Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-03, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 114 · 4. oktober 2013 15 VIKUSKIFTI ar­nir í Føroyum við til at lata skipini hava eina 10% toleransu, so skipini sluppu undan at liggja í vikuskiftinum og bíða vegna tað, at tey høvdu keypt fyri eitt sindur meira enn tey 5000 pundini. Fríggjadag góvust teir, tá ið teir høvdu landað. Teir fóru heim um vikuskiftið og komu aftur mánamorgun. Hendinga ferð fingu vit onkran bát í t.d. Scalpay at landa leygar­morgun eisini, um tað viðraði. Annars fekk sildin frið um vikuskiftið, og sum teir søgdu »tíð at savna seg aftur í stimar«. Sildakeypini hildu áfram heilt fram til 1975, og nøgdirnar, sum føroysku skipini keyptu, vóru uml. 6-7.000 tons pr. ár Ein av teimum, sum keypti størstu nøgdir­ nar av sild í Stornoway hesi árini, var Hans Pauli Johannesen, sáli. Sildaskipini noyddust at sigla á vetrardegi, og ikki var veðrið altíð so tespiligt. Onkur skip komu illa fyri vegna tunga last og dekslast av sildatunnum. Kortini mistu vit – minnist meg rætt – bert eitt skip, og tað var gamla »Polarstjørnan«, sum var á veg heim við um­leið 650 tunnum. Manningin varð øll bjargað. Tað eru nógvir av okkara fiskimonnum, sum í dag minnast aftur á áhugaverdar dagar við sildaskipunum í vesturskotsku havnunum, og eg veit, at nógvir hava vitjað aftur hagar við familjum, nú betri ferðamannasamband hevur verið við Skotland. Nú er kortini ferða­ sam­bandið serstakliga vánaligt. Havi sjálvur havt samband við teir, sum eftir vóru av agentunum hjá okkara skipum. Kann serliga nevnda Mr. James Hepburn í Mallaig og Mr. George Prince, jun. í Stornoway. Teir í Ullapool og Uig er tíverri farnir foldum frá. Tykkum mongu heima sum minnast aftur á omanfyri nevndu sildakeyp sendi eg mínar vinarligastu heilsanir. Søgan um horvnu seyðarhøvdini Ein av luttakarunum á ferðini var Niels Jacob Nielsen av Strondum, sum hevur verið á sjó­ num meginpartin av lívinum. Hann var eisini við í »Mallaig-ævintýrinum«, so leingi tað vardi. Tað helt uppat, tá ið kappingin um sild­ ina gjørdist so stór, at prísirnir blivu so høgir, at hetta ikki longur loysti seg. Eitt sum eisini kom at spæla inn var kapp­ ingin frá norðmonnum, soleiðis sum Hans Pauli Johannessen greiðir frá í bókini Jól á Halanum. Niels Jacob greiddi eisini frá, at teir høvdu frí vikuskiftini, og tá plagdu menninir at fara í dans í grannabygdini. Onkur skemtilig søga var eisini frá hesi tíðini. Tað var ein skipari, sum hevði gjørt eitt kvett. Hann hevði keypt sær uppí ein sekk av seyðarhøvdum frá einum bónda. Á vegnum oman til skipið var hann kom­in framvið eina barr. Hann setti sekkin frá sær uttan­fyri barrina, og fór inn at fáa sær uppí munn­in. Her gloymdi hann alt um seyðar­ høvdini. Hetta varnast hann ikki, fyrr enn hann kem­ur umborð aftur. Hann fer so aftur til barr­ina at leita, men har vóru eingi seyðar­ høvd. Hann mátti fáa agentin at hjálpa sær, men hann kundi bert staðfesta, at skrellimaðurin í Mallaig var komin framvið hesum sekki, sum blóð­ið rann úr. Har var ikki annað at gera enn at taka sekkin við sær og fáa beint fyri hon­um. So manningin fekk eingi seyðarhøvd til døg­urða í hesum