hósdagur 3. oktober 2013síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 114 · 4. oktober 2013
Hvat sigur tú?!
Vit kenna einki til krabbamein elvt
av royking, fyrr enn sigarettir
komu til okkara leiðir.
Yvirlækni í viðtali við Barnaútvarpið
So vita vit tað!
Míttland: Ikki øðrvísi enn sjónvarp
In.fo
Illa mannað landslið!
U21 úttikið: Brandur H. Olsen og
Tróndur Jensen móti Týsklandi
Portal.fo
Vit høvdu illgruna um tað!
Juralesandi broyta navn til FÚL
Portal.fo
Hvønn veg?
Einvegis ferðsla í Kollafirði
In.fo
Til hvat?
Lombini roynast ikki líka væl í ár
Portal.fo
Tíbetur!
Føroyskir útisetar gloyma ikki fótbóltin
Norðlýsið
Í ranga
strúpan
Beinir í Norður
landahúsinum
13 ára gamli Beinir Troest Rasmussen, sum í
summar gav fløgu út, verður fríggjakvøldið at hoyra
á konsert í Norðurlandahúsinum. Beinir hevur bólk
við sær á palin, og eisini luttaka kórdreingir og
dansigentur. Maria á Lakjuni, sum eisini gav fløgu
út í summar, fer at hita upp fyri Beinir.
Beinir
Norðurlandahúsið
Fríggjakvøldið 4/10 kl. 19.00
Dansa við Vagabond
Um vikuskiftið vitjar norski dansibólkurin Vagabond
í Føroyum. Sangari í bólkinum er Erik Johansen, sum
áður hevur spælt í bólkum sum Scandinavia og Gluntan.
Vagabond spælir týpiskan norðurlendskan dansitónleik, og
teir tríva í bæði nýggjar sangir og í góðar gamlar. Hans Jacob
og vinmann spæla eisini hetta kvøldið.
Vagabond
Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn
Leygarkvøldið 5/10
Framúr dokumentar
Síðani 1968 hevur sjónvarpsstøðin CBS framleitt sendingina
60 Minutes, sum framvegis verður roknað sum ein av bestu
dokumentarsendingunum í USA. 60 Minutes gravar í spennandi
málum, tosar við fólk, ið hava stórt vald, og torir eisini at vísa á góðar
og positvar søgur. 60 Minutes kann síggjast á DR2 fríggjakvøld.
60 Minutes
DR2
Fríggjakvøldið 4/10 kl. 20.00
Kvinnan í búrinum
Tveir løgreglumenn gjøgnumganga mál, ið ikki vórðu
uppklárað. Teir fáa áhuga fyri málinum um politikaran
Merete Lynggaard, sum hvarv á eini ferju og hevur verið
burtur í fimm ár. Hildið varð, at talan var um sjálvmorð, men
teir báðir løgreglumenninir fara at kanna málið nærri, og
teir koma alt nærri eini ræðandi frágreiðing um hendingina.
Kvinden i buret
Biograffilmur
Frá 3/10
Prinsur í poppbólki
Danski Heinrikur prinsur hevur spælt sang inn saman við poppbólkinum Michael
Learns To Rock. Prinsurin, sum er ættaður úr Fraklandi, spælir flygil á sanginum,
sum eisini lutvíst byggir á eina yrking
hjá prinsinum. Sangurin er innspældur
at verða gáva hjá kongin í Thailandi,
sum eisini er jazztónleikari og
tónaskald. Sangurin verður eisini givin
út talgilt og pengarnir, sum koma inn
fyri søluna, fara til ein grunn, sum
verjir fílar í Thailandi.
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Tað er púra vist,
at eg havi dugnaligar
og fittar prestar sum
starvsfelagar, og eg føli
meg ógvuliga væl
móttikna
Marjun í Kálvalíð, nýggjur
sóknarprestur í Norðstreymoyar
prestagjaldi
– Jørgen Niclasen er heilt
nær við at lúgva fólki beint
upp í gronina
Øssur Winthereig í bloggi um
landsstýrismannin og hallið á fíggarlógini