mánadagur 7. oktober 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
til arbeiðis. Áðrenn hon fór
avstað, spurdi hon Janus,
sum enn lá og svav, um hann
kendis eg sjúkan, men hann
svaraði bara, at tað visti hann
ikki reiðiliga.
- Nakað eftir at hon var
farin til arbeiðis, vaknaði eg
og vildi spýggja. Eg fór út á
baðiverilsi og spýði, og so
hevði eg tað hampiligt og
fór í køkin at fáa mær morg
undrekka. Síðani fór eg inn í
kamarið aftur at leggja meg,
og síðani veit eg ikki meir,
fortelur Janus Jacobsen.
Konan, sum var til arb
eiðis til nakað út á seinna
partin, hevði ringt fleiri
ferðir á fartelefonina hjá
Janusi, men eingin maður
kom til. Tá hon kemur heim,
finnur hon Janus liggjandi á
gólvinum við songina. Hann
var í øðrviti, ógvuliga heitur,
og konan sá, at her var heilt
galið.
- Hon ringdi eftir ambul
ansu, sum kom rættiliga
skjótt, og ein annar bilur við
lækna kom eisini. Teir tóku
fepur av mær, og eg hevði 41,7
í fepri, sigur Janus Jacobsen,
sum ikki sjálvur minnist
hesa hendingina, men hevur
fingið tað fortalt frá konuni.
Við útrykningi bleiv hann
koyrdur á Ríkissjúkrahús
ið, har hann fyrst koma á
traumasentrið.
Har bleiv hann aftur
kannaður væl og virðliga.
Ein skanning vísti, at bruni
lak út frá gallgongini og bris
inum, og læknarnir hildu, at
Janus eisini hevði gallstein.
Hann bleiv síðani fluttur av
traumasentrinum og niðan á
intensivu deild.
Fingrar og beinini
blánaðu
Bæði læknar, sjúkrarøkta
frøðingar og kona Janus
løgdu til merkis, at tað ikki
stóð væl til hjá Janusi. Seinni
sama dag bliv hann lagdur í
respirator.
- Eg minnist ta einu løt
una, tá eg fekk ilt við at anda.
Tá helt eg, at mín seinasta
løta var komin. Men eg bleiv
lagdur í respirator, og lá við
tí tólinum í nakrar dagar. Eg
fekk ikki tosað, av tí at eg lá
við respiratori, og heldur ikki
fekk eg samskift við nakran
við at skriva, tí hendurnar
vóru veikar og bláar, greiðir
Janus frá.
- Tey sóu, at fingrar og
bein vóru køld og byrjaðu
at blánað. Orsøkin til at eg
bleiv bláður, var tann, at
blóðrenslið ikki slapp út í
fingrarnar og beinini, og
læknarnir søgdu, at eg mátti
taka gallsteinin, sum teir
hildu meg hava, mátti út alt
fyri eitt, tí kom bruni longri
út í kroppin, so var liðugt,
greiðir Janus Jacobsen frá.
Næsta dag bleiv hann
lagdur undir skurð, men eing
in gallsteinur var at finna.
Læknarnir fingu tó opað,
soleiðis at tað ikki longur var
tipt, og blóðrensli kundi aftur
ferðast frítt í kroppinum.
- Tá læknarnir høvdu
opað, byrjaðu beinini at
rodna nakað, men tey vóru
ljót og ógvuliga hovin. Eisini
fekk eg bløðrur á beinini.
Hóast eg var illa fyri hesar
dagarnar, hevði eg fult vit,
fortelur Janus Jacobsen.
Hóast
blóðrenslið
var
komið í gongd aftur, versnaði
Janus. Fingrarnir vóru veikir,
og beinini framvegis blálig.
Mátti amputerast
Blóðrenslið
riggaði,
men
hvørki fingrar ella føtur blivu
betur. Tvørturímóti.
- Ytsti liðirnir á fingrun
um blivu svartir, spískir og
kaldir. Eg minnist, at eg segði
við konuna, at hetta fór ikki
at blíva til fingrar aftur, sigur
Janus Jacobsen, sum ikki
minnist nakað til, at hann
var bangin alla hesa tíðina.
- Eg var doyvdur við ym
iskum heilivági, so eg merkti í
roynd og veru einki til nakra
pínu sum so, men tað stóð
illa til við mær. Konan fekk
at vita frá læknunum, at tað
ikki var víst, at eg yvirlivdi
hetta, tí tað var stórur vandi
fyri,at hann fekk hjartasteðg.
Kona mín bleiv spurd, um
teir skuldu livna meg upp
aftur, um so var, at eg fekk
hjartasteðg. Hon svaraði ”
ja, det vil jeg meget gerne”,
fortelur Janus Jacobsen, sum
í eina tíð var í dialysu, av tí at
nýrini ikki arbeiddu, sum tey
skuldu.
Tá læknarnir funnu útav,
frá hvørji bakteriu brunin
í maganum stavaði, kundi
Janus fáa rætta heilivágin.
Og hann gjørdist betur fyri.
- Men sjálvt um eg fekk
tað betri, og tølini eisini
gjørdust betri, so sóu vit
øll, at føturnar og fingrarnir
vóru oyðiløgd. Læknarnir
søgdu eisini nakrar ferðir, at
okkurt mátti gerast við føt
urnar og fingrarnar, men júst
hvat, teir skuldu gera, søgdu
Eydbii Myndir
Janus Jacobsen á stovu síni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har hann síðani 7. august hevur verið til uppvenjingar
Soleiðis sóu fingrar og bein út, tá Janus Jacobsen var innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum við blóðeitran í kroppinum
Privatmyndir