Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Eg havi ikki hugsað stór­vegis um, at tað kundið gingið heilt galið. Eg havi alla tíðina verið róligur, og nú eri eg bara glaður um, at tað heila spældi so væl av hóast alt, sigur Janus Jacobsen teir ikki beinanveg, fortelur Janus Jacobsen og heldur fram. - Eg varð fluttur av dial­ ysu­deildini á kirurgi­deild­ina. Tá fekk eg boðini um, at føtur og fingrar máttu takast. Eg spekuleraði ikki stórvegis um hetta, tí eg dugdi at síggja, at tað stóð so illa til, at tað var eingin annar útvegur, greiðir Janus Jacobsen frá. Føturnar og partar av fing­runum blivu tikin undir somu skurðviðgerð. Avbjóðingar í gerandisdegnum Tá skurðviðgerðin var av, vaknaði Janus uttan føtur, og eisini var tað mesta av fingrunum tikið. - Sjálvandi var tað løgið. Onk­untíð enn kann eg merkja tærnar, og eisini havi eg eitt lítið sindur av fantompínu, men tað kunnu læknarnir ikki geva heili­ vág fyri, fortelur Janus Jac­ obsen. Báðar tumlarnar hevur hann framvegis. Sum vik­ ur­nar gingu, gjørdist Jan­us birgari fyri hvønn dag, og hann kom heim til Klaks­ víkar fyrst í august mánaði, har hann hevur verið til uppvenjingar síðani. - Enn havi eg ikki hugs­að so nógv um, hvussu eg skal klára meg, men sjálvandi eru onkrar avbjóðingar. Eitt nú er trupult at knappa skjúrtur­knappar, og eisini má eg brúka annarleiðis hættir at halda í gafli og knívi. Í næstum fari eg til Dan­markar at fáa protesur til beinini, og so taka vit tað, sum tað kemur við tí, sigur Janus Jacobsen og leggur afturat, at hann er lættur av lyndi, og tað er ein góður egin­leiki í hesi støðu. - Eg havi ikki hugsað stór­vegis um, at tað kundið gingið heilt galið. Eg havi alla tíðina verið róligur, og nú eri eg bara glaður um, at tað heila spældi so væl av hóast alt, sigur Janus Jacobsen, sum heimkomin úr Danmark hevur verið til onkran fótbóltsdyst, á kafé, biltúr. Í farnu viku gjørdist hann 70 ára gamal, og tað bleiv hátíðarhildið við eini 300 føðingardagsgestum í Betesta í Klaksvík. Og hann er við gott mót, hóast gerandisdagurin er nógv broyttur. - Eg síggi í sjónvarpinum, at teir renna kapp við prot­ esum. Um eg fari tað, tað skal eg ikki siga, men fái eg gingið og stiðjað meg, so er tað gott. - Ytsti liðirnir á fingrun­ um blivu svartir, spískir og kaldir. Eg minnist, at eg segði við konuna, at hetta fór ikki at blíva til fingrar aftur, sigur Janus Jacobsen. Her sæst hann í hospitalssongini á Ríkissjúkrahúsinum Privatmynd Eydbii Myndir