mánadagur 7. oktober 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
- Eg helt bara, at eg hevði
livurhøgg, og at tað var nak
að, ið fór at ganga yvir. Men
soleiðis bleiv tað ikki.
Tað sigur Janus Jacob
sen, sum í hesum døgum er á
Klaksvíkar Sjúkrahúsið, har
hann er til uppvenjing eftir
at hava ligið í hospitalssong
í útvið tveir mánaðir á
Ríkissjúkrahúsinum í Keyp
mannahavn.
Í juni mánaði í summar fór
hann til Keypmannahavnar,
har konan, Hannilena, ið
dagliga arbeiðir sum økon
oma í køkinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsið, hevði fingið
nakrar vikur av arbeiði í
køkinum á Hotel Tórshavn.
- Ætlanin var, at eg skuldi
verða niðri , ein part av tíðini,
hon arbeiddi har, og so kundu
vit hugna okkum og taka
okkum av løttum í danska
høvuðstaðnum, greiðir Janus
Jacobsen frá.
Henda ferðin í Keyp
mannahavn bleiv tó ikki til
enn eitt gott feriuminni úr
Keypmannahavn, har tey
mangan áður hava verið og
hildið frí.
Ein blóðeitran í maganum
førdi við sær, at læknarnir á
Rikissjúkrahúsinum høvdu
ikki aðrar møguleikar enn
at taka báðar føturnar og
partar av fingrunum hjá
Janusi Jacobsen, um hann
skuldi yvirliva.
Byrjaði við magapínu
Tað var tann eina dagin í
Keypmannahavn, at Janus
Jacobsen brádliga gjørdist
illa fyri.
- Vit høvdu gingið ein
langan túr eftir Lange Linie,
áðrenn vit fóru við bussi út
á Gentofte Hospital at vitja
onkran, vit kendu. Eg minn
ist, at eg segði við konuna,
at eg helt meg hava fingið
livurhøgg av gongutúrinum,
tí eg merkti eina løgna pínu
í maganum, fortelur Janus
Jacobsen, sum ikki grunaði,
at nakað álvarsamt kundi
vera á vási.
- Eg fekk tað verri og
verri, og tá vit vóru komin
út á sjúkrahúsið í Gentofte,
mátti eg bara leggja meg í
eina song, sum stóð ballað
in í plastikk har á gongini.
Eg hevði ikki ánilsi av, at tað
var heilt galið við mær, hóast
pínan versnaði og eg var illa
fyri, sigur Janus Jacobsen,
sum eina løtu seinni bleiv
koyrdur á skaðastovuna av
tveimum portørum.
Á
skaðastovuni
bleiv
hann væl kannaður, blóð-
og urinroyndir blivu tiknar,
blóðtrýstið mátað og so
framvegis.
Læknarnir
dugdu ikki at finna nakað,
og Janus Jacobsen kundi
fara heimaftur í íbúðina á
Oyrasundi.
- Tá vit komu útum, fór eg
at spýggja øgiligt, men síðani
kendi eg meg sum fiskurin,
sigur Janus Jacobsen.
Tá tey nærkaðust Oyra
sundskollegiinum,
ringdi
fartelefonin. Tá var tað ein
lækni, ið bað tey koma aftur
á sjúkrahúsið dagin eftir, tí
tey høvdu sæð okkurt í blóð
royndunum.
- Tey hildu seg hava sæð
okkurt í gallgongini, so tá eg
fór at sjúkrahúsið dagin eftir,
blivu ymsar royndir gjørdar,
og eg bleiv eisini kannaður
við ultraljóði. Nakað aftaná
kom læknin og bað meg
koma við sær í viðtaluhølið.
Tey høvdu sæð okkurt í
brisinum, og hildu tað vera
krabbamein,
sigur
Janus
Jacobsen, sum fór heim av
sjúkrasúsinum og fortaldi
konuni um hetta, tá hon kom
heim frá arbeiði.
- Vit hugsaðu ikki so nógv,
haldi eg. Eg var framvegis illa
fyri og hevði pínu í magan
um, so eg fór bara í song.
Varð funnin uttan vit
Næsta morgun var konan
tíðliga á fótum, tí hon skuldi
- Eg minnist, at eg lá í sjúkrahússongini og fekk brádliga ringt við at anda. Tá helt eg, at mín
seinasta løta var komin. Soleiðis sigur 70 ára gamli Janus Jacobsen úr Klaksvík. Tað, sum
skuldi vera ein hugnalig feria í Keypmannahavn í summar, bleiv knappliga broytt til eina
lívshættisliga støðu, tá Janus Jacobsen fekk blóðeitran og bleiv álvarsliga sjúkur.
Í dag hevur hann ongar føtur og bert fingrastubbar, men hevur framvegis mót upp á lívið
Helt eg
andaði fyri
seinastu ferð
Eydbii Myndir