umfarinum! Tað var eisini stuttligt hjá Niels Jacob at koma aftur til Mallaig, men sum so nógva staðni, so var nógv broytt, og havnarlagið var nærum ikki at kenna aftur. Søgan um ringin Luttakararnir á túrinum kundu hava ymiskan áhuga og orsøkir fyri at vera við. Tað mest serliga var hjá Hans Hammer í Runavík. Hann hevði ein serligan áhuga fyri at kunna steðga á í Mallaig, har hann við »Mai« og »Kongshavn« hevði verið við til at keypa sild í 1970-71. Her hevði hann kenningar, sum hann fegin vildi hitta. Støðgurin í Mallaig var ikki so langur, so avrátt var, at Hans kundi gista í Mallaig, og so kundi hann morgunin eftir fara við ferguni til Isle of Skye og sameinast við bólkin, áðrenn hann helt leiðina fram. Tá kom fram, hvør orsøkin var fyri, at Hans so fegin vildi steðga í Mallaig. Hann var í sambandi við hetta sildakeypið komin at kenna eina gentu, Ann Kennedy, sum hann gjørdist væl við. Men tá ið hetta sildakeypið helt uppat, skiltust teirra vegir. Tey giftust hvør sær, og ikki fyrr enn nógv ár seinni verður aftur samband teirra millum. Tá fóru hann, konan og tvey børn til Mallaig at ferðast, og eftir tað var samband teirra millum. Bæði høvdu børn, sum vóru nakað javngomul, og við tí teldusamskifti, sum nú var komið, vóru tað børnini, sum mest tóku sær av samskiftinum. Men eydnan var ikki við Ann. Maðurin var úti fyri einum óhappi á einum boripalli. Eftir tað fekk hann sklerosu, og hann doyði skjótt. Ann fekk krabbameini, og var hildin at vera frísk, tá ið hon brádliga doyði á sínum 56 ára føðingardegi. Eftir sótu hennara tvey børn og tann gamla mamman, sum nú er um 90 ára gomul. Hesi hevði Hans hug at vitja aftur. Eingin í Mallaig visti av, at Hans kom, so tað var spennandi, um hann fór at koma til læstar dyr. Ferðalagið hevði fingið at vita, hvar húsini vóru, so tey fylgdu spent við, um hann slapp inn. Men eingin maður kom aftur, so tað var eitt gott tekn. Morgunin eftir frættist, hvussu tað hevði gingist. Hans var móttikin við opnum ørmum. Tann gamla vermamman var ovurfegin og hevði sent boð eftir dóttir Ann, sum var gift, og sum búði beint við. Tey høvdu verið í kirkjugarðinum og vitjað gravirnar har, og tey høvdu havt eitt stak hugnaligt kvøld. Men tað besta av hesi søgu er eftir. Hans hevði ein ring við sær, tá ið hann kom aftur til bólkin. Henda ringin hevði hann givið Ann, tá ið tey hittust á fyrsta sinni. Hon hevði borið ringin til sín doyggjandi dag, og hon hevði ynskt, at Hans skuldi fáa ringin aftur. Ringin hevur dóttir Hans nú fingið. Henda søgan var so vøkur, at tað vóru fleiri, sum vóru við at tára, tá ið tey hoyrdu hana. Henda hending setti eisini sín dám á ferðina. Komandi partur: Í komandi parti verður farið til Isle of Skye og bygdini Uig, har føroyingar eisini keyptu sild, og har ein matstova er uppkallað eftir føroyska skipinum Bakur. Rættleiðing til 1. part Fyrsti skipari á fyrsta Skálaberg æt Jógvan Joensen, kallaður Vestmanna Jógvan Mallaig, skotland Innsiglingin til Mallaig. Standmynd av sjómanni við barni tekur ímóti Hans Hammer hevði sínar serligu grundir at vitja í Mallaig Hetta er ringurin Hans gav Ann fyrst í 1970-unum, og sum hon, áðrenn hon doyði, vildi lata hann fáa aftur