, sum komu til Mallaig, minnist eg Frederik Olsen úr Rituvík og Karl Gaardlykke úr Runavík. Skipini, sum komu niður, vóru alla­staðni frá í Føroyum. Hóast smærri trupul­leikar fyrstu tíðina, kom gongd á hesa »klondyking«, sum teir her nevndu henda háttin at keypa og avreiða sild. Nógv arbeiði stóðst av hesum sildakeypum, og nógvar vóru telefon­sam­ røðurnar, bæði seint og tíðliga. Nógvur spenningur var á skiparunum, um teir skuldu keypa ella ikki, tí prísirnir vóru sving­andi og støddin av sildini var ymisk. Eg gjørdi teimum listar ella yvirlit yvir vektir. Har brúktu teir »cran«, sum var 177,8 kg ella 4 trol­kurvar. Prísirnir vóru eisini pr. cran, so eg mátti gera bæði yvirlit yvir vektir cran til kg, eins og prísir pr. cran í enskum pundum til kr. pr. kg. Ein annar spurningur var, hvussu gjaldast skuldi fyri sildakeypini. Minnist at bankarnir heima lótu skipunum rembursir upp á 5.000 pund sterling pr. túr. Í byrjanini kom tíverri fleiri ferðir fyri, at nøkur pund restaðu í, og tá hetta ofta hendi um vikuskifti, noyddust skipini at bíða til mánamorgun, so tey kundu fáa fleiri pund send niður. Seinni gingu bank­ Miðvikan hjá Óla, fær nú heitið Siðsøga... Minnisvarði í Mallaig yvir teir, sum eru farnir á sjónum Niels Jacob Nielsen á gomlum leiðum í Mallaig Føroyar - Skotland 3. partur