Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Orðið, sum gongur aftur og aft­ur í argumentatiónini hjá landsstýrismanninum í fíggj­ar­málum, er grund­ rakst­ur. Fleiri ferðir und­ir fyrstu viðgerð av fíggjar­ lógar­up­pskotinum fyri 2014 vísti Jørgen Niclasen á, at næsta ár verður aftur yvir­ skot í grundrakstrinum hjá landskassanum. Og tað er sera jaligt, sigur Jørgen Nicla­sen. Grundraksturin er vanliga defin­er­að­ur sum tær vanligu útreiðsl­ur­nar og inntøkurnar hjá lands­kassa­num. Hinvegin verða rentuútreiðslur, ílø­g­u­r, inn­tøkur frá eitt nú einskilj­ ing­um ella kapital­inn­tø­kur hildnar uttanfyri, tá tosað verð­ur um grundraksturin. Sambært búskap­ar­frá­ greið­ingini, sum er latin løg­ tingi­num saman við fíggj­ar­ lóg­ar­uppskotinum fyri 2014, gev­ur grundraksturin 66 millión­ir krónur í undirskoti í ár. Men næsta ár verða 67 millión­ir krónnur í yvirskoti á grund­rakstrinum, sambært somu búskaparfrágreiðing hjá Fíggj­ar­málaráðnum. - Grundraksturin er av­ger­ andi fyri evnini at rinda aft­ ur skuld. Og næsta ár hava vit fyri fyrstu ferð í áravís yvir­skot í grundrakstrinum, so tað gongur avgjørt rætta veg­in, sigur Jørgen Niclasen. Sambært bú­skap­ar­frá­ greiðingini vísti grund­rakst­ urin 361 milliónir krón­ur í undir­skoti í 2010, í 2011 var undir­skotið 130 millión­ir krón­ur, og í 2012 gav grund­ rakst­urin 121 milliónir krónur í undirskoti. Seinast landskassin kun­di vísa á yvirskot í grundrakstrinum var í 2007. Og hetta lat lands­stýris­ maðurin í fíggjarmálum ikki liggja eftir, tá hann skuldi vísa á, at tað nú er farið at ganga rætta vegin. Men andstøðan heldur lítið um, at fokus nú verður sett á grundraksturin, heldur enn sjálva botnlinjuna. - Seinast, vit hoyrdu um grundrakstur, var tá ein ávísur bankastjóri tos­aði um tað, stutt áðrenn hans­ ara banki fór á heysin. Vón­ andi er tað ikki so ga­lið við landskassanum, segði Páll á Reynatúgvu und­ir orða­ skifti­num um fíggjar­lógar­ upp­skotið. Landsbankin Landsstýrismaðurin í fíggjar­ mál­um brúkti eisini eina trý ára gamla frágreiðing frá Landsbankanum í síni argumentatión fyri, at grundraksturin hevur týdn­ ing. Frágreiðingin staðfestir, at tíðarskeiðið frá ár 2000 til 2010 fer grundraksturin hjá landskassanum heili 1350 milliónir krónur eft­ir hæli. Tá bygd tølini fyri 2010 á metingar úr fíggj­ar­lóg­ar­ upp­skotinum, sum seinni vístu seg at vera góðar 200 milliónir frægari enn mett. Men myndin er tann sama, grundraksturin er farin úr einum stórum yvirskoti í 2000 til eitt stórt undirskot í 2010. Víðari segði Landsbankin, at úrs­litið av grundrakstrinum er eitt týdningarmikið mát, sum kann siga okkum nak­ að um, í hvønn mun rúm er í landskassanum til rentur og íløgur. Eisini varð víst á, at íleggjarar og rat-ing­ stovn­ar brúka úrslitið í sín­ um metingum av, um lands­ kassin klárar at halda sínar skyldur. Og til seinast mælti Lands­bankin til, at eitt yvir­ lit yvir grundraksturin hjá landsk­assanum verður kunn­ gjørt sum partur av fíggj­ar­ kørmum og fíggjar­lóg. Tað hevur landsstýrið tikið til sín. Og Jørgen Niclasen nýtti eisini høvið til at vísa á jaligu gongdina, nú fleiri ára hall í grundrakstrinum næsta ár verður vent til yvir­ skot. Andstøðan vísti tvørt­ur­ ímóti á, at støðan eftirhondini var margháttlig. - Tað er langt úti, at sami lands­stýrismaður, sum av­ høvdaði Landsbankan, nú brúk­ar gamlar frágreiðingar frá sama Landsbanka í síni argu­men­ta­tión. Landsbankin er sum kunnugt niðurlagdur, og vit fáa tí ikki fylgt upp uppá hesar upplýsingar, sum landsstýrismaðurin nú velur at brúka, sigur Kristina Há­foss, framsøgukvinna í fíggjar­málum fyri Tjóðveldi. Undirskotið Meðan landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setir fokus á grundraksturin, so heldur and­s­tøðan fast um stóra undi­rskoti á fíggjarlógunum, bæði í ár og næstu árini. Víst verður á, at sam­ stundis sum landsstýrið sig­ur seg vilja fáa undirskotið burt­ ur, so vísa tølini, at gongdin er júst tann øvugta. Sambært nýggjastu tølunum verður undir­skotið í ár væntandi 449 milliónir krónur. Inn­ tøkur­nar svíkja við 153 millión­um, sammett við met­ing­arnar, og harumframt økjast útreiðslurnar við 53 milliónum, sammett við upprunaligu játtanina. Tí verður undirskotið í ár meira enn 200 milliónir størri enn ætlað. Og andstøðan trýr heldur ikki uppá, at undirskotið kemur niður á 250 milliónir næsta ár. - Hetta er sera ivasamt, tí roknað verður millum annað við 272 milliónum í inntøkuvøkstri næsta ár. Og samstundis verður longu nu fráboðað, at 115 milliónir krónur av óbrúktum íløgukrónum frá í ár verða fluttar til 2014. Harvið gerst hallið í minsta lagi 365 milliónir næsta ár, sigur Kristina Háfoss. Eftir fyrstu viðgerðina hósdagin og fríggjadagin er fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 farið í Fíggjarnevndina hjá løgtinginum. Nevndin fer undir at viðgera uppskotið hósdagin. Lyklaorðið er nú grundrakstur - Vit hava fingið skil á búskapin, tí næsta ár verður yvirskot á grundrakstrinum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Andstøðan heldur lítið um argumentatiónina Myndin vísir grundraksturin og úrslitið á fíggjarlógunum síðani ár 2000 í milliónum krónum. Tølini fyri 2014 eru úr fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 og búskaparfrágreiðingini, sum varð løgd við. Hini tølini eru úr yvirliti hjá Landsbankanum og roknskapartølum hjá Gjaldstovuni